hósdagur 26. apríl 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 80 - 26. apríl 2007
15
nøvn
Í gjár, flaggdagin 25.apríl,
fylti Árni Olafsson 65 ár.
Árni er vágbingur. Foreld
ur hansara vóru Lena og
Halldór Olafsson. Lena
var dóttir Ingu og Gunnar
Danielsen, ættað úr Søldar
firði og Halldór var sonur
Sáru og Olaf Joensen, ættað
av Viðareiði. Sum tað skilst
vóru tey øll tilflytarar til
Vágs, sum tá var ein tann
fremsta bygdin í landinum,
tá hugsað verður um vinnu
lív. Lena doyði í 1967 og
Halldór doyði í 2006.
Sum ungur fór Árni til
Danmarkar at lesa fíggjar
frøði, og her býr hann fram
vegis. Hóast hetta hevur
Árni verið sera nærverandi
í Føroyum seinastu 40 árini.
Minnist at í 1966 hevði Árni
saman við øðrum lesandi
gjørt eina ”vegleiðing” í
loysing, sum kom væl við
til løgtingsvalið sama ár, tá
sjálvstýrislandsstýrið skuldi
standa sína roynd. Her vóru
grundgevingar, sum kundu
nýtast í móti vanligum sam
bandssjónarmiðum. Eitt slíkt
sjónarmið var, at samband
var neyðugt vegna okkara ein
táttaðu framleiðslu og handils
viðurskifti við útheimin.
Hvat skuldu vit gera, tá ið vit
seldu saltfisk til Spania og
fingu eina last av appelsinum
afturfyri? Tá var neyðugt, at
Danmark fekk appelsinurnar,
og at vit frá teimum fingu tær
vørur, okkum tørvaði. Hetta
var eingin trupulleiki søgdu
Árni & co, og teir greiddu
frá, hvussu hetta kundi greið
ast, nevniliga við at gera
útflutningin ”konvertiblan”.
Men einki hjálpti, sjálvstýris
landsstýrið misti meirilutan!
Síðan tá komu vit at kenn
ast sera væl, ikki minst tá
ið eg eitt skifti var í Keyp
mannahavn í 1967. Eg havi
mangan sitið væl inni hjá
teimum og havi samstundis
fingið gott innlit í mong
samfelagsviðurskifti, sum
mangan er komið til góðar
seinni.
Tá ið ættarliðsskiftið gjørd
ist neyðugt í almennu umsit
ingini í Føroyum vóru tveir
persónar, sum vóru aktuellir
at taka yvir. Teir vóru Einar
Kallsberg og Árni. Einar fall
frá alt ov ungur, og so var bert
Árni eftir. Hann var eisini í
Føroyum í nøkur ár sum
skrivstovustjóri í landsstýr
inum. Men hann valdi at fara
aftur til Danmarkar, og var tað
ótrúligt spell fyri Føroyar og
almennu umsitingina, at Árni
ikki skuldi føla, at tað var
pláss fyri honum her.
Lívsyrkið hjá Árna kom
tískil at vera sum serkønur í
føroyskum málum í danska
uttanríkisráðnum. Her hevur
hann havt um hendi eitt ótal
av uppgávum, sum snúgva
seg okkara viðurskifti við
umheimin. Millum hesar
hava verið millumlanda sam
ráðingar av ymiskum slag.
Ein tann týdningarmesta
uppgávan man hava verið,
tá ið hann var samráðingar
leiðari, tá tingast var um
”oljumarkið” millum Føroy
ar og Bretland. Hesar tóku
langa tíð og leingi stóð í
botni, og vónirnar vóru ikki
ov góðar fyri semju. Men sam
ráðingarnar endaðu kortini
við eini semju, sum føroyingar
vóru væl nøgdir við, og sum
Árni átti høvuðsæruna av.
Henda semjan var fortreytin
fyri teirri leiting eftir olju,
sum vit hava havt síðan tá,
og sum eina ferð man fara
at geva úrslit.
Árni er giftur við Onnu av
Skála, og er hon sjúkrasystir.
Tey eiga dótrina Malan. Tey
eru øll trý sera blíðlig og
fyrikomandi. Eg vil fegin
takka fyri kennskap og blíð
skap í 40 ár, og ynskt verður
Árna tillukku við teimum
65 árunum. Tíbetur er pen
sjónsaldurin fyri alment sett
hægri í Danmark enn í Før
oyum, nevniliga 70 ár móti
67. Tískil hevur Árni enn
nøkur ár, hann kann dugna
føroyska samfelagnum, og
kenna vit hann rætt, fer hann
eisini at gera tað.
ó.
Árni Olafsson
65 ár
Í mong ár hevur
veðrið á flaggdegnum
víst seg frá bestu
síðuni. Soleiðis var
ikki fyrrapartin í gjár,
tá tað regnaði illa.
Men tá skrúðgongan
kom á Vaglið, var turt
Skrúðgonga
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Seinastu á leið 15 árini
hevur at kalla verið av
besta veðri á sjálvum flagg
degnum. Í øllum førum í
høvuðsstaðnum. Soleiðis var
ikki fyrra partin av degnum í
gjár, tá tað oysti niður. Tó so,
tá skrúðgongan við Havnar
Hornorkestri og skótunum
í hølunum komu oman
eftir gongugøtuni á Vaglið,
var slitið í, og sostatt var
eisini í ár turt undir sjálvum
flaggdagshaldinum.
Tað var fyrrverandi rektarin
á Stundentaskúlanum í Hoy
vík, Mads Andrias Winther,
sum helt flaggdagsrøðuna,
har hann treiv í søguna hjá
flagginum, ið fyrstu ferð
varð vundið á stong 22. juni
1919.
Viðurkenningin
kom
tó ikki fyrr enn í 1941, tá
enska hervaldið gjørdi av,
at Merkið skuldi umboða
Føroyar.
- Okkum so líkt vóru tað
ikki vit sjálvi, men útlend
ingar, ið tóku hesa týðandi
avgerð, segði Mads Andrias
Winther millum annað í røðu
síni í gjár.
Flaggdagurin er fyrsti dag
ur í árinum, har limirnir í
Føroya Ellisakfør nýta høvi
at koma út við gomlu akfør
unum sínum og stilla tey á
rað niðri á Kongabrúnni.
Hálvturrur
flaggdagur í Havn
Fyrrverandi rektarin
á Studentaskúlanum
í Hoydølum, Mads
Andrias Winther, heldur
flaggdagsrøðu á Vaglinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Tey flestu høvdu frí í gjár, og nógvar familjur høvdu leitað sær oman á Vaglið
Mynd: Álvur Haraldsen
Limirnir í Føroya Ellisakfør
hava seinastu 15 árini nýtt
høvi at royna bilarnar á
flaggdenum, og soleiðis var
eisini í ár
Mynd: Eirikur Lindenskov