Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

. Sp/f ProLakk: Dygdargóð plátu- og lakkeringstænasta Síðan februar 2007 hevur Sp/f ProLakk rikið plátu- og lakkeringsverkstaðin í nýggju hølunum hjá P/F Bilasøluni í Hoyvík. Tað eru Jan Erik Jacobsen, Rógvi Durhuus og David Nordendal ið standa aftan fyri Sp/f ProLakk. Jan Erik Jacobsen og Rógvi Durhuus hava dagligu leiðsluna av verkstaðnum, sum er á tilsamans 380 fermetrum í nýggja bygninginum. Saman við Peturi Olivur Splidt eru teir tríggir starvsfelagar. Verkstaðurin eru í snoti­ ligum hølum og hevur alla ta nýggjastu útgerð og mest framkomnu tøkni innan plátu­ og lakkeringsarbeiði. Jan Erik Jacobsen og Rógvi Durhuus siga, at starvsfólkini hava drúgvar royndir og nógv ár á baki innan plátu­ og lakkeringsarbeiði. Arbeitt verður einans við umhvør­ visviðurkendum tilfari. Tey sum hava tørv á at fáa ein skaða afturgjørdan, eru altíð vælkomin at fáa eitt óbindandi tilboð. Um talan er um tryggingarskaðar ella annan skaða eins og ymisk sløg av lakkeringum. Eyðkenni við ProLakk er, at vit veita eina dygdargóða tænastu við framkomnari tøkni, har kundin er í há­ sætið, siga Jan Erik Jacobsen og Rógvi Durhuus. Sp/f ProLakk hevur telefon 311252. Heimasíða: www. prolakk.fo mg. Sp/f ProLakk heldur til í nýggju hølunum hjá P/F Bilasøluni í Hoyvík. Rógvi Durhuus og Jan Erik Jacobsen hava dagligu leiðsluna av verkstaðnum. Petur Olivur Splidt og David Nordendal vanta á myndini Mynd: Álvur Haraldsen Í sambandi við lógar- uppskotið í løgtinginum um at seta somu klippi- kortskipan sum danir hava í gildi í Føroyum, heldur Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, tað vera í lagi at geva nýggjum bilførarum styttri snór Ferðslutrygd Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd, fegnast um at lógin upp klippikortskipanina eftir øllum at døma skjótt kemur í gildi í Føroyum. Uppskotið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum. Endamálið við hesum lógaruppskoti er at gera ávísar málrættaðar broyt­ ingar í ferðslulógini fyri at betra um ferðslutrygdina og harvið flyta okkum eitt stig nærri visjónini um, at eingin skal lata lív ella verða álvars­ liga skaddur í ferðsluni. Uppskotið gongur út upp á at ein klippikortskipan (stiga­ skipan) skal galda fyri førarar av øllum motordrivnum akførum, sum koyrikort krevst til (tó ikki prutlum). Førarar sum innan trý ár hava gjørt seg sekan í trim­ um tilburðum, sum ikki í sær sjálvum føra til frádøming av koyrirættinum, men sum eru umfataðir av hesum tilburð­ um: 1. Koyra ov skjótt. 2. koyra yvir reytt ljós. 3. Koyra við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar. 4. Koyra vinstrumegin gøtuhólmar og ferðslu­ vitar. 5. Broyta farleið og støðu við høvuðsveg til vanda og bága fyri onnur í ferðsluni. Fer frá vegjaðara ella skiftir farbreyt til vanda ella óneyðugan ampa fyri onnur í ferðsluni. 6. Brýtur ásetingar um yvirháling. 7. Forðar fyri yvirháling. 8. Koyrir vandamikla slalomkoyring og framvið koyring í tættari ferðslu. 9. Yvirhálar við gonguteig. 10. Syrgir ikki fyri at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina. 11. Syrgir ikki fyri at børn millum 8 og 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu. 12. Koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni. 13. Koyrir í mótkoyrandi farbreyt ella farið er um hindrunarstrikur. 14. Brýtur ásetingar um víkiskyldu. Fyri nýggjar bilførarar er stigaskipanin strangari. Fær ein førari tvey stig/klipp innan tey fyrstu trý árini eftir, at koyrikortið er útgivið á fyrsta sinni, fær hesin eitt koyriforboð, sum beinan­ vegin hevur avleiðingar fyri koyrirættin. Í sambandi við viðgerðina hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd gjørt vart við, at klippiskip­ anin í minsta lagi eisini átti at fevnt um: Bilførarar, sum koyra uttan at vera festir í trygdarbelti og bilførarar, sum tosa í handhildnari fartelefon meðan teir koyra. Jón Kragesteen sigur, at harumframt hevur RFF víst á, at bøturnar fyri brot á ferðslulógina eru ov lítlar, og eiga at verða hækkaðar munandi. At enda hevur RFF gjørt vart við, at tað er positivt, at ov nógv ferð gevur eitt klipp í kortið, men at tað hevði verið enn meira positivt, um munur varð gjørdur á koyring í bygdum og óbygdum øki. Klippikortið er ein máti at gera tað meira ítøkiligt hjá bilførarum at teir mugu ansa sær í ferðsluni. Skipanin er t. d. galdandi í Danmark og Norra við góðum úrsliti, sigur Jón Kragesteen. mg. Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd Jón Kragesteen, Ferðslutrygd: Klippikortskipanin – eitt frambrot