fríggjadagur 2. mars 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 2. mars 2001
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 43 - 2. mars 2001
gult cyan magenta svart
Skipara- og Navig-
atørfelagið fer ikki at
seta tiltøk í verk, nú
Løgtingið hevur av-
gjørt ósemjuna um
lønina á Brimli. Nú er
at fáa sum frægast
burturúr, sigur for-
maðurin í felagnum
BRIMIL
Áki Bertholdsen
– Nú mugu vit bara royna at
fáa sum frægast burturúr.
Føroya Skipara- og Nav-
igatørfelag fer ikki at seta
tiltøk í verk, hóast Løgting-
ið nú hevur avgreitt ósemj-
una um lønina hjá skipara
og
stýrimonnunum
á
Brimli.
Ellintur
Abrahamsen,
formaður í Skipara- og
Navigatørferlagnum hevur
ongantíð áður viljað sagt,
um felagið fer at seta tiltøk
í verk, um Løgtingið leggur
seg út í málið.
Men nú Løgtingið endal-
iga hevur avgreitt málið,
ger hann greitt, at tað verða
ongi tiltøk sett í verk.
– Løgtingið hevur talað
og tað mugu vit boyggja
okkum fyri. Og nú er bara
at fáa sum frægast burturúr,
sigur Ellintur Abrahamsen.
Skipara- og Navigatørfel-
agið legði satsaði alt upp á
at vinna skiparanum og
stýrimonnunum eina mun-
andi lønarhækking.
Tað, sum kom burtur úr,
var, at hini bæði feløgini,
sum hava limir umborð á
vaktarskipunum, hava gjørt
sáttmála,
sum
gevur
maskinmonnunum, dekkar-
unum, bátsmonnunum og
kokkunum á bæði Tjaldrin-
um og Brimli eina trivaliga
lønarhækking.
Tað kom eisini tað burt-
urúr, at Løgtingið setti eina
nevnd at áseta lønina hjá
skiparanum og stýrimonn-
unum. Men hendan nevnd-
in skal bara áseta lønina hjá
teimum, sum sigla við
Brimli.
Sostatt er Vaktar- og
Bjargingartænastan
nú
komin í ta heilt óvanligu
støðu, at Skiparin á Tjaldr-
inum er ikki longur best
lønti maður umborð, tí tað
er maskinstjórin.
Og fyri at tað ikki skal
vera lygn, er tað ongin ann-
ar enn Ellintur Abrahamsen
sjálvur, sum er skipari á
Tjaldrinum og sum fer um-
borð í næstum.
Ikki tapt enn
Ellintur Abrahamsen sigur,
nú er onki at gera, uttan at
Skipara- og Navigatørfel-
agið velur síni umboð í
nevndina.
Og enn vil hann ikki
ásanna, at stríðið um Brimil
er tapt.
– Tað veldst alt um, hvat
kemur burturúr nevndar-
arbeiðnum, sigur hann.
Hann sigur eisini, at um-
boðini, sum Skipara- og
Navigatørfelagið velja í
nevndina, fara at gera alt,
sum gerast kann, fyri at
lønin, sum nevndin ásetur,
eisini skal umfata skiparan
og stýrimenninar á Tjaldr-
inum.
– Tað skal standa sína
roynd. Og fáa menninir á
brúnni á Tjaldrinum ikki
eisini lønarhækking, er tað
løgið, tí tað hevur øll hin
manningin fingið.
Júst hetta er í veruleikan-
um einasti møguleiki, Skip-
ara- og Navigatørfelagið
hevur at hækka lønirnar á
Tjaldrinum í hesum umfar-
inum, tí annars ganga sátt-
málarnir ikki út fyrrenn í
2002.
Eydnast tað ikki at fáa
lønirnar á Tjaldrinum upp
nú, skal skiparin á Tjaldrin-
um sigla í eitt heilt ár aftur-
at, uttan at vera hægst lønt-
ur umborð, sum annars
vildi verið tað natúrliga.
Stór provokatión
Ellintur Abrahamsen sigur
annars, at provokatiónin til
at vraka tað seinasta upp-
skotið hjá Fíggjarmálastýr-
inum var stór.
– Eftir tí, var t.d. byrjun-
arlønin hjá stýrimanninum
lægri enn endalønin hjá
bátsmanninum og tað sigur
seg sjálvt, at tað kundi ikki
góðtakast.
Hann fýlist eisini á sam-
ráðingarháttin hjá Fíggjar-
málastýrinum.
– Tað var sum at samráð-
ast við eini pistól í pannuni.
