fríggjadagur 2. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 2. mars 2001
9
gult cyan magenta svart
8
Nr. 43 - 2. mars 2001
gult cyan magenta svart
– Eg kann ikki koma
til aðra niðurstøðu
enn at fólkaflokkurin
hevur spælt sjónleik
líka síðani síðsta
samgongan varð
skipað, sigur Jenis av
Rana, løgtingsmaður
fyri Miðflokkin
FULLVELDI
Áki Bertholdsen
– Hetta er stór skomm. Eg
kann ikki koma til aðra nið-
urstøðu, enn at fólkaflokk-
urin ongantíð hevur meint
nakað við fullveldi, men
hevur spælt sjónleik, líka
síðani samgongan varð
skipað.
Jenis av Rana, løgtings-
maður fyri miðflokkin, sig-
ur, at tað er onki hent, sum
kundi fáa Løgmann at
bakka so dyggiliga og at
leypa frá avgerðini um at
halda fólkaatkvøðu 26.
mai.
– Tað er ikki langt síðani,
at vit sótu í Kjaktorginum í
útvarpinum og tíðindamað-
urin
førdi
fram
at
»…Nyrup sigur…«
– Løgmaður kveistraði
hann til viks, at tað var ikki
Nyrup, sum gjørdi av, hvat
vit atkvøddu um í Føroy-
um.
– Síðani er onki nýtt
komið fram, sum kann elva
Løgmanni og fólkaflokkin-
um til at bakka, sigur Jenis
av Rana. Tí kann hetta ikki
merkja annað enn, at fólka-
flokkurin hevur spælt sjón-
leik alla tíðina.
Løgnar royndir
Hann sigur, at tað er langt
síðani at hann ásannaði, at
tað komst ikki longur við
samráðingum og longu í
juni í fjør mælti hann til at
halda fólkaatkvøðu.
– Síðani hevur landsstýr-
ið gjørt ymsar løgnar
royndir at lumpa danir til at
fáa eina longri skiftistíð,
men hetta haldi eg er grov
undirmeting av dønum, tí
sjálvandi
gjøgnumskoða
teir slíkt.
Jenis av Rana sigur, at
tað, sum nú liggur næst
fyri, er, at samgongan verð-
ur umskipað, so at tjóð-
veldisflokkurin fer út og
javnaðarflokkurin fer inn.
–
Javnaðarflokkurin
stendur fult tilbúgvin og tað
er eisini tyðiligt, at sjálv-
stýrisflokkurin hevur broytt
støðu fyri at gera seg til
reiðar fyri at vera við í eini
samgongu ímillum fólka-
flokkin, javnaðarflokkin og
sjálvstýrisflokkin.
– Fríggjadagin stóð sjálv-
stýrisflokkurin øksl við
øksl við tjóðveldisflokkin í
spurninginum um fólkaat-
kvøðu, men nú er hevur
hann broytt støðu so at
hann tykist at hava nærkast
fólkaflokkinum.
Sjálvur heldur Jenis av
Rana, at tað ruddiligasta
hevði verið at hildið nýval,
so at veljarin slapp at fella
sín dóm.
– Tað, sum nú er hent, er
eitt punktum fyri teirra
høvuðsmál í politikki, og tí
eigur fólkið at sleppa at
tala.
Hann sigur, at sjálvur
hevur hann styðja fullveld-
isætlanina, men eftir tað,
sum nú er hent, veit hann
ikki.
Men um samgonga verð-
ur umskipað, veit hann
ikki.
– Teir skulu fáa arbeiðs-
frið fyri mær. Men eg veit
ikki, hvat er eftir at semjast
um, uttan tað, sum hevur
borið til alla tíðina, nevnil-
iga at yvirtaka ymisk máls-
øki so hvørt.
– Og nú orðið fullveldið
ikki so mikið sum skal
nevnast, dugi eg ikki at
síggja, at nakað serligt er at
samráðast um, sigur Jenis
av Rana.
Hetta er stór skomm
Nýggi leiðarin á
Norðoya Kunningar-
stovuni vónar, at
Norðoyggjar kunnu
lokka fleiri ferðafólk
á vitjan. Men neyðugt
er við miðvísum ar-
beiði, skal tað eydnast
KUNNING
Eyðun Klakstein
Í gjár var móttøka fyri
nýggja leiðaranum á Norð-
oya Kunningarstovu, sum
samstundis tók við starv-
inum í gjár.
Tað er Christian Olsen í
Klaksvík, sum framyvir
skal verða oddafiskurin í
kunningararbeiðnum
hjá
ferðavinnuni í Norðoyggj-
um, og hesa uppgávu gleðir
hann seg til.
– Starvið er einfalt. Eg
skal royna at gjøgnumføra
tað, sum nevndin fyri
Ferðavinnuna í Norðoyggj-
um og Klaksvíkar Komm-
una vilja hava framt, sigur
Christian Olsen.
Talan er um eitt fulltíðar-
starv, og harvið tekur Norð-
oya Kunningarstova eitt
nýtt stig, tí higartil hevur
meginparturin
av
ar-
beiðnum, sum hevur verið
gjørdur, verið óløntur.
– Fólk hava gjørt eitt risa
arbeiði fyri lítlar og ongar
pengar, og tað er hetta ar-
beiðið, sum eg skal byggja
á, sigur Christian Olsen.
Handilslívið við
Klaksvíkar kommuna hev-
ur latið fleiri pengar til ar-
beiðið á Kunningarstovuni,
og saman við Ferðaráðið
Føroya er tað kommunan
sum í stóran mun fíggjar
virksemið hjá Kunningar-
stovuni í Klaksvík.
