Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 79 - 25. apríl 2007 Stjórin í altjóða danska felagnum Blue Water Shipping, handaði leygardagin sínum 750 starvs­fólk­ um 75 prosent av virðisbrøvunum í fyritøkuni sum gávu. Smyril Blue Water er dótturfelag hjá fyri­ tøkuni, og har starv­ ast 19 føroy­ingar, sum soleiðis eisini fáa ágóðan av stórfingnu gávuni VINNA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kurt Skov er hevur átt og rik­ið flutningsfyritøkuna Blue Water Shipping, síðani hon varð stovnað í 1972. Hann hevur 750 fólk í starvi, deildir kring allan knøttin – eisini í Føroyum. Blue Water Shipping er størsta privata flutnings­fyri­ tøkan í Danmark. Leygardagin kallaði Kurt Skov starvsfólkini saman til ein fund, har hann boðaði frá avgerð sínari. Starvsfólkini koma fram­ yvir at eiga 75 prosent av fyritøkuni. Hetta gjøgnum ein júst stovnsettan grunn, Blue Water Fonden, ella grunn­urin um man heldur vil tað. – Eftir nógva umhugsan og drúgvar samtalur við familju, sakførara og ráð­ geva mín, um framtíðar bygn­aðin hjá fyritøkuni, eri eg komin til ta niðurstøðu, at besta loysnin er at stovn­ seta ein vinnurekandi grunn, Blue Water Fonden. – Tí lati eg nú 75 prosent av virðisbrøvunum, og har­ við eisini avgerandi ávirk­an­ ina í fyritøkuni, til Blue Wat­er Fonden, sigur Kurt Skov í tíðindaskrivi. Hini 25 prosentini varðveitir Kurt Skov og familja hans­ ara. Føroyingar fáa part Blue Water Shipping hevur í dag 45 skrivstovur í til­ samans 24 londum. Í Føroy­ um eiga teir dótturfelagið Smyril Blue Water, har til­ samans 19 starvsfólk eru. Hesi eru partur av teimum 750 fólkunum, sum nú hava fingið 75 prosent av fyri­tøk­ uni í gávu. Á Smyril Blue Water fingu tey almennu boðini mána­dagin, men sjálvandi høvdu tey hoyrt um tað frammanundan. Hetta er kortini so mikið fekst, at tá vit hittu starvsfólkini á orði mikumorgunin vistu tey ikki ítøkiliga, hvat hetta inni­ber. Í veruleikanum merkir hetta tó, at tvey prosent av hesum eiga starvsfólkini í Føroyum. Hvat hetta síðani hevur við sær fer tíðin at vísa, men greitt er nú, at verður fyritøkan einaferð seld í framtíðini, so verða tað tey 750 starvsfólkini, sum býta vinningin av teim­ um 75 prosentunum. Her fáa tey 19 føroysku starvs­ fólk­ini eisini sín part av køk­uni, tí tey eru nú parta­ eigarar í flutningsfelagnum, sum umsitur fyri meiri enn tvær milliardir árliga. Ongantíð til sølu Blue Water Shipping er í dag ein spennandi fyritøka við góðum umdømi og sterk­um kapitali. – Sjálvandi hava fyritøkur vent sær til mín og bjóða nógvan pening, men hetta hevur ongantíð freistað meg. Blue Water hevur nevni­liga ongantíð verið til sølu, líkamikið hvør prís­ urin er, staðfestir Kurt Skov í tíðindaskrivinum. Í sama skrivi verður víst á, at Blue Water Shipping er ein heimsumfevnandi fyri­tøka. – Henda kósin skal hald­ ast, men eg ynski at varð­ veita felagið á donskum hond­um, og at hava høvuðs­ sætið í Esbjerg framyvir eisini. – Vit fara framhaldandi at stýra menningini, og lata okkum ikki bara ávirka og mátast av fígging, umsiting, partabrævavirðum og teim­ um klóku fólkunum á Børsen, ljóða avgjørdu boð­ ini frá 60 ára gamla Kurt Skov. Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Kurt Skov gevur burtur av ognum sínum. Lokalu ítrótt­arfeløgini hava eisini notið ágóðan av hansara fíggj­arliga stuðli. Hetta sæst kanska einamest aftur í, at leikvøllurin hjá SAS- ligu felagnum Esbjerg ber navnið Blue Water Arena. Føroyingar fingu stórfyritøku í gávu Blue Water Shipping: Stovnað 1972 750 fólk starvast har Høvuðssætið er í Esbjerg har 170 fólk starvast Blue Water Shipping 45 skrivstovur í 24 londum Í dóttirfelagnum Smyril Blue Water starvast 19 fólk 21. apríl varð Blue Water Fonden stovnsettur, har 75 prosent av virðis­ brøvunum fara – hini 25 prosentini varðveitir familjan Skov FAKTA Starvsfólkini á Smyril Blue Water uttanfyri í mjørkanum í morgun. Tey eru bæði fegin og bilsin um, at tey nú eru partaeigarar í stóru fyritøkuni, sum umsitur fyri tvær milliardir árliga Mynd: Jens Kr. Vang Søgan um Smyril Blue Water í stuttum: Smyril Blue Water er fyrrverandi farmadeildin hjá Smyril Line. 1. apríl 2005 keypir Blue Water Shipping 50 prosent av hesi deild. Seinni, tá Hotel Føroyar eisini verður selt, keypir Blue Water Shipping hina helvtina hjá Smyril Line, soleiðis at teir eiga gomlu farmadeildina burturav. Blue Water Shipping hevur annars havt virksemi í Føroyum síðani einaferð í áttatiárunum, og verið høvuðsagentur hjá Smyril Line og umboð hjá Strandferðsluni hesa tíðina. Dýr vindorka Í Danmark hevur stjórnin sett sær fyri, at í 2025 skal helmingurin av elnýtsluni hjá dønum koma frá vindmyllum, sum skulu standa á sjónum. Men tað fer at kosta at leggja um til vindorku. Eitt er, at elorkan frá vindmegi verður dýrari fyri brúkaran enn onnur elorka, og harafturat verður tað neyðugt at byggja verandi elkervi út. Hetta seinasta fer sambært einari kanning at kosta meiri enn 20 mia. krónur, skrivar Jyllands-Posturin. Nevndin í Smyril Blue Water: Óli Hammer, nevndar­ formaður Tummas Magnussen, nevndarlimur Kurt Skov, nevndarlimur Allan Jung, nevndarlimur Leiðari hjá Blue Water Shipping í Føroyum er Heðin Joensen