Vit fingu at vita, at antin
góðtóku vit uppskotið, ella
avgreiddi tingið málið.
Hetta er at misbrúka Løg-
tingið,
heldur
Ellintur
Abrahamsen.
Karsten Hansen sigur
hinvegin, at um Skipara- og
Navigatørfelagið leggur
allar
lønarhækkingarnar
saman, sum teir hava fingið
ígjøgnum árini, var hækk-
ingin størri, sum teimum nú
stóð í boði.
Hann sigur eisini, at eina-
ferð máttu samráðingarnar
fáa ein enda.
– Vit hava nú samráðst í
eitt hálvt ár. Vit hava brúkt
ótrúliga tíð og orku uppá at
loysa málið, men Skipara-
og Navigatørfelagið vildi
ikki flyta seg. Og nú eru
samráðingar við yvir 30
onnur feløg byrjað, so tað
liggur eitt ómetaligt trýst á
Fíggjarmálastýrinum.
Tí
kundi hetta ikki halda fram
longur,
sigur
Karsten
Hansen.
– Okkurt er eftir at
gera umborð og
útgerðin skal roynast
fyri at tryggja, at alt
virkar sum tað skal,
áðrenn skipið kemur
BRIMIL
Áki Bertholdsen
Gongur sum ætlað, kemur
nýggja vaktar- og bjarging-
arskipið Brimil til Føroya
næsta vikuskiftið.
Tað er í hvussu so er
málið, sum Vaktar- og
Bjargingartænastan hevur
sett sær.
Eftir at Løgtingið av-
greiddi ósemjuna um løn-
ina hjá skiparanum og
stýrimonnunum, eru allar
forðingar beindar av vegn-
um fyri at skipið kann
koma til landið.
Men tað fara kortini at
ganga nakrir dagar, áðrenn
hann kemur.
Elmar Højgaard, leiðari á
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni, sigur, at tað eru
onkrir royndartúrar eftir at
gera.
– Somuleiðis skal útgerð-
in eftirkannast, fyri at
tryggja at alt virkar sum tað
skal, áðrenn skipið kemur,
tí tað hevði verið óheppið at
verið noyddir til at farið
yviraftur, um okkurt skuldi
víst seg. Harafturat er okk-
urt smátt at gera við hann.
Sostatt kemur Brimil nú
loksins til landið, meiri enn
fýra mánaðir seinkaður.
Upprunaliga var ætlanin
at sigla bygd av bygd í Før-
oyum at vísa skipið fram.
Men nú verður tað av
ongum.
– Nú eru vit so nógv
seinkaðir, at tað er frægast,
at skipið fer til verka bein-
anvegin, sigur Elmar Høj-
gaard.
Hann sigur kortini, at
ætlanin er at laga tað so, at
Brimil kemur á Havnina
eina tíð, har tað ber til hjá
fólki at koma umborð at
síggja skipið. Tí ætla teir at
laga tað so, at Brimil kemur
á Havnina næsta vikuskift-
ið.
Annars kann tað koma
upp á tal at vitja tær ymsu
bygdirnar so hvørt, sum
tíðin líður.
Elmar Højgaard gleðir
seg annars til at Brimil nú
kemur, tí sostatt fær Vaktar-
og
Bjargingartænastan
virka til fulnar aftur fyri
fyrstu ferð síðani 1997, tá
ið ólavur Halgi varð seldur.
Síðani tá hava tað verið
lappaloysnir oman á lappa-
loysnir og tað hevur ikki
verið serliga nøktandi.
Stríðið um Brimil
er ikki tapt enn
– Nú má hetta standa sína roynd, sigur Ellintur Abrahamsen,
formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum
Royna at fáa Brimil til
Føroya næsta vikuskiftið
– Ætlanin er, at Brimil kemur til Føroya næsta vikuskftið og hann fer til verka beinanvegin.
Lagt verður tá at í Havnini, har tað fer at bera til hjá fólki at fara umborð at síggja skipið
Kári Post á ting
Broytingarnar í umboðan
sjálvstýrisflokksins í sam-
gonguni broytt eisini um-
boðan flokksins á tingi. Nú
Helena fer úr Tinganesi, fer
hon aftur í løgtingið og so
má Jákup Sverri Kass út.
Hann er varamaður. Sámal
Petur fer í Tinganes og
næsti maður í Eysturoynni
er Kári Højgaard, millum
oyndfirðingar og hellu-
menn í hvussu er kallaður
Kári Post.
Seinastu 30 árini hevur
Kári koyrt postin norður
um Heltnina og sær ein til
at sær komin oyndfirðingur
bara eitt petti av einum frí-
merki, ella eini ógoldnari
rokning so verður hann
mintur um Kára Post.
