mánadagur 23. apríl 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ]
B36 vann á KÍ
Einaráðandi kvinnuliðið úr KÍ mátti um
vikuskiftið lúta fyri B36. Havnarfelagið
vann 1-0 við máli frá Maluni á Dunga, og
harvið eru tær nú nýtt oddalið í bestu
kvinnudeildini. Aðra staðni kring landið
spældu AB og NSÍ javnt 1-1, og somuleiðiðs
endaði tað við javnleiki, tá EB/Streymur tók
ímóti GÍ. Her gjørdist endaliga støðan 2-2.
Lyngby basti AGF
Tað tykist nærum ein staðfestin, at Christian
Lamhauge Holst spælir superligufótbólt
komandi kappingarár. Lyngby spældi um
vikuskiftið móti AGF, og her eydnaðist Holst
og teimum at vinna 4-2. Longu í hálvleikinum
var støaðn 4-1 í Lyngby, sum tó ikki hevði
føroyska áleyparin millum málskjúttarnar
hesaferð.
Fýra feløg í Danmark
hava sett sær fyri at
birta nýtt lív í kapp
róðrarumhvørvið í
Danmark. Hetta skal
gerast við at skipa fyri
fleiri róðrarstevnum,
innandurakappingum
og DM-heiti og felags
ársveitslu siga limir
nir í samstarvs-
bólkinum
Kappróður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Føroyskur kappróður hevur
í nógv ár verið fastur partur
av mentunarlívinum hjá før
oyingum í Danmark, men
seinastu árini hevur áhugin
verið minkandi og stevnur
nar færri. Tí hava feløgini
nú tikið stig til at birta lív í
kappróðurin aftur.
Vanliga er hæddarpunktið,
tá stevnan í Ishøj verður
hildin í juni, men róðrar
fólkið hevur eisini árliga
ferðast runt í Danmark til
Hirtshals og Sorø eins og til
Brännö í svenska skergarð
inum fyri at rógva kapp og
hugna sær.
Seinastu árini hevur har
umframt verið ein róður á
Norðuratlantsbryggjuni
á
Ólavsøku.
Men av tí, at áhugin sein
astu árini hevur verið mink
andi og stevnurnar færri,
hevur róðrarfólkið nú tikið
annað skinn um bak. Tey
hava sett sær fyri at birta lív
í kappróðurin aftur, og fýra
feløg samstarva nú um fram
tíðarætlanir.
Fáa ung við
Umframt at øll feløgini
skulu skipa fyri einum róðri
hvør árliga, verður framyvir
skipað fyri regluligum inn
andurakappingum, eins og
hvørt kappingarár skal enda
við einari felags ársveitslu.
Endamálið er at geva róð
rarfólkunum fleiri møgu
leikar at kappast, at gera
kappingina meira spennandi
og venjingina meira moti
verandi.
Harafturat verður møgu
leiki fyri at venja alt árið, tá
innandurakappingar eisini
verða fastur táttur.
- Eitt mál er at fáa yngri
kreftirnar við aftur. Nógv
av teimum, sum hava róð í
Føroyum áðrenn tey flyta
niður velja at gevast ella at
fara í donsk feløg. Tað tyk
ist sum tey ungu ikki kenna
so nógv til føroysku róðrar
feløgini í Danmark, sigur
Ólavur Rasmussen frá róð
rarfelagnum Knørrur.
Hann sigur eisini, at ein
onnur orsøk til at tey ungu í
Føroyum ikki velja føroysku
rógvingina kann vera, at
rógvingin niðri ikki er á
líka høgum støði sum í Før
oyum.
- Her er pláss fyri at taka
tað meira avslappað, tí fólk
hava ofta ikki tíð til at venja
so nógv, tá tey lesa niðri.
Summi hava slettis ikki róð
fyrr, men tað merkir ikki, at
støðið ikki kann hækka, sig
ur hann.
Føroysk mentan
Tey nógvu árini, sum róð
hevur verið í føroyskum bát
um í Danmark hevur ein ser
lig mentan verið í kappróð
rarumhvørvinum, eins og
tað hevur ført til kunning
um føroyskan kappróður og
føroyska mentan í norður
londum og øðrum evrope
iskum londum við. Í fleiri
ár varð róð við føroyskum
bátum í Svøríki, eitt tiltak
sum var fyriskipað av svi
um, men sum tíverri er eitt
av tiltøkunum, sum er dott
ið niðurfyri.
Til stevnurnar í Ishøj eru
bæði Grønland, Danmark,
Svøríki og Ísland umboðaði
í rógvingini og tvey tey sein
astu árini hevur ein sponsk
manning eisini verið við.
Kappróðrarstevnur í 2007:
Felag
dato
Stað
Tvørábáturin
26. maj
Svanemøllen
Neystið
09. juni
Ishøj
*Føroyingafeløg í Keypmannahavn
28. juli
Norðuratlantsbryggjan
Knørrur
25. august
Sydhavn
Sóljan
8. september
Sorø
*Ólavsøkuróðurin telur ikki við í kappingini um DM-heitið. Nógv róðrarfólk er heima í
Føroyum á Ólavsøku og tí er torført at manna bátarnar.
Innandurakappingar vera í vetrarhálvuni og ársveitsla verður í oktober
Birta lív í kappróðurin
hjá útisetum í Danmark
Øll, sum hava hug at rógva, eru vælkomin at seta seg í
samband við føroysku róðrarfeløgini.
Neystið
www.neystid.dk
info@neystid.dk
tlf: 5150 7757
Jan
Sóljan
www.ffav.dk
danjoen@privat.dk
tlf: 2480 2167
Daniel
Tvørábáturin
www.faroeboat.dk
info@faroeboat.dk
tlf: 412302982
Andrass
Knørrur
www.knorrur.dk
info@knorrur.dk
tlf: 6088 0521
Ólavur
FAKTA
Samstarvsbólkurin er frá
vinstru Jan K. Petersen -
Neystið, Ólavur Rasmussen
– Knørrur, Hjalmar Joensen
– Tvørábáturin og Daniel
Joensen - Føroyskt Felag á
Vestursælandi