Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 79 - 25. apríl 2007 Fólk lata ofta smábørn spæla við fartelefonini, og tað er í heilum, at alarm 1-1-2 fær uppringing frá teimum TELEFONÓRÓGV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fartelefonin er eitt hent tól, tað munnu tey flestu vera samd í. Gaman í hoyrast javn­an ávaringar um bæði hetta og hatta í sambandi við hesi tól, krabbaelvandi nú, høvuðpínuvekjandi tá. Tað er so tað, sum tað er. Men vandi er í hvørjari væl­ ferð. Lítið hoyrist um tað til gerandis, men tað er í heil­ um, at smábørn ringja til alarm 1-1-2. Og tað er órógv­andi. - Ja, tað hendir ofta; í meðal einaferð um dagin, váttar vakthavandi á politi­ støðini. Summar dagar er friður í so máta, men aðrar dagar kann tað henda fleiri ferðir, at smábørn trýsta 1-1-2 og ringja til alarmsentralin. - Vit royna at fáa fatur á onkrum vaksnum, og við­ hvørt ber tað til. Men onkun­ tíð letur tað seg ikki gera, og tá er einki annað at gera, enn at leggja á, sigur vakt­ havandi. Uttan SIM-kort Sagt verður av politistøðini, at tað serliga er um morg­ unin og um vikuskiftið, at tað er serliga nógv órógv av smábørnum, sum ringja 1- 1-2. Um morgunin hava for­ eldrini ofta nógv um at vera, og tá síggja børnini sær helst ein kjans at »snubba« fartelefonina at spæla við. Og um viku­skift­ ið er tað helst tí, at foreldrini vilja sova eina løtu longri enn vanligt, og so hava børn­ ini frítt spæl. Tað serliga við fartele­fon­ ini er, at tær nýtist ikki at kenna PIN-kotuna fyri at ringja 1-1-2, telefonin ring­ ir kortini. Sama er, um tú hev­ur talutíðarkort, og eingir pengar eru eftir á korti­num. Til ber kortini at ringja 1-1-2 og fáa fatur áalarm­sentralinum. Men tað, sum er mest undrunnarsamt, og sum helst ógvuliga fá fólk vita, er, at tað eisini ringir uppá hjá alarmsentralinum, um ringt verður við einari tele­ fon við ongum SIM-korti! Tað er uttan iva ógvuliga vanligt, at foreldur, tá tey skifta fartelefonina út, geva børnunum ta gomlu at spæla við. Eingin hugsar um, at tað er nakar vandi, tá einki SIM-kort er í. Men so er ikki. Bert telefonin er tendr­­að, kann uttan nakað hóvasták ringjast til alarm­ sentralin. Og hann skal sum kunnugt bert nýtast í ram­ asta álvara, og ikki til spæl! Smábørn ringja – ótilvitað – í meðal eina ferð um dagin til alarmsentralin. Og tað órógvar Modellmynd Smábørn órógva alarm 1-1-2 • • • 1 kr. 269,- 2 kr. 369,- 3 kr. 609,- Hvat kostar bíligasta haldið hjá Rate fo ? Flat . send: flatrate 1 til 1919 send: flatrate 2 til 1919 send: flatrate 3 til 1919 “ “ “ “ “ “ Tann hepni verður drigin leygardagin kl. 18:00 og kunngjørdur í Sosialinum mánadagin Vinn eina farteldu Alt hetta kanst tú vinna í einum hesa vikuna. Atkvøð nú og ver við í kappingini hesa vikuna. Ein atkvøða kostar 5 kr. + vanligan SMS takst. • • • við breiðbandstelefon við tráðleysum beinara við ókeypis haldi í 3 mðr Frá Rate fo Flat . Flat . Rate fo tel. 60 60 60 KAPPINGIN hesa vikuna E i n T Æ N A S T A f r á