Kári er dámligur, vin-
samur og prátingarsamur
maður og hetta hevur givið
honum so nógvar atkvøður,
at hann eigur sess í býráð-
num í Runavík, og nú eisini
skjótt tingsess.
Kári er ein partur av
bygdamyndini í Lamba,
Søldarfirði, Oyndarfirði, á
Hellunum og hansara upp-
gáva er meira enn at bera
post. Hann prátar og er ein
partur av tí sosiala lívinum,
hendir nógv í samfelagnum
og nógv er at tjakast um, so
mugu tey seinastu á rutuni
geva tol og tað gera tey
eisini.
Kári er ein íðin maður og
hann gongur við lív og sál
upp tí tað sum hann fer
undir. Hann er raskur út-
róðrarmaður
og
føriri
mangan fongin heim og tað
er ikki frítt, at postmaðurin
hevur tygn millum útróðr-
armenn, tað verið seg á
Norðhavinum ella við línu
eystanfyri. Hummararnir
kenna seg heldur ikki altíð
tryggar fyri Kára.
Neyvan fer Kári at sita
tigandi á tingbonki. Olju-
vinnan, fiskivinnan og fak-
felagsspurningar
hava
hansara áhuga og vit fara at
hoyra frá honum.
je
Martin í Grund 75
Kendi skiparin og komm-
unupolitikkarin í Søldar-
firði, Martin í Grund er far-
in upp um tey 75 árini.
Hann er pápi nýggja lands-
stýrismannin í almanna og
heilsumálum. Tað er ikki
altíð at reglan ið sigur, sum
faðir so sonur heldur, tí
Martin hevur tikist lítið vil
almanna og heildupolitikk í
sínum lívi.
Martin er fyrst og fremst
sjómaður og hann sigldi
meginpartin
av
sínum
vaksna lívið. Dugnaligur
var hann á sjónum, so
dugnaligur at hann fekk
skjótt ábyrd. Hann endaði
sum skipari og sigldi í
mong ár sum skipari. Við
dansku skonnartini Hertu,
við nýbygdu Havørnini við
R. C. Effersøe og hann hev-
ur verið við øðrum skipum
við.
Martin hevur altíð havt á-
huga fyri samfelagsviður-
skiftum og hann er sjálv-
stýrismaður av hjarta. Poli-
tiskt er hann royndast í
kommunupolitikki. Hann
hevur stjórnað Runavíkar
Kommunu og hann hevur
verið virkin í kommunupol-
itikki í mong ár.
Á skaldliga økinum hev-
ur hann eisini roynt seg og
ljóðmyndin um æðuparið,
sum varð send í útvarpi-
num, fekk drúgva og góða
umtalu millum fólk.
Privat er Martin Grunda-
maður og tað merkir at
hann er skemtingarsamur
og dugir at sita undir orði-
num, tá góða lag er. Hann
er giftur Mariu, heilhugað
dalskvinna og tey eiga
fimm børn, Mannbjørn,
Ólavur, Sámal Petur, Klaus,
sáli og Sólborg. Tillukku
við degnum.
je
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Allir møguleikar opnir
NØVN Í VIKUNI
Í dag fellur helst avgerðin um, hvussu verður
við politisku naggatódnini. Um landsstýris-
samgongan heldur fram, um nýval verður
skrivað út, ella um Anfinn Kallsberg, løg-
maður, fer at royna at finna aðrar flokkar at
samstarva við til tess at finna eina loysn á
sjálvstýrisspurninginum.
Eftir orðaskiftinum millum samgonguflokk-
arnar í útvarpinum fyrradagin at døma, verð-
ur helst ikki samgonguni lív lagað. Fyri
Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin hevur
tað eftir øllum at døma alt at siga, at upp-
skotið – sum Høgni Hoydal sigur er sam-
gonguuppskotið minus fólkaatkvøðuna –
verður borið niðan í tingið.
Fyri Fólkaflokkin er tað eftir øllum at døma
ein ófrávíkilig treyt, at einki uppskot verður
borið niðan í tingið, sum samgonguflokkar-
nir ikki eru samdir um. Sjálvstýrisflokkurin
er so onkustaðni her ímillum.
