Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 80 - 26. apríl 2007 Tá føroyskir lesandi í Danmark fyri átta­ti­ átta árum síðan á fyrsta sinni sýndu merkið fram­ alment, fyrst á Garði, so í Norðursælandi og fyri síðan, tann 22. juni 1919, at vinda tað á stong í Famjin, var hetta eitt so stórt fram­stig fyri føroysku tjóðina, at tað valla kann yv­ir­met­ast. Tjóðflaggið er saman­tvinn­ að við samleikan hjá einhvørji tjóð. Tískil stendst eisini nógv stríð um tjóðfløgg, hjá tjóð­um, ið ikki hava sjálvræði. Føroyska tjóð­in hevði í 1919 lítið sjálvræðið. Løg­ting­ ið var eitt danskt amtsráð og hevði sostatt bert ráðgevandi myndugleika, og føroyska mál­ið hevði vánaligar sømdir í kirkju og í skúla. Men tjóðin hevur støðugt ment seg, og Før­ oy­­ar hava í dag munandi meira sjálvræði enn fyri áttati árum síðani. Stútt og støðugt hava vit ment okkum, soleiðis, at vit hava ræð­ið á einum hópi av málsøkjum. Fyrr ella seinni endar henda tilgongd við, at Føroyar ger­ast suverenur statur. Júst í hesum døgum leggja myndugleikarnir síðstu hondina á yv­ ir­­tøk­­una av fólkakirkjuni. Hetta er eitt sera stórt og týð­andi mál, og eitt mála av ­ó­met­a­ liga stórum týdningi fyri føroyska sam­leik­ an. Tað hevur tí alstóran týdning, at hetta mál verður handfarið við góðum hand­a­lag. Her eiga vit og skil at ráða, og ansast má væl eftir, at einki verður gjørt, sum kann skapa ó­semju og misnøgd millum limir fólk­ a­­kirkj­­unn­ar. Altjóðagerðin er yvir okkum. Hetta rák er ein blanding av hóttanum og møguleikum, mest snýr hetta seg tó um møguleikar. Bera vit okk­um rætt at eru møguleikarnir mest­ sum end­a­leysir. Bera vit okkum skeivt at kann tað verða samleika okkara sum tjóð til mikl­an skaða. Vit ivast ikki í, at føroyingar fara at megna hesa avbjóðing. Í øllum hes­ um hurlivasa og hesum trýsti eru flagg og kirkja akkersmerki, sum vit eru góð við og sum vit eiga at fara væl um. Einki er at ivast í, at eisini hetta fer tjóðin at megna. Sosialurin Merkið og samleiki SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kvinnufelagið í Havn hevði ársaðalfund í Mettustovu mánakvøldið 16. apríl KVINNUFELAG Tíðindaskriv Tveir av nevndarlimunum, Eileen Sandá og Guðri í Bart­als­stovu, stóðu fyri vali, hvørgin teirra ynskti at stilla uppaftur. Í teirra stað eru Laufey H. Blaasvær og Guðrið Joensen valdar. Til­ takslimir standa fyri vali á hvørj­um ári, seinasta ár vóru Bergtóra Hanusardóttir og Berit Unn Petersen til­ taks­lim­ir, tær ynsktu ikki at halda fram. Í teirra stað eru Birna Gaard og Randi Kúr­berg valdar. Hesar kvinn­ ur­nar hava ikki áð­ur verið í nevndini hjá Kvinn­u­fel­ag­ num. Sostatt er øll nevndin skift út eftir eftir einum ári. Nevndin skipaði seg so­leiðis á nevndarfundi í gjár: Hanna Simonsen, forkvinna Tina Jakobsen, næstforkvinna Guðrið Joensen, skrivari Gunnvá Heinesen, kassameistari Laufey H. Blaasvær, nevndarlimur Randi Kúrberg, tiltakslimur Birna Gaard, tiltakslimur - Nevndin hevur longu á fyrsta nevndarfundi lagt ætl­anir fyri summarið,  og lim­ir og áhugaðar kunnu við at vitja heimasíðuna:  www.kvinnufelag.fo fáa dag­førda kunning um tiltøk, lim­afundir,  fyrilestrar v.m. , sigur Kvinnufelagið í tíðindaskrivi. - Kvinnufelagið hevur eina langa og stolta søgu, og ný­vald­u  nevndarlimirnir taka uppgávuna á seg við takk­semi og stórstu virðing  fyri tí stóra arbeiðið, sum fyri er slóðað, sigur felagið. Aftast frá vinstru: Birna Gaard tiltakslimur, Randi Kúrberg tiltakslimur, Hanna Simonsen, forkvinna Framman frá vinstru: Laufey H. Blaasvær nevndarlimur, Tina Jakobsen næstforkvinna, Guðrið Joensen, skrivari. Gunnvá Heinesen, kassameistari, væntar á myndini Tvær nýggjar nevndina Tónleikur Sunnudagin 29. apríl klokk­ an 19.00 verður konsert við Nes Sóknar Musikkfelag í Glyvra skúla. Talan er um eina afturvendandi konsert, ið hornorkestrið hevur á hvørj­um ári sum liður í fyr­i­ reik­ing­ini til ár­ligu Musikk­ stevn­una, sum í ár verður í hø­v­uðs­staðnum 5. mai. Nes Sóknar Musikkfelag er væl mannað við blásarum – eldri sum yngri – frá øll­ um Skálafjørðinum, sam­ stund­is sum blásarar eru úr Oynd­ar­firði og úr Funn­ings­ firði. Árliga konsertin í Glyvra skúla verður eins og und­an­ far­in ár. Hornorkestrið kem­ ur at spæla fýra løg, sum eru á skránni til Mus­ikk­ stevn­una, umframt at onnur løg eisini verða spæld. Nes Sóknar Musikkfelag verð­ur ikki einsamalt á kon­ sert­ini, tí høvi verður somu­ leið­is at hoyra ein blás­ar­a­ bólk, sum er mannaður við diri­gent­i­num Ken Jones og nøkr­um av hansara næm­ ingum úr Havn. Tónleikurin til konsertina sunn­u­dagin klokkan 19.00 verð­ur hesin: Castell Caerfili, Give me the simple Life (althornsolo: Jón­gerð Juul Olsen), Moun­ tains O’Mourne (eup­h­o­n­i­ um­solo­: Rebekka Hjør­leivs­ dótt­ir), Rocky, Castell Caer­ dydd, Aladdin, The Chieft­a­ in, A Swinging Safari, Einki er sum summarkvøld við Strendur, Beauty and the Beast og Hey, Look me ov­er. Stórsligin konsert við Nes Sóknar Musikkfelag