Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 79 - 25. apríl 2007 ] Arsenal Føroyar stovnað leygardagin Útivið hundrað fólk vóru leygardagin møtt á stovnandi aðalfundinum hjá nýggja fjepparafelagnum Arsenal Føroyar, sum nú er klárt at fara til verka. Fótbóltur tíðindaskriv Fyrrapartin leygardagin var Manhattan í Havn á tremur við Arsenal- fjepp­arum, ið allir vóru komnir á stovnandi aðal­ fundin hjá nýggja fjepp­ ara­felagnum Arsenal Før­oyar. Og klokkan trý korter til tólv, tá upp­ skotið til viðtøkur fyri felagið varð sam­tykt, var felagið veruleiki. Umframt at fáa við­tøk­ urnar upp á pláss, skuldi eisini nevnd velj­ast, og í fyrstu nevndina, sum gjørdi skjótt av og skipaði seg beinanvegin, komu Leivur Holm, formaður, Dánjal Samuelsen, kassa­­meistari og næst­ for­maður, og Sigrid Mid­­jord, skrivari. Til­ taks­­limir eru Magnus Jak­ob­sen og Hilmar Jan Hansen. Ólavur Jak­ob­ sen var valdur til grann­ skoðara. Ein uppteljing vísti, at útivið hundrað fólk vóru møtt á fundinum, so sigast má, at Arsenal Føroyar fekk eina flúgv­ andi byrjan. Fyrsta nevndin í nýstovnaða Arsenal Føroyar varð vald leygardagin Tíggju útidystir uttan tap AaB setti um vikuskiftið met, tá teir vunnu útidystin móti Viborg í donsku superliguni. Talan var nevnliga um tíggjunda útidystin á rað, har AaB ikki tapti, og hetta er met. Verður kappingarárið í fjør roknað við, hevur AaB bert tapt ein av seinastu 16 útidystunum, og tað er merkisverd góð tøl. Hinvegin hevur ikki gingið eins væl á heimavølli, og tí er liðið í løtuni á fjórða plássinum í donsku superliguni. Theatre of dreams livdi enn einaferð upp til navn sítt, tá Old Trafford í gjár legði gras til eitt brak av eini hálvfinalu Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað varð tosað um Ronaldo hjá Manchester United, sum júst er kosin sum besti spælarin í Onglandi. Ein spælari, sum fleiri eisini hava nevnt sum kandidat til heitið sum ársins spælari í heiminum. Eisini varð tosað um Kaká hjá Milan. Hann er kanska spælarin, sum kann bjóða Ronaldo av í hesum dystinum, og tað er neyvan nakar ivi um týdningin, sum hann hevur fyri Milan. Kaká við yvirlutan Og leingi var talan eisini um dystin millum hesar báðar. Ronaldo skuldi bara brúka fimm minuttir, áðr­enn hann hevði lagt vert­irnar á odda. Styrkin í luftini kom til sjóndar, tá hann var fyrstur á einum Giggs-hornasparki. Og hóast bólturin brast í krovið á Dida, so fekk brasilski Milan-málverjin ikki forðað stiklandi bóltinum í at sníkja seg undir tvørtræið. Men Kaká tóktist kortini seta seg á dagin. Um miðjan hálvleikin sýndi hann sína helst sterkastu síðu, tá hann brádliga rykti í holinum millum miðvøll og álop. Ein brotpart av einum sekundi ivaðust Carrick og Brown í, hvør teirra skuldi fylgja manninum, og stóð 1-1. Og tað gjørdist meira Kaká. Milan vann sær alt betri tak á dystinum, og tá so Evra heldur klossut rendi seg inn í Heintze, kundi ein púrasta leysur Kaká senda í netið til 2-1. Rooney stjól myndina Og so hevði Milan dystin, júst har teir vildu hava hann. Bólttryggu italiumenninir fluttu bóltin runt í vøkrum mynstrum, og tað var rár hending, at heimaliðið yvir høvur fekk spælt seg til møguleikar. Og framman fyri Stretford End hevði Kaká tveir risa-møguleikar at økja um leiðsluna. Men tveir skaðar órógvaðu kanska Milan meira, enn gott var. Paolo Maldini noyddist skaddur út í steðginum, og eftir 53 minuttir og nærum sjey kilometrar var Gattuso brádliga liðugur. Ronaldo tóktist hava ilt við at seta seg ígjøgnum í vinstru, har Oddo hevði gott tak á, men brádliga stjól Rooney myndina. Saman við Scholes, Fletcher og Giggs var hann maðurin, sum nú veruliga fekk ferð á United- maskinuna. Og tá Scholes í besta Laudrup-stíli vippaði inn um verjuna, var Rooney ikki seinur at taka av. Í evstu løtu Javnleikurin var kanska til at liva við hjá heimaliðnum, men teir trýstu støðugt eftir sigursmálinum. Tríggjar ferð­ ir høvdu teir góðar frí­sparks­ støður, eftir at Rooney varð feldur av italsku verjuni, men hvørki Giggs ella Ronaldo megnaðu at gera sær dælt. Men tað gjørdi Rooney, tá hann í yvirtíðinin fekk møguleikan. Talan var kanska um einastu ferðina, at United fekk víst kvika umstillingsspæli, tá teir vunnu bóltin av einum Milan- álopi. Giggs varð sendur avstað, og tá hann slepti til Rooney, høgdi bretin til fyrstu ferð, og so fekk Dida illa gjørt annað enn hugt at bóltinum, sum smoygdi sær inn um nærmasta stólpa. 3-2 til Manchester United, sum við hesum vann sær fyrimunin undan seinnu uppgerðini. Um tað er nóg mikið á San Siro, er so eitt annað mál. Og undir øllum umstøðum skulu reyðu devlarnir helst rokna við, at tað er neyðugt at skora. Rooney í dreymalandi Saman við Scholes og Giggs var Rooney stóri spælarin hjá Manchester United týskvøldið. Her fegnast teir saman við John O’Shea um fyrra málið frá Rooney Mynd: Polfoto/AP Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Bragdinum Føroya Banki hevur gjørt stuðulsavtalu við Bragdið um at vera høvuðsstuðul hjá felagnum komandi tvey árini. Bragdið, sum er felag fyri frælsan ítrótt í Føroyum, skipar árliga fyri fimm høvuðskappingum, sum serliga nógv verður gjørt burturúr. Talið á íðkandi í hesum kappingum er stórt og støðugt vaksandi. Poula Michelsen Kass, marknaðarleiðari í Føroya Banka, fegnast um avtaluna við Bragdið. - Avtalan samsvarar neyvt við heilsupolitikkin hjá Føroya Banka, sum er at íbirta og stuðla einum sunnari livihátti í samfelagnum. Á myndini síggjast Poula Michelsen Kass og Robert Wilhelmsen, formaður fyri Bragdið, undirskriva avtaluna.