hósdagur 26. apríl 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 80 - 26. apríl 2007
ytt eftir einum sekundi
- Tað var undarligt. Hon
tosaði, men tað var einki skil
í tí, hon segði, greiðir Allan
Samuelsen frá.
Sjálv minnist Annie sum
nevnt einki, men heldur, at
hon á ein hátt má hava verið
klár kortini.
Minnið byrjaði tó at koma
aftur, og so skjótt tað hendi,
ynskti Annie at sleppa
heim.
- Eg hugsaði um Joan, og
um tann skelk, ið hon hevði
fingið. Eg vildi sleppa heim
til hana sum skjótast, sigur
Annie, sum heldur, at dótturin
er tann, ið er mest ávirkað av
hesi meiningsleysu ferðslu
vanlukkuni.
Einki sjónligt mein
Brek á hypofysuna er heilt
óvanligt fyribrigdi í Føroy
um, og tað hendir so sjáldan,
at læknarnir ikki vóru reiði
liga greiðir yvir, hvussu teir
skuldu fyrihalda seg. Til
dømis fekk Annie saltdrop
og saltmolar at súgva, men
hetta vísti seg at vera heilt
skeivur háttur at viðgera
hana. Tvørturímóti má hon í
dag ikki drekka ella á annan
hátt inntaka meiri enn ein
litur av vætu um døgnið. Og
tá er alt íroknað.
- Tað kann vera vatn ella
tað kann vera kaffi. Men eg
má eisini rokna sós, frukt og
alt annað við vætu í upp í
tann eina liturin um døgnið,
sigur Annie Joensen.
Tað er natriumtalið, ið
ávirkar hypofysuna, og gerst
tað talið ov lágt, ávirkar tað
bæði kropp og sinni.
- Ja, tað hevur ikki altíð
verið líka lætt, og Annie sig
ur sjálv, at hon heldur vildi
havt eitt arr á skinnið enn tað
arr á sinnið, sum hon hevur,
sigur Allan Samuelsen.
Og rætt er tað, at tú als
ikki sær á Annie, at hon
hevur verið úti fyri einari so
álvarsligari vanlukku.
- Tað hevur verið ótrúliga
tungt at koma ígjøgnum, og
tá fólk so siga við meg, at nú
eri eg komin yvir tað, so vita
tey slett ikki, hvat tey tosa
um. Tey hava onga hóming
av tí, sum eg havi verið
ígjøgnum, sigur Annie.
Gloymir alt
Eitt annað, sum vanlukkan
hevur ávirkað sera nógv, er
minnið. Annie gloymir stutt
sagt alt.
- Eitt, sum eg kortini
ongantíð gloymi aftur er
ein dagin, eg júst var liðug
at gera døgurða. Eg hevði
steikt okkurt og í tankaloysi
legði eg hondina á glóðheitu
pannuna, greiðir Annie frá.
Nógv av tí, hon gloymir,
hevur eyðvitað ikki so
nógv upp á seg, men sumt
er beinleiðis vandamikið.
Hon kann til dømis gloyma
at sløkkja pláturnar á kom
fýrinum, og øll vita, hvussu
vandamikið
tað
kann
verða.
- Nú havi eg fingið mær tað
fyri, at skriva á fartelefonina
tað, eg skal minnast til, so
ringir hon og sigur frá. Eisini
skrivi eg niður á gulu post-
it seðlarnar, um til dømis
onkur ringir og eg so skal
minnast eitthvørt til dagin
eftir, sigur Annie Joensen.
- Ofta kann eg vakja í fleiri
døgn, men eg kenni meg
kortini ikki móða ella lina.
Til aðrar tíðir má eg liggja
og halda mær fast í seingini,
tí eg kenni tað, sum skal eg
detta á gólvið – eins og eg
eri í ringasta illveðri, sigur
Annie.
Ofta hevur hon kent seg
noydda at dragsa seingina
hjá yngru dóttrini, Sólvá,
yvir til sína song at forða
úti fyri ferðsluvanlukku
Mynd: Jens Kristian Vang
Vanlukkan hevur ávirkað Annie so nógv, at hon ikki fyrr enn nú, næstan tvey ár seinni, byrjar at koma fyri seg. Men enn kann
hon fáa niðurtúrar og eisini knappliga spýggja ógvusliga uttan grund.
Mynd: Jens Kristian Vang
Roynir aftur
Tórshavnar kommuna ger nú enn eina roynd at broyta
byggisamtyktina fyri økið við Sjógv í Kollafirði, so
kollfirðingar kunnu sleppa at byggja sær eina nýggja
kirkju millum landsvegin og Sjóvará. Tá kommunan
royndi fyrru ferð, kom ein kæra ímóti broytingini, men nú
hevur kommunan gjørt eina øðrvísi broyting í samráð við
tann, sum kærdi fyrru ferð. Nú hevur kommunan so sent
innle3ndismálaráðnum broytingina til góðkenningar.
Hóttir samgonguna
Meirilutin í grønlendska Landstinginum hevur gjørt av at
broyta eina reglugerð um, hvussu veiðan hjá rækjutrolarum
skal gerast upp. Broytingaruppskotið skal eftir ætlanini hava
2. viðgerð tann 30. apríl, men nú sigur flokkurin IA, at hann
fer burtur úr landsstýrissamgonguni, um broytingin verður
samtykt. IA sigur, at politikarar, sum eru fyri at broyta
reglurnar, hugsa bara um løtuvinning, og tað vil flokkurin
ikki vera við til.