mikudagur 25. apríl 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 79 - 25. apríl 2007
23
Stutt sagt
Eigur at
fara frá
Trýstið á stjóran í Heims
bankanum, Paul Wolfo
witz, herðist í hvørjum,
eftir at tað er komið fram,
at hann hevur givið unn
ustu síni, meiri enn eina
mió. krónur í lønarhækking
uttan at spyrja stýrið fyrst.
Í gjár skrivaðu 42 fyrrver
andi starvsmenn í banka
num eitt alment bræv, har
teir
gjørdu
greitt,
at
umdømi
Heimsbankans
er í vanda, um stjórin verð
ur sitandi. Stovnurin IEG,
sum millum annað heldur
eyga við virkseminum hjá
Heimsbankanum, sigur í
einari frágreiðing, at tað,
sum Paul Wolfowitz hevur
gjørt, hevur verið til skaða
fyri trúvirði bankans, og
at trupulleikin má loysast.
Stýrið í bankanum um
røddi støðuna seinasta
fríggjadag, men útsetti
avgerðina til hesa vikuna.
Paul Wolfowitz var ameri
kanskur varaverjumálaráð
harri og mettur sum ein
av heykunum í ameri
konsku stjórnini, áðrenn
hann gjørdist stjóri í
Heimsbankanum.
Toyota
størst
Heimsins størsta bilverk
smiðja er ikki longur
amerikonsk. Í seinasta árs
fjórðingi seldi japanska
Toyota 2.348.000 bilar
um allan heimin, og tað
var meiri enn amerikanska
General
Motors,
sum
seldi 2.260.000 bilar í jan
uar ársfjórðingi. General
Motors, sum ger bilar av
sløgunum Opel, Chevrolet
og Saab, hevur havt stórar
trupulleikar á amerikanska
marknaðinum, og tað hev
ur boytt fyritøkuna at lata
fleiri deildir aftur. Hjá
Toyota er støðan tann
øvugta. Fyritøkan hevur
bygt nýggjar verksmiðjur
fyri at nøkta tann veksandi
eftirspurningin.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
- Søgan um, hvussu bróðir mín doyði, bleiv falsað
fyri at bjarga uttanríkispolitikkinum
(Kevin Tillman)
útlond
Amerikanska verju
málaráðið og herurin
hava roynt at gera
hermenn til hetjur
fyri at fáa undirtøku
fyri krígnum í Irak og
Afghanistan
Tvær av hesum hetjunum
vóru Jessica Lynch og Pat
Tilman, sum sambært verju
málaráðnum og herinum
vóru tvey góð dømi um tær
amerikonsku
krígshetjur
nar, sum berjast ímóti ein
um harðrendum og eirinda
leysum fígginda.
Men søgurnar um Jessicu
Lynch og Pat Tilman eru
ósannar, og tað fáa ameri
kanararnir nú at vita í einari
hoyring
í
Kongressini.
Amerikonsku fjølmiðlarnir
hava leingi víst á, at verju
málaráðið og herurin søgdu
ósatt um Patriciu Lynch og
Pat Tilman, og hoyringin í
Kongressini skal ætlandi
avdúka, um nakar kann
dragast til svars fyri ósann
indini og fyri at hava logið
fyri amerikanska fólkinum.
Søgan um Jessicu Lynch
fór sum eldur um allan
heimin, tá hon bleiv tikin
og burturflutt í Irak í mars í
2003. Tað eydnaðist ameri
konskum hermonnum at
fría hana eina viku seinni,
og bjargingin bleiv umrødd
sum sera vandamikil, og
hermenninir, sum vóru við
í bjargingini, vórðu lýstir
sum rættar hetjur, ið høvdu
fullført eitt satt hernaðarligt
bragd. Tann 19 ára gamla
Jessica Lynch bleiv umrødd
sum amerikanska kvinnan,
ið hevði sett seg upp ímóti
sínum fíggindum, og mynd
ir av sárum, sum hon hevði,
fóru um allan heimin.
Men hetta var als ikki so.
Bjargingin var als ikki so
vandamikil, sum herurin
segði hana vera, og sárini
hevði Jessica Lynch fingið
í einum ferðsluóhappi.
Duldu sannleikan
Søgan um Pat Tilman var
uppaftur verri. Tá hann
doyði í Afghanistan í 2004,
fingu tey avvarðandi at vita,
at hann var fallin í bardaga
við fíggindan. Hetta vísti
seg kortini ikki at vera so. Í
veruleikanum
vóru
tað
amerikanskir hermenn, sum
skutu Pat Tilman av mis
gáum, men hóast herurin
og verjumálaráðið vistu
tað, fingu tey avvarðandi
ikki sannleikan at vita fyrr
enn langt aftaná.
- Ein syndarlig vanlukka
bleiv broytt til eina eggjandi
søgu fyri at bjarga landsins
uttanríkispolitikki í Irak og
Afghanistan, segði bróðir
Pat Timan undir hoyringini
í Washington mánadagin.
Hann var hermaður í somu
deild sum bróðurin. Avhoyr
ingin mánadagin vísti, at
avgerðin um at falsa frá
greiðingina um tað, sum
hendi Pat Tilman, bleiv tik
in í at kalla somu løtu, sum
hann doyði.
Formaðurin í hoyringar
nevndini, Henry Waxman,
segði í gjár, at nevndin fer
at leggja dent á at kanna,
hvussu
nógv
táverandi
verjumálaráðharrin, Donald
Rumafeld, og Hvítu Húsini
vistu um tær falsaðu hetju
søgurnar úr Irak og Afghan
istan.
Í mong ár var Or
Uunartouq Qeqertoq
eitt nes, men nú
ísurin er bráðnaður,
vísir tað seg, at tað er
ein oyggj
Í 1985 varð hildið, at Or
Uunartouq Qeqertoq var
eitt nes, og í 2002 vístu
fylgisveinamyndir, at nesið
var rættiliga smalt inni við
meginlandið. Men myndir
frá 2005 avdúka, at talan er
als ikki um eitt nes, men
um eina oyggj.
- Grønlandskortið má
teknast av nýggjum, sigur
amerikanski Grønlands-ser
frøðingurin Dennis Schmitt
við bretska blaðið The
Independent.
Men kanska eiga kort
teknararnir at bíða, tí sam
bært veðurlagsgranskarum
kunnu fleiri oyggjar afturat
koma undan grønlendska
ísinum í komandi árum.
– Eg var eingin hetja
Grønlendingar
fingið eina
oyggj afturat
Ringurin vísir ta higartil
ókendu oynna
-Eg var ikki tann hetjan, sum
herurin segði meg vera, segði
Jessica Lynch í hoyringini í
gjár
Krevja censur
Iranar eru í øðini inn á filmin
”300”, tí teir vilja vera við, at hann
gevur eina skeiva mynd av hesum
partinum av persisku ella iransku
søguni og iranska fólkinum. Fleiri
mótmælisgongur hava verið í Iran,
síðani filmurin kom fram, og í gjár
frættist, at iranska sendistovan í
Noregi hevur biðið norsku myndug
leikarnar censurera filmin, nú
hann verður vístur í norskum bio
hallum. Norska mentamálaráðið
hevur víst kravinum aftur og biður
sendistovuna fara í rættin, um hon
heldur fast um kravið.