Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 26. apríl 2007 11 Stutt sagt Heitt summar Danskir veðurmenn halda seg longu nú duga at síggja, at summarið verð­ ur gott ella í hvussu er lýtt í ár. Fyribils umfatar kann­ ingin mánaðarnar mai, juni og juli, og metingin er, at teir verða lýggjari í ár enn vanligt. Helst verð­ ur hitin millum 1,0 og 1,3 stig oman fyri tað vanliga. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men veður­ menn­inir siga, at sjálvt ein so avmarkaður munur ger, at danir kunnu vænta sær væl fleiri dagar við 25 hitastigum enn onnur ár. Hinvegin er hitin ofta óstøð­ugur sum eitt nú í fjør. Tá var juli tann heit­ asti í mong ár, men kortini var summarið bara tað fjórð­heitasta, fólk vita um. Seinasta metsumm­ arið var í 1997, tá hitin fleiri ferðir fór upp um 30 stig. Dylja røttu tølini ST-stuðulsnevndin í Irak vil vera vera, at stjórnin í Bagdad vil ikki siga sann­ leikan um, hvussu nógv sivil­fólk lata lív í ófriði­ num í landinum. Stuðuls­ nevndin sigur í einari nýggj­ari frágreiðing, at stjórn­in er givin at upp­ lýsa, hvussu mong sivil­ fólk lata lív, og at stjórnin ístaðin fyri leggur onnur undir at upplýsa skeiv tøl. ST-nevndin sigur seg vera komna til ta niðurstøðu, at ófriðurin í Irak kostaði minst 34.452 sivilum irakum lívið í fjør, og tað er næstan tríggjar ferðir meiri, enn irakska stjórnin hevur sagt. Men ST-nevnd­ in heldur uppá, at hennara tal er á góðari leið. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Eitt rættarmál, ið kann geva deyðadóm, verður avgreitt eftir tveimum minuttum (ST-frágreiðing um Irak) útlond Demokratiski senatorurin Barrack Obama hevur tikið Hillary Clinton aftur Tey bæði stríðast um at sleppa at stilla upp fyri demokratiska flokkin á for­ setavalinum næsta ár. Hillary Clinton hevur ligið á odda leingi í stríðnum, men í seinastuni hevur Bar­ rack Obama tikið seg nógv fram. So nógv, at sambært teirri seinastu meiningakann­ing­ ini stendur tað á jøvnum millum tey bæði. Kanningin sigur, at var val í dag, høvdu tey fingið 32 prosent av at­kvøðunum í part. Fyri bara einum mánað síðani var Hillary Clinton 12 pro­ sentstig framman fyri Bar­ rack Obama. Á triðja plássi í seinastu kanningini er sena­torurin John Edwards, sum fær 17 prosent. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at kanningin vís­ ir, at Hillary Clinton sleppur at stríðast líka til sjálvt upp­ stillingarvalið hjá demo­krat­ unum. Men kanska hevði hon væntað tað. Í hvussu er hevur hon savnað 26 mió. dollarar til valstríðið. Men Obama er ikki fyri ongum, tí á hansara valkontu standa 25,8 mió. dollarar. Nú stendur á jøvnum - og irakska stjórnin virðir als ikki altjóða reglurnar um mannarættindini Iraksku myndugleikarnir leggja einki í reglurnar um mannarættindi, sum tískil verða brotnar í heilum. Tað stendur at lesa í einari frá­ greiðing, sum ST-stuðuls­ nevndin í Irak hevur skriv­ að, og sum í høvuðsheitum viðger tað, sum hendi í Bagdad tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í ár. Nevndin skrivar millum annað, at í hesum tíðarskeiði vórðu umleið 3.000 fólk tikin í Bagdad. Tey flestu vórðu tikin um náttina, tá amerikanskir og irakskir her­menn ganga á varðhaldi í býnum. Men tey tiknu hava onga trygd fyri, at tey verða viðfarin sambært teim­um reglum, sum galda, skriv­ar nevndin. Eitt nú verður víst á, at í fleiri førum eru fólk komin fyri rættin, og at tey nakrar fáar minuttir seinni hava fing­ið dóm, sjálvt um talan í summum førum hevur ver­ ið um deyðadóm og lívlanga fongsulsrevsing. ST-nevndin sigur, at um­leið 37.000 irakar sita í teimum iraksku fongslun­ um, sum amerikanararnir hava eftirlit við, men nógvir av fangunum vita ikki, hví teir eru har, og teir hava ong­antíð verið í rættinum. ST-nevndin sigur at enda, at á rættartrygdarøkinum er støðan í Irak versnað nógv higartil í ár. Eingin rættartrygd í Irak Tað er púra javnt ímillum Hillary Clinton og Barrack Obama Amerikanskir hermenn taka ein sivilan iraka á náttartíð í Bagdad