hósdagur 26. apríl 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VARPIÐ
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2007
DR2 • Mikudagin kl. 22.50
Tavshed er ikke
guld
Kanst tú liva sum lesbisk, tá
tú er fastgrógvin í ortodoksa
ella óortodoksa jødiska
samfelagnum í Jerusalem.
Svarið er eitt dundrandi
nei!. Heilaga skriftin bannar
homoseksualiteti, og hetta
kann als ikki diskuterast. Tær
triggjar, Yehudit, Ruth og
Miriam Ester verða róptar
syndarar, men hvør í sínum
lagi stríðast tær fyri rættinum
til sín seksualitet, uttan at
tær tó vilja sleppa átrúnaði
sínum. Serliga trupult er tað
hjá Ruth og Miriam Ester,
sum eru giftast og mammur
at ávikavist seks og tíggju
børnum.
TV3 • Týsdagin kl. 19.00
Med kniven for
struben
Í seinasta partinum av væl
umtóktu røðini gongur
leiðin til Havnar og Rio
Bravo. Hóast nýggir eigarar
tóku við fyri trimum árum
síðani, so er at kalla eingin
broyting í mun til tað,
sum var, tá matstovan
læt upp á sinni. Búffar
og bernaisesauce tykjast
ikki longur vera tað, sum
føroyingar vilja hava. Bo
Bech sær skjótt, at her
skulu stórar broytingar,
har hann skal beina
pulvursauce og –suppu
burtur, og spurningurin
er, um føroyingarnir eru
til reiðar at geva danska
stjørnukokkinum valdið.
TV3+ • Mikudagin kl. 20.15
Champions Lea
gue frá San Siro
AC Milan-Man Utd
Á Old Trafford reistist
Manchester í einum
ótrúligum dysti, sum teir
við einum máli í yvirtíðini
vunnu við 3-2. Tað gevur
teimum fyrimunin undan
seinnu hálvfinaluni, men
hesin er tó so lítil, sum
tilber. Og alt bendir á, at tað
als ikki verður nóg mikið
hjá gestunum, um teir bara
leggja seg aftur at verja.
Canal+Film1
Leygardagin kl. 19.00
Tara Road
Sonurin hjá amerikonsku
Marylin er júst deyður í
eini vanlukku. Ria, sum býr
í Dublin, hevur júst mist
mannin, sum er rýmdur.
Báðar er tær í svárari
sálarkreppu og hava tørv
á eini broyting. Av tilvild
hittast tær, og so gera tær
av, at tær báðar skifta um
bústað.