Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2007 Tórshavnar býráð eig­ ur nú at avtaka stað­ bun­du nevndirnar í bygd­un­um, sigur An­finn Brekkstein, sum sjálvur hevur ver­ i­ð borgarstjóri í ein­ ari av hesum bygdum Kom­mu­nu­pol­i­tikk ­ ur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Staðbundnu nevndirnar ei­ga at vera avtiknar, tí tær eru meiri til fortreð enn til gag­ns. Tað heldur Anfinn Brekk­ stein á Velbastað. Endamálið við stað­bund­ nu nevndunum var, at tær skul­du ráðgeva og vegleiða bý­ráð­ið í ymsum málum. - Men nú hevur hetta fyri­ brig­di útspælt sín leiklut, og ásannast má, at tíðin er far­in frá hesum nevndum, sig­ur Anfinn Brekkstein. Sjálvur býr hann í einum av hesum bygdum, sum ha­va lagt saman við Havn­ ini. Velbastað, har hann ei­si­ ni hevur verið borgarstjóri. - Skulu allir borgarar fáa eins viðferð, skulu fólk í ym­su býarpørtunum í Havn­ ini eisini hava staðbundnar nevnd­ir, so at tey hava sama mø­gu­lei­ka at kunna, ráð­ge­ va og vegleiða, hvørja ferð okk­urt hendir í teirra nær­ um­hvør­vi, sigur hann í við­ merk­ing, hann hevur sent bløð­un­um. - Men so fáa vit eina enda­ ley­­sa røð av staðbundnum nevn­d­­um, og tað er helst ik­ ki ætlanin. Hann spyr eisini um hesar nevn­dir eru óheftar og siga fólk­s­ins meining, ella um tær eru heftar og merktar av ein­­tát­ta­ð­­um og snæv­ur­skyg­ d­­um meiningum, sum tær ik­ki tæna fjøldini, men bert ávísum borgarum. Hann reisir eisini spurn­ ing­in um hesar nevndir ikki ba­ra eru eitt tarnandi mill­ um­lið, ið gera sítt til, at nógv mál verða nógv seinni av­greidd, enn tey annars høv­du verið. Tá ið eitt mál er til við­ gerð­ar í eini bygd við stað­ bund­na­ri nevnd, skal nevnd­ in siga sína hugsan og tað tek­ur tíð. Eitt líknandi mál í Tór­s­ havn­ar Kommunu kann við­ gerð­ast nógv skjótari. Vit kunnu sostatt stað­fes­ ta, at her verða borgararnir ik­ki viðgjørdir eins og fáa ik­ki somu rættindi, men í stað­in er viðgerðin tengd at, um tú býrt í einari av bygd­­un­­um ella í sjálvari Havn­­ini. - Tí er púra greitt, at stað­ bun­d­­nu nevndirnar als onga nyt­­tu gera og eiga at verða tik­­nar av, tí býráðslimirnar eru valdir til at umboða alt fólk­­ið í Tórshavnar kom­mu­ nu, sama hvar í kommununi tú býrt. Bygdarnevndir gera mis­mun á fólki Kappingin ímillum út­lend­ska Canal Di­gi­ tal og føroyska Tele­ varp­ið er hørð og nú ligg­ja tey stavn um stavn í kappingini um før­oys­ku ­sjón­­varps­­hygg­­jar­­ar­nar Televarp Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er hørð kapping í­mill­ um teir báðar størstu veit­ar­ ar av sjónvarpi ígjøgnum fylg­is­svein í Føroyum. Talan er um føroyska fel­a­ g­ið, Televarpið, og út­lend­ ska felagið, Canal Digital, sum liggja í harðari kapping um føroyska marknaðin Tað upplýsti Bjarni Djur­ holm, landsstýrismaður í sam­skif­t­is­málum, tá ið Páll á Reynatúgvu, løg­tings­mað­ ur, bað hann greiða Løg­ting­ in­um frá nøkrum við­ur­skift­ um í sambandi við Te­le­varp­ ið. Bjarni Djurholm segði, at he­si seinastu árini er part­ur­ in hjá Televarpinum av før­ oys­ka marknaðinum alsamt vak­sin og hinvegin er part­ ur­in hjá Canal Digital sam­ stund­is minkaður nakað. Men samstundis er talið á hús­ar­hald­um við fyl­g­is­s­vei­ na­sjón­varp-ið vaksin, so í ta­li eru húsarhaldini, sum ha­va Canal Digital, ikki mink­að so nógv. Bjarni Djurholm upplýsti, at í 2004 høvdu 4112 hús­ar­ hald Televarp og tað svaraði til 33% av marknaðinum. Hinvegin høvdu 6500 hús­ar­hald Canal Digital og tað var 52% av mark­nað­in­ um. Restin av marknaðinum ha­va smáir veitarar, eitt nú eig­ar­a­feløg, Viasat o.s.fr.  