mánadagur 23. apríl 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ]
Framtíðin hjá Holst tryggjað
Skuldi Lyngby flutt upp í bestu deildina í summar, vil felagið
ikki keypa stórvegis styrk til liðið. Hetta sigur formaðurin í
felagnum, Birger Jørgensen.
- Verandi lið heldur fram, um vit flyta upp. Vit halda fast
við at menna ungu leikararnir, og vit meta samstundis, at
besta liðið hevur enn meir at vísa, sigur Birger Jørgensen
við bold.dk.
Tí skuldi plássið hjá Christian Lamhauge Holst ikki verið
í vanda, eftir at hann hevur havt eitt gott kappingarár aftur í
ár. Sáttmálin hjá føroyska áleyparanum gongur út summarið
2008.
Nýggj steypakapping í talvi
Fótbólturin, hondbólturin og flogbólturin hava seinastu árini
skipað fyri endatiltøkum, og nú bjóðar Talvsamband Føroya
til endatiltak á talvárinum. Tiltakið verður á Gjáargarði við
Gjógv annan leygardag.
Á skránni er steypakapping fyri lið. Kappingin fevnir um
níggju umfør. Seks telvarar verða á hvørjum liðnum, og
umhugsunartíðin verður eitt korter fyri hvønn telvaran. Tað vil
við øðrum orðum siga, at hvørt talvið verður ein hálvan tíma.
Talvsambandið sigur, at smærri feløg kunnu leggja saman eftir
avtalu við TSF, og at feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.
Tiltakið verður leygardagin 5. mai klokkan 11.
B68 eru eftir fimm
umfør einasta felagið
í tveimum teimum
ovastu deildunum,
sum framvegis hevur
fingið fulla úrtøku.
Nú eru teir næstu
fuglfirðingar og
vágamenn í FSV04
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í fjør flutti B68 fyri aðru
ferð innan stutta tíð niður
úr bestu deildini. Fyrru ferð
ina var steðgurin í næstbestu
deildini bara eitt ár. Eftir at
fimm umfør eru fingin frá
hondini í hesum kappingar
árinum bendir alt á, at
steðgurin hjá toftamonnum
í næstbestu deildini heldur
ikki hesa ferð verður serliga
langur.
Stigatalvan segði frá topp
uppgerð, tá ið B68 vitjaði í
Leirvík. Har var klassamunur.
B68 var væl betri skipað enn
heimaliðið, og tá ið eitt korter
var farið, vóru toftamenn væl
og virðiliga á sigurskós. Ovi
Magnussen setti hol á eftir
horna, og Alexandro økti
eftir uppspæl í høgru, innlegg
og út frá aftur.
Fimm minuttir undan
steðginum fekk LÍF mót av
nýggjum, tá ið Bárður á Lakj
uni við fremra stólpan eftir
innlegg frá Sølva Vatnhamar
úr høgru stýrdi bóltinum í
málið. Men gleðin var stokk
ut, tí minuttin seinni tamdi
Mortan Hansen innlegg
úr høgru frá væl upplagda
Kristian Antoni Andreasen
og sendi í málið til 3-1 B68
leiðslu.
Eftir steðgin hevði heima
liðið bóltin væl meiri, enn teir
høvdu havt frammanundan.
Teir megnaðu tó ikki at
seta málið hjá Gunnar á
Steig undir trýst, og í staðin
var tað sera ágrýtni Jósup
Henriksen, sum eftir kiksaða
LÍF rangstøðufellu skoraði
til 4-1.
Andzej er gull verdur
ÍF og FSVágar vunnu triva
ligar heimasigrar og hava 10
stig í part – fimm færri enn
oddaliðið. Fimm fuglfirðingar
vóru millum teir fyrstu ellivu
á ÍF liðnum, sum smurdi SÍ
av 6-0. Nenad Saric setti hol
á beinanvegin, og eftir hálvan
tíma økti Bartal Eliasen við
stútara eftir horna. Sjey
minuttir eftir steðgin økti
Nenad Saric eftir kontra, og
Bartal Eliasen økti til 4-0 við
brotssparki, sum varð dømt,
tí innskifti Vincent Jacobsen
varð hildin í brotsteiginum.
Elvan Taser lyfti eftir
uppspæl í høgru upp um SÍ
málverjan, Sunvard Joensen,
og eftir uppspæl í vinstru
staðfesti Atli Petersen tennis
eggið í tíðini, sum dómarin
hevði lagt afturat.
