fríggjadagur 2. mars 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 2. mars 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 43 - 2. mars 2001
gult cyan magenta svart
Semja er nú um eina
loysn av málinum um
mentanarhúsið
Atlantis í Klaksvík.
Húsið skal ætlandi
latast upp innan fáar
mánaðir
MENTAN
Eyðun Klakstein
Nú røkist umsíðir fyri, at
mentanarhúsið Atlantis í
Klaksvík kann lata uppaft-
ur.
Klaksvíkar
kommuna,
Norðoya
Sparikassi
og
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
eru komin ásamt um eina
loysn, so húsið kann fáast
at virka aftur, og stendur
tað til partarnar, verður ferð
sett aftur á virksemið um
ein ella tveir mánaðir.
– Vit eru nærri eini enda-
ligari loysn, enn vit nakran-
tíð hava verið, síðani húsið
lat aftur, sigur Jórun Høgn-
esen, sum næstu fýra árini
skal verða nevndarformað-
ur í mentanarnevndini hjá
Klaksvíkar býráði.
Stóra valevnið
Tað var ikki tað valevni við
virðing fyri sær sjálvum,
sum ikki umrøddi Atlantis
undir valstríðnum til bý-
ráðsvalið í Klaksvík.
Stórar ætlanir vóru við
mentanarhúsinum, tá tað
læt upp, men trongu fíggj-
arligu korini løgdu skjótt
bein fyri stóru ætlaninum,
og seinastu nógvu mánað-
irnar hevur húsið verið so
gott sum stongt.
Nú hava partarnir, sum
hava við húsið at gera,
funnið eina loysn, sum skal
lætta um fíggjarligu trupul-
leikarnar og fáa húsið at
virka aftur. Hetta arbeiðið
kom væl ávegis við gomlu
leiðsluni í fjør.
Neyðugt við stuðli
Atlantis verður gjørt til
sjálvsognarstovn, og eitt
stýrið skal setast at varða av
húsinum.
Síðani verður tað upp til
hetta stýrið at avgera,
hvussu virksemið í húsin-
um skal skipast, og stýrið
skal eisini avgera, um ein
leiðari skal setast fyri húsið
aftur.
– Vit eru greið yvir, at tað
ber ikki bara til at lata húsið
uppaftur, og so gloyma alt
um tað. Tað verður helst
neyðugt við stuðli frá
kommununi, skal húsið
rigga eftir ætlan, sigur Jór-
un Høgnesen.
Ætlanin er, at Atlantis í
framtíðini aftur skal hava
biograf, umframt at húsið
skal hýsa sjónleiki og øðr-
um mentanarligum tiltøk-
um.
Atlantis í vatnskorpuni
Nú er ein endalig loysn fyri
mentanarhúsið Atlanis
komin so langt, at tosað
verður um at lata húsið
uppaftur um ein ella tveir
mánaðir
Í sambandi við umbyggingararbeiðið hjá Tryggingarfeglagnum Føroyar á Kongabrúnni, verða hesar broytingar í ferðsluni gjørdar frá
mánadegnum 05.03.2001.
•
Kopargøta verður stongd fyri allari ferðslu
•
Einvegis ferðsla verður frá Vaglinum oman eftir Áarvegnum til Kongabrúnna.
•
Eingin gjøgnumkoyring verður oman eftir Erling Jallsgøtu.
Lýst verður aftur tá koyrandi verður aftur á Kopargøtu.
Undirgrundaravtalan
verður hildin.
Føroyingar eiga alla
oljuna í undirgrund-
ini, eins og inntøk-
urnar av henni. Hetta
staðfesti danski for-
sætisráðharrin eftir
samráð í Fólkating-
inum í gjár
UNDIRGRUNDAR-
AVTALAN
Magnus Dam,
Keypmannhavn
Undirgrundaravtalan
er
klokkugreið. Hon er í full-
um samsvar við heimastýr-
isskipanina
og
donsku
grundlógina.
Hetta vóru greiðu boðini
frá danska forsætisráðharr-
anum,
Poul
Nyrup
Rasmussen, eftir samráð
við ávikavist Føroyanevnd-
ina og Politisktu – Búskap-
arligu nevndina hjá danska
Fólkatinginum fyrrapartin í
gjár.
Poul Nyrup Rasmussen
staðfestir kortini, at yvir-
valdsrætturin yvir undir-
grundini er felags innan
fyri ríkið. Men møgulig
olja í undirgrundini er ogn
hjá føroyingum.
Hóast danski forsætisráð-
harrin kanska ikki heldur,
at talan er um eina serliga
góða avtalu, sæð við donsk-
um eygum, so hevur stjórn-
in als ongar ætlanir um at
taka avtaluna upp til nýggj-
ar samráðingar. Og stjórnin
hevur greiðan meiriluta aft-
an fyri seg fyri hesi støðu.
Eisini
formaðurin
í
danska Vinstraflokkinum,
Anders Fogh Rasmussen,
sum stendur til at gerast
næsti forsætisráðharrin í
Danmark, ætlar sær at virða
undirgrundaravtaluna.
– Har er einki at koma
eftir, segði Anders Fogh
Rasmussen, tá hann kom út
frá samráðnum.