Ein møguleiki er sjálvsagt, at løgmaður
skrivar út nýval. Men løgmaður hevur sagt,
at eitt nýval loysir ikki trupulleikan, og and-
støðuleiðarin, Jóannes Eidesgaard hevur
boðað frá, at eitt nýval bara fer at gera støð-
una enn fløktari. Tí er hugsandi, at onnur
samgonga verður skipað. Men røddir í Tjóð-
veldisflokkin hava eisini verið frammi um, at
teir ikki undir nøkrum umstøðum vilja lata
Javnaðarflokkin ella Sambandsflokkin
sleppa fram at í Tinganesi, tí tá fellur øll vón
um fullveldi til jarðar. Tí kundi hugsast, at
Tjóðveldisflokkurin fer at verða sitandi í
landsstýrinum.
Hetta man kortini metast sum ein hypotetisk-
ur møguleiki, tí neyvan fer formaður Tjóð-
veldisfloksins, Høgni Hoydal, at tíma tað.
Hann hevur satsað alla sína politisku karri-
eru upp á fullveldismálið, og verður hann nú
rendur fastur í fullveldismálinum, verður
hann neyvan gamal í Tinganesi.
Nú fullveldiskósin er slept, standa allir møg-
uleikar opnir fyri at skipa eina samgongu,
sum kann fáa í lag eina nýggja skipan, sum
innber føroyskt sjálvstýri. Gott hevði verið,
um hetta málið varð loyst í hesum valskeiði
– so málið varð lagt aftur um, og vit aftur
kundu arbeitt við veruliga politikkinum…
Til minnis um Mary
Thomsen
17.feb. 1943– 28.aug. 2000
”Tað er ein stutt, ein stokk-
ut løta, so fara vit úr hesi
verð.” Haldi hesin sangurin
lýsir tað so væl, nú tá okk-
ara góði granni Mary so
brádliga, ja, líkasum bleiv
rikt burt úr hesi verð.
Tað at hava eitt gott
grannalag, er ein góður
lutur. Hetta hevur unst okk-
um, og var Mary ein av
teimum. At so nøkur av
børnunum vóru javngomul,
hevði uttan iva eisini sín
leiklut. Fyrst tær báðar
Kirstin og Durita, umleið
eitt ár er í millum, men tó
sum tveir tvinnaðir tráðir
og síðani komu teir báðir
beiggjanir, bert ein mánað-
ur ímillum. Men sjálvt um
tey vuksu upp og seinni
fluttu í onnur lond at ganga
í skúla, var Mary altíð góð
at heita á. Klár við eini
hjálpandi hond, millum
annað tá okkurt skuldi
seymast, ella um tú stóðst
og manglaði okkurt. Hetta
kom eisini til sjóndar í
summar, tá vit báðar skuldu
pynta javnaldrarnar báðar í
føroysk klæðir, tá teir
gjørdust pisur. Tá so tíðin
byrjaði at ganga undan og
eg ikki var liðug við
troyggjuna, segði Mary ein
dagin:” Anna! Fá nú hasa
troyggjuna lidna, eg havi
sagt, at eg skal seyma tær
hasi knappholini.” Sjálvt
um arbeiðið var gjørt við
maskinu, var tað ein upp-
gáva, sum mangur vildi
biðið sig undan, men her
kom hennara lyndið fram.
At halda tað hon hevði lov-
að og at tora at taka ábyrgd.
Ikki munnu tað vera so fá,
sum eru henni takksom
fyri, at hon tók ábyrgd av
mongum ervi og øðrum há-
tíðarhaldum. Vit vita at
hennara lutur ” at tæna við
borðini ” ikki lá eftir, ikki
minst í ” Filadelfia.
Eisini eru tey mong, sum
hava havt Mary sum sín
fyrsta arbeiðsgevara, tá hon
hevði kioskina og kendu
tey hana sum ein góður ar-
beiðsgevari, bæði við rísi
og rósi. Sjálvt um tey ofta
vóru rættuliga ung, vísti
hon teimum álit.
Nú er so tómt norðanfyri,
eingin Mary í havanum, í
prátið við ommubørnini.
Ella eingin at fáa eitt prát
við undir snóratrænum og
eingin sum sæst stákast
frammanfyri
køksborði-
num. Í heyst var tað eingin,
sum opnaði vindeyga og
spurdi, um eg skuldi hava
fruktkassar til eplini. Tað
var ikki tí at kioskin var
seld, nei røddin var tagnað.
Men tómrúmið hjá tykk-
um
Eyðfinni,
Anniku,
Tanju, Duritu, Roberti og
øllum tykkum, ið stóðu
henni nær, er so stórt at tað
er ringt at skilja.
Her eru orð so fátøk ein
troyst, men vita skulu tit, at
okkara tankar eru hjá tykk-
um, og bønin um at Harrin
má geva tykkum styrki at
liva í og við sorgini.
Friður veri við minninum
um okkara góða granna
Mary Thomsen
Anna