Á Valloyrini vóru teir á
heimaliðnum kløkkaðir, tá
ið Johan Ellingsgaard beinan
vegin legði B36 framum og
harvið skoraði fyrsta B36
málið í ár. Næstsíðsta fótin
á bóltinum átti B36 venjarin,
Kurt Mørkøre.
Andrzej Stretowicz var
stóri maðurin hjá FSV04. Í 1.
hálvleiki skoraði hann tvær
ferðir – stútari eftir horna og
retur eftir skot í stólpa - og í
evstu løtu staðfesti hann 5-
1 heimasigurin. Karl Jóhan
Djurhuus og Jógvan Holm
skoraðu hvør sítt mál í 2.
hálvleiki, sum var eyðkendur
av, at alt varð avgjørt, tá ið
FSV04 beinanvegin økti um
leiðsluna.
Rimmar KÍ-sigur
Í Gundadali vóru nógvir ung
lingar á næstbestu liðunum hjá
HB og KÍ. Unglingaspælarin
Páll Klettskarð setti hol á,
eftir at miðvallarin Kristian
á Lakjuni hevði spælt hann
leysan. Jón Jacobsen lyfti úr
vinstru bóltin upp um Birgir
Poulsen í HB málinum til 2-
0, og unglingaspælarin John
Hammer økti til 3-0 eftir
innlegg úr høgru frá Kristiani
Andreassen. Tá vóru átjan
minuttir farnir og harvið var
KÍ sigurin vísur.
Tveir HB spælarar sóu
reytt í 2. hálvleiki. Beinan
vegin eftir at Vagnur Mohr
Mortensen var vístur av
vøllinum, minkaði Tróndur
Sigurðsson um munin
við beinleiðis frísparki.
Krzystof Popczynski setti
seg sjálvan inn á HB liðið,
men unglingaspælarin hjá
KÍ, Álvur F. Christiansen,
tók síðsta spenningin úr
uppgerðini, tá ið hann varð
spældur leysur og sneiddi
framvið
málverjanum,
áðrenn hann skoraði. Super
veteranurin, Marek Vierz
bicki, sum stutt framm
anundan var komin á vøllin,
staðfesti við frísparki 5-1 KÍ
sigurin.
Tað endaði við trivaligum
sigri, men tað gekk striltið hjá
TB ímóti teimum næstbestu
hjá NSÍ. Í 1. hálvleiki fekk
heimaliðið bara málið, sum
Dan Mortensen skoraði eftir
uppspæl í vinstru og innlegg.
Óli Johannesen økti við bein
leiðis frísparki, og síðstu
fimm minuttirnar skoraði
TB tvey mál afturat.
Toftamenn eru flúgvandi
Klaksvíkingar vunnu sera
týdningarmiklan sigur, tá teir
vitjaðu HB í Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen
HB-KÍ 1-5 (0-3)
0-1: Páll Klettskarð 11.
0-2: Jón Jacobsen 14.
0-3: John Hammer 18.
1-3: Tróndur Sigurðsson 57.
1-4: Álvur F. Christiansen 70.
1-5: Marek Vierzbicki 86.
Reytt kort: Vagnur Mohr Mortensen, HB, 56., Iohan
Borðoy, HB, 86.
LÍF-B68 1-4 (1-3)
0-1: Ovi Magnussen 5.
0-2: Alexandro Casthilio 15.
1-2: Bárður á Lakjuni 40.
1-3: Mortan Hansen 41.
1-4: Jósup Henriksen 80.
ÍF-SÍ 6-0 (2-0)
1-0: Nenad Saric 10.
2-0: Bartal Eliasen 29.
3-0: Nenad Saric 52.
4-0: Bartal Eliasen 80.
5-0: Elvan Taser 81.
6-0: Atli Petersen 90.
FSV04-B36 4-1 (2-1)
0-1: Johan Ellingsgaard 14.
1-1: Andrzej Stretowicz 20.
2-1: Andrzej Stretowicz 24.
3-1: Karl Jóhan Djurhuus 49.
4-1: Jógvan Holm 67.
5-1: Andrzej Stretowicz 90.
TB-NSÍ 4-0 (1-0)
1-0: Dan Mortensen 26.
2-0: Óli Johannesen 58.
3-0: Olivur Abrahamsen 81.
4-0: Dan Mortensen 86.
FAKTA um 1. deild