Í 2005 var mark­nað­ar­ part­ur­in hjá Televarpinum vak­sin upp í 5260 húsarhald og tað var 38% av mark­nað­ in­um. Hinvegin var parturin hjá Can­al Digital eisini vaksin upp í 6747 húsarhald. Men pro­sent­part­urin av mark­nað­ in­um hjá Canal Digital var mink­að­ur niður í 49% av mark­nað­in­um. Men í fjør sást veruligur mun­ur á. Nýggjastu tølini fevna um fyrra hálvár í fjør og tá høv­du 5650 húsarhald Tele­ varp og tað svarar til 41% av marknaðinum. Samstundis hevði Canal Di­gi­tal 6440 haldarar, ella 46% av marknaðinum. Sostatt var Canal Digital nógv størsti veitarin fyri trim­um árum síðani, men nú er munurin minkaður nið­ur í næstan onki. Annars kann sigast, at í 2004 sóu 12462 húsarhald sjón­varp umvegis fylg­is­ svein. Í 2005 var talið vak­ sið til 13857 húsarhald og fyr­ra hálvár í fjør var tað 13940 húsarhald, sum høv­ du fylgissveina sjónvarp. Fíggjarliga gongur eisini fram­á hjá Televarpinum. Í 2002 var hallið 1,1 millión, í 2003 hevði Televarpið 2,6 mill­ió­nir í halli og í 2004 var hallið 1,8 millión. Men so var liðugt við reyð­um tølum niðast í rokn­ skap­in­um. Í 2005 var avlopið 732.000 krónur eftir skatt. En­da­li­ga úrslitið fyri í fjør er ikki heilt greitt enn, men ein meting sigur, at avlopið hjá Televarpinum í fjør varð 1,5 millión eftir skatt. Vágs Býráð hevur ein­ mælt samtykt at taka lán til at byggja ellis- og røktarheim fyri Elli s-og røktarheim Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað gongur framá við fyri­ rei­k­ing­un­um til at byggja ell­is-og røktarheim í Vági. Á fundi í vikuni hevur Vágs Býráð samtykt at taka lán til byggingina. Ætlanin var, at tær fýra kommunurnar í syðru helvt Suðuroy, sum eru við í byggingini, skulu ta­ka eitt felags lán til en­da­ mál­ið og lánið skuldi í mes­ ta lagi vera 26,5 milliónir til­sam­ans. Og nú hevur býráðið sam­ t­ykt at taka lánið. Men sam­ stund­is er samtykt, at tað verð­ur Vágs Býráð, sum skal umsita lánið. Og sam­ tykt­in er eisini treytað av, at øll viðurskifti annars koma í rættlag. Kirstin Strøm Bech, bor­ gar­stjó­ri, sigur, at tað er í sam­ráð við hinar kom­mu­ nur­nar, at Vágs Býráð skal um­sita lánið. Hinar kommunurnar, sum eru við at taka hetta fel­ ags lánið til ellis- og rø­k­tar­ heim­i­ð, eru Porkeri, Hov og í Sumba. Hetta hevur verið eitt ó­g­ vu­li­ga umstrítt mál og tí er vert at leggja til merkis, at sam­tyk­tin í Vágs Býráði var einmælt. Men tað liggur eisini í sam­tyk­ti­ni í Vágs Býráð, at tað verður sett sum eitt ó­frá­ vík­i­ligt krav, at psykiatriski dep­il­in, sum ætlanin er at bygg­ja í Vági til sinnisveik, verð­ur bygdur samstundis. Borgarstjórin sigur, at tað ger býráðið fyri at binda lands­stýr­ ið til at gjøg­num­fø­ ra ætlanina at byggja heimið fy­ri sinnisveik, men eisini tí, at heimið fyri sinnisveik og ellis- og røktarheimið, skul­di hava ymsar felags hent­leik­ar og tað kann fáa stór­an týdning fyri sjálvan rak­stur­in, sum verður bí­lig­ ari, tá ið báðir stovnarnir eru saman um teir. Anfinn Brekkstein, velbastaðmaður og gamal borgarstjóri, sigur, at staðbundnu nevndirnar gera onga nyttu og eiga at verða tiknar av Forðrar kirkju Kirkjuráðið í Kollafirði vil hava eitt øki til at byggja eina nýggja kirkju á, tí stórur tøvrur er á einari nýggjari kirkju í bygdini. Kirkjuráðið ætlar, at tann nýggja kirkjan skal byggjast við Sjógv, men økið har er landbúnaðarøki, og tí má byggisamtyktin hjá kommununi broytast, skal kirkja byggjast har. Tórshavnar kommuna bað í 2004 innlendismálaráðið um loyvi til at broyta samtyktina, men tá komu mótmæli, so tað bar ikki til. Bíðar í nevnd Fyri trimum mánaðum síðani viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot frá landsstýrismanninum Birni Kalsø um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Uppskotið hevði til endamáls at forða fyri, at fiskiloyvi enda á nøkrum fáum hondum, men nú hevur tað ligið í vinnunevndini í tríggjar mánaðir. Men tað er ikki lagt til viks, sigur Henrik Old, formaður, við Útvarpið. Nevndin bíðar eftir øðrum broytingum frá landsstýrinum, sigur hann. Vágbingar samdir um at taka lán Televarpið og Can­al Digital í harðari kapping Televarpið liggur stavnin aftanfyri Canal Digital í kappingini um sjónvarpshyggjarar í Føroyum, men so skal eisini havast í huga, at tað er nógva staðni, at tað ikki ber til at síggja Televarpið