Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. apríl 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 80 - 26. apríl 2007 tíðindi Bæði tú og barn títt kunnu vera við til at forða happing. Gróð­r­ar­ lík­indini fyri happ­ing eru serstakliga góð í sambandi við bar­na­føðingardagar Børn og ung Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Tað er hart at vera offur fyri happ­ing. Men tað er eisini hart at vera áskoðari til happ­ ing. Seinastu árini er tað vorð­ið alt meira greitt, at vitnini til happing kunnu forða nógv­um óhepnum hend­ing­um. Eitt nú við at geva til ken­nar, at slíkur atburður verð­ ur ikki toldur. Í skúlahøpi verður sagt, at “stilli meiri­ lut­in” kann ge­ra meira enn nakar lærari el­la foreldur. Men tað krev­ur, at tey vaksnu gera sítt til at ávirka barnið, og at stuðla tí í royndunum at forða happ­ing í flokkinum. Eitt nú við at tosa um happing, at vera virkin í for­eld­ra­sam­ starv­in­um og við at hava ein greiðan føð­ ing­ar­dags­pol­i­tikk í flokkinum. Júst hetta við føð­ing­ar­døg­um er eitt, sum mangan verð­ur undirmett, men sum í stóran mun kann vera við til annaðhvørt at stimbra el­la forða happing. Føð­ing­ar­­­d­ agurin er, meiri enn nak­að annað, eitt tekin um, hvus­su populerur ein næm­ing­ ur er. Og tann, sum fram­man­und­an verður hildin ut­tan­fyri, verður ofta raktur á føðingardegnum. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit al­tíð eggja børnunum at fa­ra í føðingardag, tá tey verða boðin. Øll kunnu forða happing Ert tú áhugað/ur at starvast sum fysioterapeutur í Klaksvík. Okkum tørvar rætta fólki at arbeiða, menna og møguliga eiga í virkseminum hjá Klaksvíkar Fysioterapi. Jóngerð Biskopstø Tel. 212115 & 457110 Teldubústaður: kl-fys@post.olivant.fo Fysioterapeutur 1. Tosa ongantíð ilt um floks­fel­ag­ar­nar hjá barninum ella um hini for­eld­ri­ni í flokk­in­um. Tá tú gjørt tað, forð­ar tú barn­in­um í at knýta tøtt og erlig vina­ bond. Hugburðurin hjá for­eld­run­um á­virk­ar eisini tol­sem­is­men­tan­ina í flokk­ inum. Foreldur, sum hava ein dømandi og niðrandi mál­burð, ávirka eisini to­sing­ ar­lag­ið og atburðin hjá børnunum 2. Stuðla barninum í at hava nógv og ymis­lig vinaløg í flokkinum. Het­ta mink­ ar eisini um vandan fyri, at okkurt barn ofta situr einsamalt eft­ir 3. Kasta ljós á “ósjónligir” floks­fel­ag­ar. Hesi børn verða sjáldan nevnd og koma ongantíð heim við. “Ós­jón­lig­ir” floks­fel­ ag­ar kunnu vera teir, sum júst hava tørv á at verða tiknir við í spæl og avtalur 4. Eggja barninum til at verja floks­fel­ag­ ar, sum ikki megna at verja seg sjálvar. Slíkur stuðul er ofta av­ger­a­ndi fyri at happingin steðgar 5. Raðfest innbjóðingar til føð­ing­ar­dag­ ar hjá floksfeløgum høgt. Ger alt fyri, at barnið luttekur í føð­ing­ar­døg­um hjá øll­ um í flokkinum. Tað vís­ir virðing fyri hin­um børnunum, tá innbjóðingin verð­ ur tikin í ál­va­ra 6. Tosa við barnið um, at føð­ing­ar­dag­ar eru ymiskir, og um hvussu ein góður ges­t­ur skikkar seg. Ofta verð­ur funnist at føðingardøgum hjá børnum, sum ha­ va lágan status í flokkinum. Happarar kun­nu finna upp­á at spilla ein føð­ing­ar­ dag, til døm­is at finnast at matinum (so ong­­in annar skoytir um hann), ella við at nokta fyri at luttaka í spølum og øð­r­ um, sum er fyrireikað 7. Allir flokkar eiga at hava ein fel­ags føðingardagspolitikk: an­nað­hvørt verða all­ir floksfelagarnir bod­n­ir við, allar gen­­t­ur­­nar ella allir dreing­ir­nir. Verða bert nøkur fá vald frá, er hetta tekin um van­tan­di virð­ing fyri flokkinum, sum ein so­si­al eind 8. Raðfest samveru við onnur for­eld­ur í flokkinum høgt. Sosial sam­ve­ra í for­eld­ ra­bólk­in­um smittar av á sosialu sam­ver­ una millum næm­ing­­ar­­nar. Eitt gott hug­ skot er at ha­­va foreldrakaffi, sum ein pa­rt av føð­­ing­­a­r­­døg­­unum. Tá foreldrini ko­­­ma eftir børnunum, fáa tey sær ein lít­ lan kaffimunn saman. Børnini els­­ka at for­eld­rini hugna sær saman, og góði hýr­ ur­in millum foreldrini smitt­­ar eisini av á børnini. 9. Stuðla lærarum, sum raðfesta so­si­alu samveruna í flokkinum. Lær­­ar­­ar, sum seta ítøkilig tiltøk í verk til tess at bøta um sosiala triv­nað­in, hava tørv á stuðli frá for­eld­ru­num, so tiltakið ikki miseydnast. 10. Nýt foreldraumboð og skúla­stýr­­ið í stríðnum móti happing. He­­si kunnu arbeiða fyri at happing verð­­ur raðfest í skúlanum. 10 góð ráð til at fyri­ byrg­ja happing Ímynda tær, at sonur ella dóttur tín bjóðar flokkinum heim í føðingardag, men ongin møtir upp! Keldur: www.livsmodlab.dk • www.mobbeland.dk