Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 80 - 26. apríl 2007 Tá Dr. Spock fer á pallin á ársins G!Festivali, verður uttan iva talan um nakað av tí ørastu, og villasta, ið hevur vitjað Gøtusand. Punk/rokkararnir hava gjørt villar pallframførslur sítt vørumerki Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Nýggjasta navnið á G! skránni er íslendski punk/ rokkbólkurin Dr. Spock. Tað er trupult ikki at saman­ bera Dr. Spock við føroyska bólkin 200. Báðir bólkar fram­føra sín heilt egna punk­­kenda rokk, við skemti­ ligum tekstum. Báðir bólkar vóru undirgrundsbólkar í fleiri ár og eru síðan vorðnir stór nøvn á heimliga tón­ leikapallinum, báðir bólkar hava vakt áhuga uttanlands og júst eins og 200 vann heið­urin besti bólkur á Planet Awards í fjør, so vann Dr. Spock heiðurin besti konsertbólkur á ís­ lendsku tónleika­heiðurs­ lønu­num hjá XFM útvarps­ støðini. Hesa heiðursløn fekk bólkurin ikki minst or­sakað av sínum garrvillu pallframførslum. Dr. Spock var stovnaður stutt fyri ártúndskiftið við hugsjónini um, at skapa svakt skemtiligt rock’n’roll framført við svøkum pall­ framførslum. HAM oddamaður Fyrstu árini spældi bólkurin konsertir av og á, men var ikki serliga virkin. Tað var ikki fyrr enn, bólkurin varð biðin um at gera eitt lag til filmin Óskabörn Þjóðar­inn­ ar, at verulig gongd kom í. Kendi íslendski rokk­sang­ arin Óttarr Proppe úr legend­ ariska rokkbólkinum HAM, spældi høvuðsleiklutin í filmi­num, og Dr. Spock bað tí hann um at syngja á lagnum. Proppe og bólkurin vóru so nøgdir við sam­starv­ ið, at hann fór upp í bólkin. Luttøka á Iceland Airwaves 2004 gav veruliga úrslit. Stóra íslendska plátufelagið Smekkleysa var umboða á kon­sertini, og tónleikurin og frálíka móttøkan hjá áskoð­arunum gjørdi sítt til, at Smekkleysa bjóðaði bólk­ i­num útgávusáttmála. Dr. Phil gjørdi bólkin kendan Í góðum punkstíli varð fyrsta fløgan, Dr. Phil, spæld inn uppá 20 tímar, har bólkurin spældi øll løg­ ini beinleiðis inn í upp­tøku­ hølinum. Bæði ummælarar og plátukeyparar elskaðu Dr. Phil, og bólkurin gjørd­ ist millum kendu bólkarnar í Íslandi. Hetta gav Dr. Spock nógv­ ar konsertir, bæði á festi­val­ um, smáum og stórum kon­ sertstøðum og sum upphit­ ing fyri Alice Cooper og Iggy Pop & the Stooges í Íslandi. Ein av teimum mest forkunnugu framførslunum var í einum íslendskum fongsli. Dr. Spock hevur spælt nakað kring Norðurlond og í USA. Bólkurin hevur mill­ um annað luttikið á risastóra ídnaðarfestivalinum South by Southwest í Austin, Texas. Eisini hevur Dr. Spock spælt á stóru ídnaðar­ messuni Eurosonic í Hol­ landi. Dr. Spock hevur eisini samstarva við Mugison, ið vitjaði í G! í fjør, Hetta var í sambandi við tónleik til íslendskan krimi filmin Myrin Størri enn nakrantíð Í løtuni er Dr. Spock størri enn nakrantíð áður í heim­ landinum. Bólkurin hevur her­­fyri givið EP-fløguna The Incredible Tooth of Dr. Zoega, og fyrsta lagið Skita­ pakk, lá seks vikur ovast á almenna hittlistanum í Ís­landi. Arbeitt verður við eini komandi útgávu. Men tíð er altso sett av til eina vitjan á Gøtusandi. Ein vitj­ an, ið møguliga kann fáa Gøtusand at lyfta seg. Á G!Festivalinum eru tey spent, í tíðindaskrivið skriv­ ar G! millum annað: “Tú gekst kanska og helt, at tú visti, hvat rokkar? Vell, spock you!! Gulir upp­vaski­ handskar og útspent vomb - Tað