Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 80 - 26. apríl 2007 LAGNUSØGA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var lívið undan 2. juli – og so lívið aftaná. So greitt lýsa tey bæði Annie Joensen og Allan Samuel­sen hendingina 2. juli 2005, tá Annie var úti fyri ferðsluvanlukku á Klaks­ víksvegnum í Klaksvík. Annie hevði verið úti og eti saman við vinkonunum, og hevði avtala við 13 ára gomlu dóttrina, Joan, at tær skuldi fylgjast heim. - Klokkan hálvgun eitt byrjaði eg at ringja til Joan, men hon skuldi síggja filmin lidnan, greiðir Annie frá, so klokkan mundi vera farin av hálvgun tvey, áðrenn tær báðar fylgdust heim eftir Klaksvíksvegnum. Komnar áraka grillvognin og bakaríið, verður Annie knappliga ákoyrd aftanífrá, men júst hvussu hetta hendi er ilt at siga, tí tað vísti seg, at hóast nógv fólk var úti hetta fríggjakvøldið, var tað eingin, sum sá sjálv­an brestin. Annie og Joan gingu lið um lið, tá mamman brád­liga bleiv vekk. Tá Joan hugdi upp, sá hon Annie liggja á motor­ hjálminum á einum bili, fyri síðani at verða slongd framav, tá bilurin steðgaði. Hóast bilførarin seinni í rættinum vildi vera við, at hann steðgaði beinanvegin, hevur hann koyrt fleiri metrar við Annie á motorhjálminum – kanska so langt sum upp til 40, sambært vitnum á staðn­ um. Bilførarin vildi eisini vera við, at hann koyrdi ikki skjótari enn 10-20 km/t, men Allan, ið er portørur, heldur, at tað er ilt at skilja, hvussu so lítil ferð kundi orsaka so stóran skaða. Forrúturin á bilinum var knúst­ur, og týðilig spor vóru á motor­hjálminum eftir ákoyr­­ ingina. Annie breyt kjálka­­­ beinið og høkuna, sum nú verður hildin uppá pláss við stálplátum, og hevði annars skursl um allan kropp­in. Hypofysan ávirkað Fólk komu skjótt til og fingu boðað alarmsentralinum frá. Og sjey minuttir eftir fráboðanina var sjúkrabilurin á staðnum. Annie bleiv flutt á sjúkra­húsið í Klaksvík og stabiliserað, men skjótt varð gjørt av, at flyta hana á Landssjúkrahúsið í Havn. Har bleiv hon síðani koyrd í skannaran. Høvdið var nærum tvífalt so stórt, sum tað eigur at vera, og tað vísti seg seinni, at van­lukkan hevur ávirkað hypo­fysuna. Tað gingu einir 10-12 dagar, áðrenn Annie byrjaði at fáa minnið aftur, men hon gjørdist kortini so fræg, at læknarnir lovaðu henni heim, tá hon hevði ligið 14 dagar á sjúkrahúsinum, fyrst á intensivu deild, síðani á kirurgisku deild. Tað gekk heldur ikki long tíð, so var Annie sloppin av við sjónligu skaðarnar frá vanlukkuni, men tað, at hypofysan var ávirkað, førdi við sær, at hon mátti ganga sjúkrameldað í eitt hálvt ár. Broytingin í hypofysuni ger, at Annie gloymir illa, hevur ilt við at konsentrera seg, ofta kennir seg vera mest sum í óveðri, og før­ ir til, at hon lættliga spýr. Í veruleikanum kenn­ist tað, sum kroniskur heila­ skjálvti. Heim til dóttrina Vanlukkan hevur fullkomi­ liga broytt lívið hjá Annie og familju hennara. Sjálv minnist hon einki frá van­ lukkuni, og veit tí bert tað, ið hini hava sagt henni frá. Sjálvt dagarnir undan van­ lukkuni eru burtur, eins og teir 10-12 av døgunum, hon lá á sjúkrahúsinum í Havn. Annie Joensen úr Klaksvík varð niðurkoyrd: Lívið fullkomiliga broy 2. juli 2005 fer altíð at standa í minninum á Annie Joensen sum dagurin, ið broytti lívið hjá henni og familju hennara fullkomiliga. Nú, næstan tvey ár seinni, er hon ikki komin rættiliga fyri seg, og vanlukkan hevur enn stóra ávirkan á gerandisdagin Allan Samuelsen, Joan og Annie Joensen. Lívið hjá teimum broyttist fullkomiliga eftir einum sekundi fríggjanáttina 2. juli 2005, tá Annie var ú Vilja hava gjald Til tann 1. august í 2005 fingu musikklærarar 15 krónur í endurgjaldi um tíman, tá teir ferðaðust kring landið í arbeiðsørindum. Síðani hevur Musikklærarafelag Føroya tosað við mentamálaráðið og fíggjarmálaráðið um at fáa gjaldið aftur, men til fánýtis. Sum er fáa musikklærararnir koyripengar fyri at ferðast kring landið at undirvísa, men tað er ikki nóg mikið, sigur felag teirra, sum nú hevur biðið landsstýrið finna eina loysn á málinum. Øll nevndin skift Tað hevur verið so stórt skifti í nevndini í Kvinnufelagnum í Havn, at aftan á aðalfundin tann 16. apríl er øll nevndin skift eftir bara einum ári. Fleiri teirra hava ikki verið í nevndini fyrr. Tær, sum nú manna nevndina, eru Hanna Simonsen, formaður, Tina Jakobsen, næstformaður, Guðrið Joensen, skrivari, Gunnvá Heinesen, kassameistari og Laufey Blaasvær, nevndarlimur. Tiltalslimir eru Randi Kúrberg og Birna Gaard.