mánadagur 23. apríl 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 77 - 23. apríl 2007
Nú er navn sett á tær
bygdir, sum fáa høvi
at síggja Televarpið í
ár og næsta ár, men
alt veldst kortini um
fíggjarligur gongdina
Televarp
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er greitt, hvørjar bygdir
afturat kring landið, fáa
høvi til at síggja Televarpið
í ár og næsta ár.
Páll á Reynatúgvu, løg
tingsmaður,
bað
herfyri
landsstýrismannin í sam
skiftismálum, Bjarna Djur
holm, greiða Løgtinginum
frá nøkrum viðuskiftum í
sambandi við Televarpið
Sandoyartingmaðurin vís
ti á, at enn eru stórir partar
av landinum, sum ikki hava
møguleikan at síggja Tele
varpið, eitt nú Suðuroy og
Sandoy
Bjarni Djurholm greiddi
frá, at sendinetið hjá Tele
varpinum verður útbygt í
tann mun tað letur seg gera
á
einum
burðardyggum
grundarlagi.
Í ár er ætlanin at røkka til
Lamba, Sands bygd, Skúv
oy,
Froðba,
Tvøroyri,
Trongisvág, Vág, Nes, Akr
ar og Lopra og Porkeri.
Og næsta ár er ætlanin
eisini at knýta Hvalba, Sand
vík, Sumba og Árnafjørð
upp í sendinetið. Kortini
verður dentur ladur á, at
ætlanin veldst um fíggjarli
gu viðurskiftini, tí Televarp
ið skal rekast á vinnuligum
grundarlagið.
Hinvegin er útbyggingin
fyri 2009 og 2010 ikki enda
liga fastløgd enn, segði
Bjarni Djurholm.
Hóskvøldið fer Tórs
havnar Býráð at taka
støðu til at byggja
umstíddur bingju
havnina á Oyrareingj
um út
Útbygging
Áki Bertholdsen
Aki@sosialurin.fo
Nú verður ferð sett á arbeið
ið at byggja eina stóra far
mahavn á Oyrareingjum.
Tórshavnar kommuna kom
fyri nøkrum árum síðani til
tað niðurstøðu, at Oyrarein
gir er besta plássið í Tórs
havnar Kommunu at byggja
eina framtíðar farmahavn
á.
Og á býráðsfundi hós
kvøldið
fer
Tórshavnar
Býráð at taka støðu til eitt
uppskot um at gera økið
størri og at byggja eina stó
ra farmahavn á Oyrareingj
um.
Sum økið á Oyrareingjum
liggur beint nú, er tað einar
35.000 fermetrar og nøktar
sostatt bráneyðuga tørvin.
- Tørvurin á framtíðar
havnaøki er ringt at meta
um, men møguleiki er at
víðka økið á Oyrareingjum
til einar 200.000-300.000
fermetrar.
Men nú fer býráðið so at
viðgera eina ætlan um at
fara undir 1. byggistig av
eini farmahavn á Oyrareing
jum.
Hetta umfatar ein brygg
jukant upp á 150 metrar við
einum dýpi upp á 14 metrar.
Á havnarlagnum verður eitt
økið upp á 25000 fermetrar
asfalterað til bryggju og
bingjur.
Arbeiðið er boðið út og
løgsta tilboðið hevði J&K
Petersen, sum kann gera
arbeiðið fyri 53,7 milliónir,
men annars væntar býráðið,
at 11,5 milliónir koma aftur
at til projektering, eftirlit,
trygging, príshækkingar og
ymiskt óvantað.
Og
hóskvøldið
fer
býráðið so at taka støðu til
um arbeiðið skal gerast og
um 65,2 milliónir skulu
játtast til endamálið.
Nú er tíðin búgvin at
gera eina heildarætlan
fyri økið á Skálatrøð.
Eftir ætlan skal Skála
trøð leigast privatum
í 30-60 ár og á býráðs
fundi hóskvøldið fer
Tórshavnar Býráð at
taka støðu til málið
Býarmenning
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Skálatrøð einskiljast í 30-
60 ár Tórshavnar Býráð
ásannar, at stórur áhugi er
fyri at sleppa at gagnnýta
Skálatrøð á annan hátt enn í
dag, har so at siga alt økið
verður nýtt til alment park
eringspláss.