rokkar! Ivast tú? So kenn teg raktan, tá Dr. Spock fara á pallin við whisky í hond og geyla ”skíta pakk” yvir fjöldina. Hetta er løtan, tá rock-elitan fær eitt íslendskt punkspark eitt vist stað! Dr. Spock hev­ ur tveir sangarar, annar í ljósa­reyðum spandex­buks­ um, hin við einari trongd at vísa fram ístrið rundan um nalvan. Dr. Spock hevur altíð uppvaskihandskar við sær á pall. Og Jack Daniels. Bass-spælarin vil helst vera í leopard-undirbuksum - og bara teimum. Dr. Spock er gallsvakt, hyperaktivt, ein heiður fyri smakkloysið - og nógv for stuttligt! Orð sum ”freakshow” og ”bizart” byrja kanska at runga í hugaheiminum hjá teimum flestu, og tað er eisini júst hesi lýsingarorð ummælarar hava givið hes­ um merkisverda og undir­ haldandi bólki. Men hetta er meint í positivu merk­ing­ unum av orðunum, tí dr. Spock er veruliga undirhald fyri allar pengarnar, sum ikki á nakran hátt taka seg sjálvar ov hátíðarliga, men megna kollektivt at gyppa dyntil við sinum legandar­ iskt grotesku og skamm­ leysu liveframførslum.... Tón­leikurin er eitt bland mill­um kabarett og heavy­ metal, millum Frank Zappa, Primus, Mike Patton, MC Hár og Troels Trier, kryddað við rukkulívi, tvætli og atti­ tudu....Øs teg upp, flenn, vís búk - hvat tú vilt, men droppa hatta har við at standa og síggja kul út! Spock you!” Garrvillir íslendskir skemtipunkarar á G! Eyðun nærkast toppinum Nýggja fløgan hjá Eyðun Nolsøe kom út fyri stutt­ um, og nú ger Eyðun um seg á 15 teimum bestu. Lagið Hvønn dag, kom hesa vikuna beint inn á øðrum pláss á almenna føroyska hittlistanum. Einans Páll Finnur Páll og lagið Mín russiski vin­ ur hevur fingið fleiri at­kvøður enn Eyðun hesa vikuna. Páll Finnur Páll megna sostatt at standa fastir í ovastu rók enn eina viku. Listin er á tremur við føroyskum tón­leiki. Løgini í sang­ skriv­arakappingini hjá AME hava fingið lov at royna seg, og fleiri av hesum eru komin inn á listan. Lagið Drain Me hjá Rannvá Jacobsen og Angu liggur á fjórða plássi, beint frammanfyri vinnaralagið í kappingini Grát ei við Eivør. Boys In A Band, ið vunnu hjørtuni á út­lendsku gestunum á AME, hava eisini vunnið føroysk hjørtu, bólkurin hevur ikki færri enn tvey løg á listanum, Super Con­tagious á sjeynda plássi og Secrets To Con­ ceal á áttanda. Lagið hjá Vespu við Jens L. Thom­ sen og øðrum, ið vann annað pláss í kappingini hjá AME, Fjøllini standa úti, er somuleiðis á lista­ num á tólvta plássi. Sic hava ligið ovast á 15 teimum bestu við lag­ num To Dare To Risk To Regret, men hesa vikuna er lagið dottið niður á níggjunda pláss. Nilfisk spælir á Skarv Íslendski rokk- og punkbólkurin Nilfisk fer leygarkvøldið aftur á pallin á Skarv í Keypmannahavn. Nilfisk eru 4 mans, sum allir eru undir 20 ár. Teir byrjaðu at spæla saman í 2003 og eru teir serliga kendir fyri at teir hava hitað upp fyri heimskenda bólkin Foo Fighters, sum høvdu konsert í Íslandi fyri fáum árum síðani.  Nilfisk hevur spælt á Skarv í fjør, og tá vóru væl av íslendingum og vitjaðu Skarvin. Bólkurin hevur givið eina fløgu út og eina stakfløgu. Á Skarv siga tey, at tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at fáa íslendskar tónleikarir at spæla á Skarv við jøvnum millumbili. Meira á: www.skarv.info Mynd: Tá Dr. Spock fer á pall er talan um eitt freakshow í orðsins besta týdningi Mynd: Iceland Airwaves