Anders Fogh Rasmussen
segði eisini, at tey flestu
mugu viðganga, at tað er
sjálvsagt, at oljan í før-
oysku undirgrundini er ogn
Føroya fólks. Anders Fogh
Rasmussen heldur ikki, at
danska stjórnin kann fara
inn og pilka við avtaluna,
nú meira enn 8 ár eftir, at
hon varð undirskrivað.
– Danmark kann ikki fara
og føra seg fram sum ein
gomul kolonimagt, segði
Anders Fogh Rasmussen.
Hóast samráðið í dag og
niðurstøðurnar eftir sam-
ráðið, so er ikki vist, at
málið um undirgrundina er
avgreitt frá Fólkatingsins
síðu. Peter Skaarup frá
danska Fólkaflokkinum er
framvegis ikki nøgdur. Tað
er hann, sum hevur verið
ein tann mest atfinningar-
sami móti undirgrundarav-
taluni.
– Nú haldi eg, at Nyrup
skal manna seg upp og
krevja, at undirgrundarav-
talan verður tikin upp til
samráðingar av nýggjum,
segði Peter Skaarup. Hann
heldur ikki, at talan er um
eina góða avtalu, og segði,
at
Nyrup
hevði
givið
ábendingar um tað sama í
samráðnum.
Poul Nyrup Ramussen
vil ikki svara, tá hann verð-
ur spurdur beinleiðis, um
hann heldur avtaluna vera
góða. Men hann staðfestir
bert, at avtalan er gjørd, og
tað ætlar hann ikki at pilka
við.
Politiskt – Búskaparliga
nevndin hjá Fólkatinginum
fer komandi tíðina at við-
gera málið um undirgrund-
ina og tey meira enn 2.000
skjølini í málinum nærri.
Ikki er óhugsandi, at tað
eisini verður ein almenn
hoyring, har fyrrverandi
forsætisráðharrin,
Poul
Schlüter, fer at greiða frá.
Danir nerta ikki
undirgrundina
FULLVELDI
Magnus Dam,
Christiansborg
– Vit bíða, til politiska
støðan í Føroyum er av-
klárað. Eg skilji á lagn-
um, at løgmaður er á veg
til Føroya nú, og vit bíða
bara til vit frætta nærri.
Hetta
sigur
Poul
Nyrup Rasmussen, tá
hann verður spurdur um
viðmerkingar til broyttu
politisku støðuna í Før-
oyum, nú fólkaatkvøðan
26. mai er avlýst.
Hann bíðar eisini eftir
avgerð úr Føroyum, um
landsstýrið vil aftur til
samráðingarborðið, men
stjórnin er altíð til dystin
fús, sigur hann.
Spurdur
um
hann
verður fegin, um lands-
stýrið nú vil samráðast
um eina loysn innan fyri
ríkisfelagsskapin, sigur
hann:
– Um føroyska lands-
stýrið vil samráðast inn-
an fyri ríkisfelagsskap-
in, so gera vit tað. Tað er
nú upp til landsstýrið og
løgtingið at gera av,
hvussu føroyingar ætla
at farast skal fram.
Poul Nyrup Rasmuss-
en vísir greitt aftur, at
hann skal hava fram-
provokerað støðuna í
Føroyum við at siga, at
føroyingar bara fáa fýra
ára skiftistíð.
– Tað hevði verið
skeivt av mær at komið
aftan á eina møguliga
fólkaatkvøðu og sagt,
hvørjar treytirnar verða,
sigur Poul Nyrup Rasm-
ussen, forsætisráðharri.
Poul Nyrup Rasmussen:
– Vit bíða eftir avkláring
úr Føroyum
Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, gav í gjár føroyingum vissu fyri, at
undirgrundaravtalan ikki verður tikin aftur
Mynd: Føroyska Tíðindastovan
Leygardagin
verður
tarvakapping í Klaksvík.
Talan er um eina av
teimum tiltiknu tarva-
mykjukappingunum, har
fólk kunnu keypa sær
ein fermetur og so vóna,
at tarvurin sleppur sær
av við sínar leivdir júst á
teirra fermetri.
Vinningurin er tvey
ára gamli tarvurin, sum
verður sleptur inn á fót-
bóltsvøllin í Klaksvík,
og harafturat verða tveir
ferðaseðlar til Danmark-
ar og ein fartelefon burt-
urlutað.
Tarvurin verður slept-
ur inn á fótbóltsvøllin
leygardagin
klokkan
14.00, og síðani er tað
eisini upp til tarvin at
avgera, nær kappingin er
lokin,
Partabrøvini til teig-
arnar á fótbóltsvøllinum
fáast til keyps á Hvíthús,
á loftinum í KÍ-høllini
frá klokkan 19-21, og á
skrivstovuni hjá Jákup
B. Eisini verða parta-
brøv koyrd til dyrnar,
um fólk ynskja tað.
Tað er Stjørnan, sum
stendur fyri hesi kapp-
ingini.
Vinn ein tarv
Hesin tvey ára gamli tarvurin kann vinnast í tarva-
mykjukapping í Klaksvík leygardagin