Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VR Bilar: Chevrolet fyri ein hvønn prís Chevrolet Matiz – rætti bilurin til býarkoyringina Chevrolet Matiz er ein lítil og fittur bilur, ið er sera væl egnaður til býarkoyring, og har tað er smáligt við parkeri ngsviðurskiftunum. Bilurin er t.d. sera væl umtóktur í Suðurevropa, serliga tí at hann er so lættur at umgangast og at parkera. Matiz, ið umboðar ein ávísan ein lívsstíl og hevur gott pláss til fýra vaksnar persónar, fæst við hesum bensinmototum: 0,8 litur við 52 hk og 1,0 litur við 66 hk. Prísir frá kr. 111.300 Checrolet Lacetti – meira fyri minni ”Meira fyri minni” vóru slagorðini í lýsingar­herferðini hjá General Motors, tá Lacetti kom á marknaðin við prísum sum góvu kappingar­neytunum nakað at hugsa um. Lacetti er ein praktiskur og rúmligur bilur í sokallaða Golf-klassanum, ið er teknaður hjá italsku designfyritøkuni Italdesign við evropeiskum designi. Bilurin er sera væl koyrandi og í allar mátar kappingarførur, bæði í prísi og dygd. Lacetti fæst við trimum ymiskum bensinmotorum: 1,4 litur við 92 hk, 1,6 litur við 109 hk og 1,8 litur við 122 hk. Prísir frá kr. 165.300 Tað er ikki einans í prísi at Chevrolet Nubira kann kappast við japanskar og evropeiskar bilar í sama klassa, men sanniliga eisini í kvaliteti. Nubira er ein rúmligur bilur til fimm ferðandi, ið verður gjørdur sum sedan og stationcar. Bilurin er teknaður í samstarvi við italsku Pininfarina designfyritøkuna og kundi fyri tað verið evropeiskur, bæði hvat útsjónd og koyrieginleikum viðvíkur. Nubira fæst við tveimum motorstøddum, 1,6 litur við 109 hk, og 1,8 litur við122 hk og í útgávunum SX, SE og CDX. Serliga stationcar útgávan hevur víst seg at vera ein succes, bæði her hjá okkum og í grannalondunum. Í løtuni eru nøkur sera góð tilboð upp á Nubira 1,8 CDX stationcar við t.d. klimaanleggi og alufelgum fyri kr. 215.000. Chevrolet Epica – Luksusbilur til hálvan prís Chervolet Epica er ikki lættur at seta í bás. Talan er um ein stóran og rúmligan luksusbil við allari útgerð. Bilurin er í sama prísklassa sum bilar í miðalklassanum, men hvat stødd, útgerð og komforti viðvíkur er hann at sammeta við dýru luksusbilarnar. Epica hevur tað heila. Innan er alt leður við alulookpanelum á instrumentborðinum og í gardanboksini eins og førarasetrið kann stillast elektriskt. Vit kunnu t.d. nevna klimaskipan við pollenfiltri, cruise controll, koyriteldu, og el-síðuspegl við hita ið elektriskt kunnu leggjast inn móti rútinum. Á trygdarøkinum kunnu vit t.d. nevna ABS-bremsuskipan við EBD, airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Epica fæst við tveimum 6 syl. raðmotorum: 2,0 litur við 143 hk og 2,5 litur við 156 hk. Seks syl. motorurin er kvikur og hoyrist næstan ikki, og plássið í kabinuni er sum eini limousinu. Prísirnir byrja við kr. 228.800 fyri ein Epica LS. Epica 2.0 LT kostar kr. 249.300 og 2,5 LT við automatisum girum kostar kr. 278.900 Chevrolet Captiva er ein stórur framkomin og rúmligur frítíðarbilur við liðiligari innrætting og upp til 7 sitiplássum. Captiva fæst við 2,0 litra 4 syl. dieselmotori við 150 hk (320Nm), og tveimum bensinmotorurum: 2,4 litra 4 syl. við 136 hk (220 Nm) og 3,2 litra V6 við 230 hk (297 Nm). Captiva er ein kompaktur framkomin SUV (Sport Utility Vehicle), ið fæst bæði sum framhjólsdrivin og sum 4x4. Bilurin hevur flott design og sær veruliga út av nøkrum við t.d. stórum síðuspeglum og dupultum útstoytsrørum. Allar trygdarskipanir eru innbygdar. Captiva bjóðar av í sínum klassa við prísum ið byrja við kr. 322.700 Chevrolet Captiva – framkomin 7-persónabilur Chevrolet Nubira – designaður til evropearar 10