Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 80 - 26. apríl 2007 fyri, at hon (Annie) ikki skal detta á gólvið. Hart fyri forholdið Eingin uttan Annie sjálv hevur í veruleikanum vit­ að, hvat hon hevur verið ígøgn­um. Tað, at skaði á hypofysuna er so ókent fyri­brigdi í Føroyum, hev­ ur gjørt, at eingin hev­ur kent ávirkanina ella av­leið­ ingarnar av hesum. - Ja, tað hevur verið ótrú­ liga hart fyri forholdið millum okkum bæði, siga tey, Annie og Allan, mest sum í ein munn. – Men, leggur Allan aftrat, eg haldi, at vit hava klárað tað nokk so væl kortini. Allan heldur, at hann í nógvum førum als ikki hevur skilt Annie og tað, hon er farin ígjøgnum. - Viðhvørt kann hon hava øst seg upp um ting, sum eg havi hildið verið baga­ tellir, men sum fyri hana onkusvegna hava havt stóran týdning, sigur Allan. Annie er púra samd. Serliga forholdið við dóttrina, Joan, hevur verið trupult, tí Joan hevur ikki kunnað góðtikið, at mamman broyttist so nógv eftir einum »splitsekundi«. - Tær kundu vera sum reyðar kýr viðhvørt, stað­ festir Allan. Tað er ikki ókent, at tá eitt fólk doyr, ella fær álv­ ars­ligt mein, kunnu tey nærm­astu ofta hálvavegna brigsla viðkomandi, at hesi eru deyð ella skadd – tað er ein náttúrlig reaktión. Joan var bert 13 ára gomul, tá van­­lukkan hendi, og hon gekk so nær mammu síni, at jakkaermurnar bóru saman. So tað er einki at siga til, at hon hevur ilt við at góðtaka, at mamman broyttist so nógv. - Hon kundi gott finna uppá at siga: »Eg havi onga mammu meira, eg kenni teg slett ikki longur«, sigur Annie. Longstu minuttir í lívinum Tann einasta í familjuni, ið er sloppin so nøkulunda snikkaleys frá hendingini, er 3–ára gamla Sólvá, sum bert var gott 1-ára gomul, tá mamman varð ákoyrd. Men so mikið viðtikin var Annie, at Sólvá ræddist og vildi ikki fara til hana fyrstu dagarnar á Landssjúkrahúsinum. Hon helt seg til Allan. Og hjá honum var hetta ein ræðulig tíð. - Sjálvur eri eg portørur, og hevði vakt í Fuglafirði. Eg svav, men langt burturi hoyrdi eg eina telefon blíva við at ringja. So til endans fór eg upp og tók hana. Tá var tað Joan, sum hysterisk fortaldi mær frá, at Annie var yvirkoyrd, greiðir Allan frá. Hann setti seg beinanvegin í samband við starvsfelagar sínar í Klaksvík fyri at frætta meiri, og har fekk hann at vita, at Annie var yvirkoyrd, men at hon slapp við lívinum. Meiri kundi ikki sigast við vissu tá. - Eg fór so til Leirvíkar at bíða við tunnilsmunnan. Tað er kanska lagnunnar spei­ semi, men barnagarðurin, har Annie arbeiðir, liggur so­leiðis fyri, at tey síggja beint oman í tunnilsmunnan, og dagin fyri vanlukkuna hevði Annie greitt børnunum frá, at eingin slapp ígjøgnum tunnilin, uttan mann var ræðu­ liga sjúkur. Og har stóð eg so og bíðaði eftir Annie, sum gjørdist fyrsti sjúklingurin, ið bleiv koyrdur gjøgnum Norð­ oyatunnilin, sigur Allan. Vegurin í tunnlinum var tá so vánaligur, at tað tók hálvan tíma at koma ígjøgnum, tí Annie var í so ringum standi, at koyrast mátti ógvuliga varliga. - At bíða við munnan hesa