Býráðið heldur nú, at tíð
in er búgvin til at eina heil
darætlan fyri Skálatrøð og
økið rundanum Skálatrøð
og í hesi ætlanini, skal sting
ast út í kortið, hvussu økið
skal nýtast, hvussu byggjast
skal, hvussu ferðslan skal
skipast o.s.fr.
Og hetta skal gerast
soleiðis, at ætlanirnar verða
framdar í verki innanfyri
eitt lutfalsliga stutt áramál.
Býráðið heldur, at tað
hevur týdning, at almenn
ingurin fær atgongd til hav
nafrontin og verður rætt
atborið, kann Skálatrøð ger
ast ein sonn perla mitt í høv
uðsstaðnum, til gagns fyri
bæði borgarar, vinnulív og
mentunarlív.
Tí mæla tekniski stjórin í
býráðnum, býararkitekturin
og býarverkfrøðingurin til
at útskriva eina projektkapp
ing í Føroyum og hinum
Norðanlondum um at gera
eina heildarætlan fyri økið,
og at fremja ætlanina í ver
ki.
Tann, sum vinnur kapp
ingina, fær ræðisrætt á økin
um og skal fremja heildar
ætlanina við eini langtíðar
leiguavtalu á 30 til 60 ár. Tá
ið leigumálið er úti, skal
Tórshavnar Kommuna yvir
taka alt økið fyri eina ávísa
upphædd, sum verður ásett
samráðingum við tann, sum
leigar økið.
Í hesi ætlanini skulu byg
ningar sum eru verdir at
varðveita, ikki takast burtur,
men skulu kunna brúkast til
eitthvørt endamál.
Samstundis skulu privatar
ognir verða við í heildarupp
skotinum, so nógv, sum til
ber.
Samstundis kann upp til
25-30% av sjógvøkinum
fyllast út at byggja á, men
talið á smábátaplássum má
í mesta lagi minka 10%,
ella 30 pláss.
Í løtuni eru 210 parkering
spláss á Skálatrøð og har
skulu í mesta lagi 10% tak
ast burtur.
Annars skal framtíðar
bygging á Skálatrøð fevna
um bygging til mentanaren
damál, høli til fundir, skeið
og ráðstevnur, stevnur og
framsýningar, móttøkur og
veitslur, konsertir, fyrilestr
ar, skrivstovur til borgara
vendar tænastur, so sum
kunningarstova, ferðaskriv
stovur, almennar ella kom
munalar
borgaratænastur,
skrivstovur, men feløg slep
pa ikki at leggja høvuðssæti
við Skálatrøð.
Byggingin skal eisini fev
na um handlar, matstovur,
náttarlív, hotel,
Samanumtikið skal Skála
trøð verða eitt sjónligt og
eyðkendur varði fyri Tórs
havn sigur Býráðið og hós
kvøldið fer Býráðið at gera
av
um
kappingin
skal
útskrivast ella ikki.
Skálatrøð einskiljast í 30-60 ár
Skálatrøð skal vera ein sonn
perla í Havnini og tað skal
gerast á privatum grundarlagi
Nú fáa fleiri bygdir Televarpið
Gongst sum ætlað, fer at bera
til at síggja Televarpið í fleiri
bydum í ár og næsta ár
Bingjuhavnin á Oyra
reingjum byggjast út
Stór bryggja
Tórshavnar Havn fekk trý tilboð upp á arbeiðið at gera nýggja bingjuhavn á Oyrareingjum
í Kollafirði. Tað lægsta tilboðið var frá J&K Petersen, sum hevur boðið sær til at gera
arbeiðið fyri 53,7 mió. krónur umframt 11,5 mió. krónur fyri eftirlit, projektering og
aðrar útreiðslur. Atløgusíðan verður 150 metrar long, og har verður eitt 21.500 fermetrar
stórt asfalterað øki umframt 20.500 fermetrar, sum eisini verða tøkir.
Eingin kekkur
Tey, sum høvdu gingið og glett seg til at fáa barnakekk frá tí almenna, noyðast at brynja
seg við toli, tí tey fáa ongan kekk á hesum sinni. Landsstýrismaðurin Bárður Nielsen
hevur tikið uppskotið um barnakekkin aftur, tí starvsfelagi hansara í almannamálum
arbeiðir við onkrum í sambandi við barnastuðul, og tað kemur í heyst, sigur Útvarpið.
Hetta merkir, at verandi barnafrádráttur í skattinum er framvegis galdandi.