hósdagur 26. apríl 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 80 - 26. apríl 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Ása Jacobsen, Tórshavn, ættað úr Famjin, andaðist
mikudagin 25. apríl, 65 ára gomul. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinri.
Kistan við Annu á Hædd Stampe, fer frá kapellinum
á Klaksvíkar sjúkrahúsi fríggjadagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni leygardagin
klokkan 13.30.
Andlát og jarðarferðir
Einans vóru tað tvey ár vit báðar
kendust, tó kendist sum um var tað
frá barnsbeini av - so nær vóru vit og
takksom eri eg fyri tað.
Eg visti frá fyrstu løtu av, at tú
vart nakað heilt serligt - ert nakað
serligt, eg veit at tú enn ert her hjá
mær/okkum.
Vit gjørdust væl beinanveg, og var
tað ein sonn frøði, tá vit hugnaðu
okkum saman so væl á Kambsdali
sum alla aðra staðni. Hugnalig vart
tú og sigast skal at tú vart næstan
óvanliga góð til at lurta eftir øðrum,
hvat onnur høvdu at siga. Um tað so
vóru trupulleikar ið stóðust á, vísti
tú altíð samkenslu, og um tað vóru
gleðilig ella bert líkagyldug tíðindi,
vart eisini »lutter øre«.
Góða, fitta Unn, ikki duga vit at
fata, at tú ikki ert millum okkum long
ur, men eg veit við vissu, at Harrin
tók teg, tí hann hevði størri ætlanir
fyri tær.
Bert eru tað góð minnir eg havi um
teg, góða Unn, og hesi minnir geva
mær styrki tá eg hugsi um at tú ikki
ert her meir. Tú ert farin til eitt betur
stað og eg veit, at tú stendur og bíðar,
til vit møtast aftur.
Ikki meir enn 18 ára gomul fórt tú
av foldum, og hevði tú alt lívið fyri
føtrunum á tær. Ein góð genta vart tú.
Tú bað meg javnan koma á møti við
tær og eisini hevði tú ætlanir um at
fara á bíbliuskúla. Mangan segði tú
mær, hvussu gott tú hevði tað heima
hjá familju tíni og hvussu ómetaliga
góð tú vart við mammu tína, Jannet,
pápa tín, Hans Andrias og yngri
systkini Niklas og Døgg. Eg, sum øll
onnur, vita eisini hvussu gløgg ein
genta tú vart. Hevði ætlanir um at
lesa samfelagsfrøði í framtíðini, og
tað kunnu vit øll vera samd um, at
tað - sum alt annað - hevði tú klára
akkurát sum einki.
Mín góða, pena Unn, farvæl fingu
vit ikki sagt tær, og tað nívur meg í
hjartað, tí tað er so nógv eg vil siga
við teg… Men eg biði fyri tær og biði
Gud um at geva okkum styrki sum sita
eftir. Tá eg hugsi um teg, góða Unn,
er tað við einum smíli, tí altíð vart tú
ljós og glað, ikki ólík einum eingli,
og hetta hevur tú givið mær, góða
- møguleikan at sita eftir við einum
smíli. Eg leingist eftir tær, elskaða
vinkona mín, og má Harrin taka sær
væl av tær, og hjálpa.
Hvíl í friði.
Tín vinkona, Elisa
Til minningar um mína góðu
vinkonu Unn Hansdóttir
Dagurin
27. apríl. Ánanias, deyður ár 375. Kristin munkur, sum
varð tikin av døgum í Persia. Summir halda, at her er
talan um tann Ánanias, sum er umtalaður í Ápostlasøguni
9, 10-19.
Fríðrikur Petersen doyði hendan dagin í 1917.
Heilsan
til Unn
Lag: Takk Guð fyri alt sum hendi
Góða Unn, ein síðsta heilsan
Fylgja skal á tíni ferð.
Eftir standa vit og undrast,
At tú millum oss ei er.
Góða Unn, tú spreiddi gleði,
Still og blíð, so hjartagóð.
Mangan tókst tú til tín órætt,
Fast við rættvísi tú stóð.
Góða Unn, her verður saknur
Burtur sólstrála nú er,
Troyst vit finna í at vita
At tín leið mót himni ber.
Góða Unn, vit takksom eru
Fyri tíð vit høvdu teg,
Fyri mangar góðar løtur
Tú lýsti upp á okkar’ veg.
Góða Unn, nú ert tú farin
Betri stað at vera í.
Syrgjandi vit taka avskeð,
Hava eftir minnir blíð.
Vit í hjørtunum teg goyma,
At tú altíð ert os nær.
Góða Unn, nú hvíl í friði,
Jesus-pápi verð hjá tær.
Frá systkinabørnunum
Spyrjandi vit aftur standa nú við eina grøv,
hví skal hendan unga blóma longu gerast støv?
Svarið fáa vit vist ikki nú, men einaferð
alt tað loynda fyri okkum opinberað er.
Vakrast tú av øllum blómum vart her fyri meg,
tolsemi og eyðmjúkleiki myndaðu tín veg.
Smílandi við blíðum lyndi gekst tú tína leið,
gleddi meg hvønn dag í tínum alt ov stutta skeið’.
Eftir eru minnini og væl tey verða goymd,
innast inn at hjartanum, so ei tey verða gloymd.
Sjálvt um løtan tung kann vera nú, so veit eg væl,
tá vit síggjast eg í ævir hjá tær verða skal.
Yrking
Sólrun og Páll
Tøkk
Øllum tykkum, ið mintust meg á 60
ára degnum 5. mars og gjørdu dagin
so hugnaligan fyri okkum øll, takki eg
hjartaliga.
Heilsan
Rasmus Skorheim, Selastrað
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá kæri maður mín
Vagn Mortensen
lá sjúkur, doyði og fór til gravar.
Essan