náttina, vóru longstu min­­uttirnir í mínum lívi, við­ gongur Allan Samuel­sen. Spakuliga aftur til lívið Fyrsta tíðin eftir vanlukkuna var serstakliga tung fyri Annie. Hon nýtti væl av tíð at hugsa um, hví hon yvir­ livdi – og eisini at hugsa um, hvørt tað hevði verið betri, um hon ikki kláraði tað. Hon sló seg til endans til tols við, at tað mátti vera ein djúpari meining við, at hon kortini hóraði undan. - Tað gekk eitt hálvt ár, so fór eg til arbeiðis aftur, men tað var tungt, sera tungt. Eg føldi, at eg ikki rættiliga megnaði tað, og eg haldi, at um eg ikki hevði verið so treisk, hevði eg forsømt nógvar dagar, sigur Annie. At enda mátti hon tó við­ ganga yvirfyri sær sjálvari, at tað gjørdist ov tungt, men til alla lukku fekk hon bjóðað leiðarastarvið í barna­ garðinum, og tað megnar hon nógv betri, tí nú situr hon fyri tað mesta í friði á egnari skrivstovu. - Tað gongur væl, og so kann eg eisini gera eina rúgvu av arbeiðinum við hús, sigur Annie Joensen. So tað byrjar at lýsna fyri allari familjuni. Hagtøl vísa, at millum 80 og 90% av teimum, ið fáa skaða á hypofysuna sleppa uttan var­andi mein, og Anni skal ein av fyrstu døgunum til Danmarkar til eina nýggja kanning, ið vónandi kann staðfesta, at hesin dapri kap­ itt­ulin í lívinum er komin at enda. Annie undirstrikar tó, at hon á ongan hátt er beisk inn á bilføraran, ið koyrdi hana yvir. Slík ger eingin við vilja. – Eg vildi bara ynskt, at hann hevði sett seg í samband við meg, so vit øll kundu lagt hesa hending afturum okkum­, og komið víðari í lívinum, sigur Annie. Eisini Joan er um at koma fyri seg eftir skelkandi upp­ livingina. Og Allan skilir nógv betri í dag, hvat Annie í veruleikanum hevur verið út fyri. Men hvussu alt enn er, so eru Annie og Allan rørandi samd um eitt: Tey høvdu eitt lív undan 2. juli 2005 – og eitt annað lív aftaná. Her á Klaksvíksvegi varð Annie niðurkoyrd fríggjanáttina 2. juli 2005. Hon er enn so ávirkað av vanlukkuni, at henni ikki unnist at ganga framvið hesum vegastrekkinum, men heldur fer oman á keiina fyri at koma framvið. Mynd: Vilmund Jacobsen Fleiri kvinnur prestar Í vikuni hevur prestafelagið í Íslandi havt ársfund, og har kom millum annað fram, at altsamt fleiri kvinnur velja at arbeiða sum prestar í íslendsku kirkjuni. Tað eru góð tríati ár, síðani Auður Eir Vilhjálmsdóttir gjørdist fyrsta kvinna í íslendskum prestastarvi, men síðani eru 62 kvinnur prestvígdar. Av teimum arbeiða 34 sum sóknarprestar. Teir flestu prestarnir í Íslandi eru framvegis menn, men harafturímóti eru teir flestu deknarnir kvinnur. Esvagt byggir nýtt Danska frálandareiðaríið Esvagt hevur úr at gera, so reiðaríið hevur bílagt seks skip frá einari skipasmiðju í Singapore. Tað fyrsta av hesum skipunum kom til Esbjerg í síðstu viku, og júst nú eru menn farnir til Singapore eftir tí næsta. Tað seinasta skipið verður larið reiðarínum í 2009. Esvagt skal hava millum 120 og 150 medarbeiðarar afturat til skipini. Frammanundan arbeiða meiri enn 300 fólk hjá felagnum, teirra millum nógvir føroyingar.