mikudagur 25. apríl 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 79 - 25. apríl 2007
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
– Felagið virðir ikki okkara arbeiði, og nú vilja teir
eisini snýta okkum fyri okkara samsýning
Tomislav Sivic, venjari hjá Spartak Subotica
ítróttur
FM-finalurnar í bad
minton hjá yngru deild
unum varð spælt í Bad
mintonhøllini í Havn um
vikuskiftið. Vinnararnir
í ymsu deildunum vórðu
hesi:
U11 gentur
1 Svanna Poulsen VÍF
2 Heidi Hansen
VÍF
3 Ása E.Nielen MBF
Dreingir:
1 Sámal Joensen
ÍF
2 Janus E.Nielsen MBF
3 Aki Egilsnes
VÍF
U13 gentur
1 Rannvá D.Carlsson
HBF
2 Lilja Luid
HBF
3 Randi Virgarsdóttir
VÍF
Dreingir:
1 Leivur Joensen
ÍF
2 Arnold Kristiansen ÍF
3 Magni Hansen
ÍF
U15 Gentur
1 Guðrið Poulsen VÍF
2 Súsanna Poulsen VÍF
3 Birita Poulsen
VÍF
Dreingir
1 Ári Ó. Ellingsgaard
ÍF
2 Ári J. Ellingsgaard
HBF
3 Andreas Poulsen HBF
Kvinnuunglingar:
1 Brynhild D. Carlsson
HBF
2 Óluvá Bærentsen ÍF
3 Fióla Luid
HBF
Mansunglingar:
1 Flóvin S.Mikkelsen
HBF
2 Fríði Lamhauge HBF
Mixdouble:
1 Flóvin S.Mikkelsen/
Brynhild D.Carlsson
HBF/HBF
2 Fríði Lamhauge/
Óluvá Bærentsen
HBF/ÍF
Double, kvinnuung
lingar:
1 Brynhild D.Carlsson/
Fióla Luid HBF/HBF
2 Sigrid G.Dalsgaard/
Óluvá Bærentsen
HBF/ÍF
Hjá gentum 13 vann
Rannvá D. Carlsson
kappingina framman
fyri Lilju Luid og Randi
Virgarsdóttir
Tomislav Sivic hóttir
við endurgjaldskravi
móti FC Spartak
Subotica, sum ikki
hevur rindað lønina,
sum venjarin átti til
góðar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tomislav Sivic, sum ætl
andi skuldi venda aftur til
Føroya undir hesum kapp
ingarárinum, hevur í sein
astuni virkað sum venjari hjá
Spartak Subotica í Serbia.
Her hevur tó ikki gingist
nakað serligt, og tá Spartak
um vikuskiftið tapti 7-1 fyri
Borca, var hetta samstundis
seinasti dysturin hjá Tomislav
Sivic við stýrisvølin.
Kanska var úrslitið í
sjálvum sær nóg mikið hjá
leiðsluni. Men beinleiðis
orsøkin til, at Sivic ikki long
ur er í felagnum, er, at hvørki
hann ella hjálparvenjarar
hansara hava fingið løn
hendan mánaðin. Hósdagurin
í farnu viku varð settur sum
evstamark, og tá pengarnir
framvegis ikki vóru komnir,
møttu hvørki Tomislav ella
hinir í venjarahópinum upp
mánadagin.
Hetta verður av leiðsluni
tulkað soleiðis, at Tomislav
sjálvur hevur sagt upp, men
hesum noktar venjarin tó
fyri. Hann sigur við lokalu
fjølmiðlarnar, at treytirnar
í sáttmálanum ikki vórðu
hildnar, tí leiðslan ikki skil
á fíggjarviðurskiftunum hjá
felagnum.
- Felagið virðir ikki okkara
arbeiði, og nú vilja teir eisini
snýta okkum fyri okkara
samsýning, sigur Tomislav
Sivic, sum nú hóttir við at
stevna FC Spartak og stjór
anum í felagnum.
Sivic hóttir við sakarmáli
7-1 tapið fyri
Borca gjørdist
seinasti dysturin
hjá Tomislav Sivic
við stýrisvølin í
Spartak Subotica.
Enn resta tó nógvir
pengar í, áðrenn
Sivic hevur slætt
borð, og saman
við hjálparvenjara
sínum ætlar
hann tí at stevna
felagnum og
stjóranum
Mynd: Alexander
Djorovic
Enn hevur Chelsea
ikki somikið sum
skorað móti Liver
pool í Champions
League. Skulu teir
bláu gera dreymin hjá
Abramovich til
veruleika, verður
hetta tó neyðugt, tá
liðini í kvøld spæla á
Stamford Bridge
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir brakið á Old Trafford
í gjár eru øll ensk eygu nú
vend móti London, har talan
er um reina enska hálvfinalu
í Champions League. Og tað
ger ikki uppgerðina minni
áhugaverda og merkisvera,
at talan er um mest vinnandi
enska felagið, sum við
siðvenju sínari skal royna at
standa kurl móti russiskku
milliardunum, sum Roman
Abramovich hevur sprænt í
felagið.
Nervakríggj
Á pappírinum er Chelsea
kanska favorittur. Og í øllum
førum hava teir so nógv tann
dýrara hópin av liðunum
báðum. Men samstundis er
tað ein veruleiki, at Chelsea
enn ongan tíð hevur bast
Liverpool í Champions
League høpi. Hagtøl, sum
ikki gerast veikari, tá lagt
verður afturat, at Chelsea
ikki somikið hevur skorað
móti teimum reyðu frá Mer
seyside.
Og ikki óvæntað er
Chelsea-venjarin,
José
Mourinho, farin at flyta fok
us frá hagtølunum yvir á
aðrar lutir, sum fólk so kunnu
trætast um. Ikki minst hevur
tað fingið ilt í Liverpool-
fjepparar, at Mourinho longu
nú staðfestir, at ætlanin
hjá Liverpool er at fáa
fleiri leikbann til Chelsea.
Undan fyrru uppgerðini eru
Drogba, Cole, Robben, Cech
og Diarra bert eitt gult kort
frá leikbanni.
Dýr stig
Hetta eru tó lutir, sum Rafael
Benitez als ikki tímir at
kjakast um. Hann sigur seg
heldur vilja fyrireika seg til
dystin, og í hesum gevur
hann ikki stórvegis gætur,
at starvsfelagi í Chelsea
gremur seg um skaddar og
troyttar spælarar.
- Teir hava brúkt eina
rúgvu av pengum seinnu
árini, og teir hava kanska
sterkasta hópin í landinum.
Eg hoydi eisini onkran siga,
at Chelsea hevur vunnið 60
stig fleiri enn vit seinastu trý
árini. Men hvussu nógv man
hvørt av hesum stigunum
hava kostað teimum í peng
um, spyr Benitez, áðrenn
hann aftur vísir til góðu hag
tølini.
- Vit halda okkum kunna
gera tað aftur. Vit skulu skora
og annars halda málið reint.
Tað hava vit fyrr gjørt á
Stamford Bridge, og megna
vit tað aftur hesaferð, hava
vit ein sera góðan møguleika
undan dystinum á Anfield.
Enska brakið er í kvøld
Rafael Benitez heldur ikki, at Jose Mourinho skal gremja seg um skaddar og troyttar spælarar við stjørnusetta hópinum, sum
portugisin hevur at arbeiða við
Mynd: Polfoto/AP