hósdagur 26. apríl 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 80 - 26. apríl 2007
Martin og Hinir á Asfalt
Altíð aktuelli og viðkomandi Martin Joensen verður millum
teirra, sum fara á pall á Asfalt í ár. »Hinir« sum eru saman
við Martini eru Eyðun Mohr Hansen, Martin Joensen,
Jónleif Jensen, Pauli Magnussen og Jákup Zachariassen.
Stílurin kann sigast at vera vísukendur fólkarokkur í stíl
við Neil Young, Bob Dylan og Kára P. Í fjør gav bólkurin
út frálíku fløguna ”Á Brúnni”, og luttóku Martin Joensen
og Hinir á flestu føroysku festivalunum.
Føroyskur tónleikur stendur seg væl
Meira enn helmingurin av sangunum á 15 teimum bestu hesa vikuna eru
føroyskir. Páll Finnur Páll er á toppinum, og Eyðun Nolsøe kom sum eitt
strok inn á listan Føroyskur tónleikur hevur tað gott á 15 teimum bestu
í løtuni. 8 av 15 sangum, sum eru á listanum hesa vikuna, eru føroyskir.
Páll Finnur Páll er aftur hesa vikuna ovast á listanum við sanginum Mín
Russiski Vinur, og í hølunum á teimum er Eyðun Nolsøe. Eyðun Nolsøe
gav herfyri nýggja fløgu út, og sangurin Hvønn Dag er hástøkk á listanum
hesa vikuna. Onnur føroysk nøvn á listanum eru Rannvá Jacobsen, Eivør
Pálsdóttir, Boys In A Band og Sic.
Kollveltandi broyt
ingar í bygnaðinum
av SEV eru ávegis.
Broytingar, sum hava
við sær, at eitt umboð
frá Tórshavnar komm
unu situr við nærum
helminginum av
atkvøðunum til
aðalfundin
SEV
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í morgin, fríggjadagin, verður
umboðsnevndarfundur hjá
SEV. Á hesum fundi skal
støða takast til uppskot um
broytingar av viðtøkunum.
Stórar og avgerandi broyt
ingar av viðtøkum, sum bara
eru tvey ára gamlar.
Høvuðsbroytingarnar í
mun til galdandi viðtøkur eru,
at umboðsnevndin verður til
ein partafelagslíknandi aðal
fund, har hvør limakommuna
møtir við einari fulltrú og
við atkvøðutali í mun til
fólkatalið í viðkomandi
kommunu. Hetta merkir
við øðrum orðum, at eitt
umboð frá Havnar komm
unu møtir við umleið
20.000 atkvøðum, og eitt
frá Fugloyar kommuna við
umleið 50 atkvøðum.
Í mun til galdandi viðtøkur
er her talan um ógvusligar
broytingar. Higartil hevur
tað verið soleiðis, at hvør
kommuna hevur havt ein
umboðsnevndarlim fyri
hvønn 1000 íbúgva. Um
vit taka dømi aftur við Tórs
havnar kommunu, so hava teir
havt 20 umboðsnevndarlimir.
Hesir hava tó ikki allir
somu meining, og heldur
ikki er nakað garanti fyri,
at allir møta. Tískil fær
Tórshavnar kommuna nógv
størri slagkraft við nýggja
viðtøkubroytingaruppskot
inum, har eitt umboðar
allar 20.000 atkvøðurnar,
heldur enn at 20 limir hvør
í sínum lagi atkvøða eftir
síni sannføring. Valdið hjá
Tórshavnar kommunu veks
ur øgiligt við hesi broyting, tí
fáa teir eina stóra kommunu
aftrat, Klaksvík ella Runavík,
so hava teir meirilutan og
harvið valdið.
Ein onnur broyting verður,
at stýrið í SEV verður broytt
til eina nevnd, sum verður
vald á aðalfundi. Valið fer
fram á tann hátt, at hvørt økið
velur síni umboð. Nevndin
fær 11 limir, sum eru býttir
upp á økir. Suðuroy, Sandoy,
Vágar og Norðstreym við
Sunda kommunu fáa hvør
sítt umboð. Norðoyar og
Eysturoyar uttan Sunda
kommuna fáa tvey umboð,
og Tórshavnar kommuna
fær trý.
Onnur stór broytingin
er um heimildir at taka
avgerðir um fíggjarætlanir.
Her verður heimildin flutt
frá umboðsnevndini (t.v.s.
aðalfundinum), til stýrið ella
tað, sum framyvir skal vera
nevndin.
Verður hetta gjørt, so
merkir tað, at kommunurnar
verða settar av her. Hetta er
í stríð við tað, sum var gjørt
tá SEV var stovnað og allar
kommunurnar, sum vóru
limakommunurnar, skuldu
hava eina atkvøðu, tí tær
eiga SEV.
Nú verða heimildirnar
lagdar í stýrið og fíggjarætl
anin verður gjørd har.
Havnin rænir valdið í SEV
– Tað er burtur úr
vón og viti, at vit bara
hava fingið tveir
dagar at lesa viðtøku
broytingaruppskotið
í gjøgnum. Tað átti at
verið útsett til næsta
fund, um ikki heldur
tveitt burtur, sigur
Hjalmar Jóhan Juul
SEV-umboðsmaður
hjá Funnings
kommunu
SEV
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hjalmar Jóhan Juul, umboðs
maður
fyri
Funnings
kommunu í SEV, hóvar ikki
nýggja viðtøkubroytingar
uppskotið, sum í morgin
verður lagt fyri umboðs
nevndanfundin hjá SEV.
– Tær minnu kommunurnar
koma at missa alt valdið
við nýggju viðtøkunum.
Hetta er vandamikið fyri
avgerðarrættin hjá smærru
kommununum. Tá kann
Tórshavnar kommuna uttan
nakað krevja eykaaðalfund,
meðan vit smærru mugu
reisa land og ríki upp fyri
gera tað sama, sigur Hjalmar
Jóhan Juul.
Hann stúrir eisini fyri
broytingunum, tá stýrið
verður valt til nevnd.
– Sum er hava vit hvør
sín lim, og tað hevur verið
klandur við hesum sjey, so
eg dugi illa at ímynda mær
hvussu tað verður við ellivu
limum, sigur Hjalmar Jóhan
Juul.
– Stýrið, ella komandi
nevndin, verður eisini
suveren. Og soleiðis sum
eg lesi uppskotið kunnu teir
í prinsippinum selja SEV
uttan víðari, sigur Hjalmar
Jóhan Juul, sum dámar betur
verandi reglugerðir.
– Tað er nógv tað frægasta
sum er. Reglugerðirnar í dag
er góðar, uttan næsta punkt
í grein fýra, stykki tvey,
sum eg havi lagt viðtøku
broytingaruppskot fram
um fyri einum hálvum ári
síðani.
– Tað er burtur úr vón og
viti, at vit bara hava fingið
tveir dagar at lesa hetta
viðtøkubroytingaruppskotið
í gjøgnum, sigur hann
avgjørdur.
Hjalmar
Jóhan
Juul
hevur lagt viðtøkubroyting
aruppskot fram sum sigur,
at valið fer fram á tann hátt,
at umboðsnevndarlimir fyri
hvørt øki sær seta upp valevni
og atkvøða um hesi.
Sær stórar vandar í broytingum