Umframt kunningarar-
beiðið innan ferðavinnuna,
skal nýggi leiðarin á Kunn-
ingarstovuni eisini taka sær
av sambandinum við hand-
ils- og vinnulívið í Klaks-
vík.
– Handils- og vinnulívið
í Klaksvík skal vera meiri
sjónligt, og ætlanin er, at
Kunningarstovan
skal
hjálpa til at føra ymiskt at
felags áhuga út í lívið, sigur
Christian Olsen.
Handilsfelag er í Klaks-
vík, og okkurt um 50 hand-
lar eru limir í hesum felagi,
og ætlanin er, at Norðoya
Kunningarstova skal sam-
starva við hetta felag.
Fleiri ferðafólk
Norðoya Kunningarstova
skal eisini loysa ymsar upp-
gávur
fyri
Klaksvíkar
kommunu. Millum annað í
sambandi við vitjanir úr út-
londum.
– Enn dugi eg ikki rættil-
iga at siga, hvussu tær
ymisku uppgávurnar verða
prioriteraðar, men eg kann
ímynda mær, at um summ-
arið verður øll orka løgd í
at geva ferðafólki so góða
tænastu sum gjørligt, sigur
Christian Olsen.
–
Norðoyggjar
skulu
hava størri lut í ferðavinn-
uni, og skal hetta eydnast
okkum, er neyðugt við
miðvísum arbeiði. Tað nytt-
ar ikki hjá okkum at seta
okkum at bíða eftir ferða-
fólki. Vit mugu hava tilboð
til teirra og annars gera
ymiskt arbeiðið fyri at fáa
tey hendan vegin.
– Hetta arbeiðið má ger-
ast í tøttum samstarvi við
Ferðaráð Føroya, sum hev-
ur so stóran týdning fyri
føroyska ferðavinnu.
Christian Olsen heldur, at
tað er umráðandi, at Norð-
oyggjar hava nakað at
bjóða ferðafólki, og tað er
av stórum týdningi, at hesi
tiltøk verða løgd væl til
rættis.
Fingist við fólk
Christian Olsen er ikki
ókendur innan ferðavinnu.
Hann sigldi í 9 ár við Norr-
ønu sum pursari, og hann
hevur eisini siglt nakað við
ferðafólki í Norðoyggjum
seinastu árini.
– Mær hevur altíð dámt
at fingist við fólk, og í so
máta
er
hetta
starvið
áhugavert, sigur Christian
Olsen.
Hann hevur skipað fyri
hópin av tiltøkum, og í
nógv ár var hann við í fyri-
skipanini av norðoyastevn-
uni. Hann hevur eisini verið
upp í ymiskum felags-
arbeiði.
– Eg fekk áhuga fyri leið-
arastarvinum í Kunningar-
stovuni, tá lýst var eftir
leiðara seinnu ferðina, og
onkur helt eisini, at eg átti
at søkt tað. Tað gjørdi eg
eisini og fekk tað.
Seinnapartin í gjár var
móttøka í Norðoya Kunn-
ingarstovu, og í dag er
fyrsti gerandisdagurin hjá
Christiani Olsen í nýggja
starvinum.
Norðoyggjar skulu hava
størri lut í ferðavinnuni
– Tað var eitt stórt vónbrot, at
Løgmaður skuldi boyggja seg
fyri Óla Breckman. Nú er
fullveldisætlanin kollsigld og
tí eigur løgtingsval av verða
nú, sigur Jenis av Rana, løg-
tingsmaður fyri miðflokkin
– Fólk hava gjørt eitt risa
arbeiðið fyri lítlar og ongar
pengar, og tað er hetta arbeið-
ið, sum eg skal byggja á, sigur
Christian Olsen, nýggjur leið-
ari í Kunningarstovuni í
Klaksvík.
Mynd: Eyðun Klakstein
Hvøss orð fella í sam-
gonuni fyri tíðina.
Løgmaður og vara-
løgmaður skiftast um
bæði skrivliga og
munnliga at ákæra
hvønn annan fyri at
hava framt álitisbrot,
sum kann vera endin
á samgonguni
BAKGRUND
John Johannessen
Eftir formliga landsstýris-
fundin í gjár er veruliga
vátt komið í reiðrið í sam-
gonguni.
Løgmaður og varaløg-
maður skýra hvønn annan
fyri at hava brotið gjørdar
avtalur, og harvið hava sett
samgonguna í so stóran
vanda, at ivasamt er, um
hon kann bjargast.
Høgni Hoydal sigur, at
løgmaður hevur brotið allar
avtalur, nú hann hevur slept
høvuðssetninginum
hjá
samgonguni um fullveldi.
Anfinn Kallsberg sigur,
at Høgni Hoydal hevur
spælt solospæl, tá hann
móti vilja løgmans hevur
borið uppskot um sjálvstýr-
isleist og uppskot um at
staðfesta sjálvsavgerarrætt
føroyinga í tingið. Anfinn
Kallsberg ger somuleiðis
greitt, at um Høgni Hoydal
ikki tekur uppskotini aftur,
hevur Tjóðveldisflokkurin
meldað seg út úr samgong-
uni.
Nýtt uppskot
Stríðið byrjaði fríggjadagin
í farnu viku, tá løgmaður á
samgongufundi
boðaði
restini av samgonguni frá,
at hann ikki fór at góðtaka,
at
fólkaatkvøða
verður
hildin 26. mai um ein
bundnan sjálvstrýrisleist,
eins og landsstrýrið boðaði
frá á tíðindafundi 1. febru-
ar.
Løgmaður gjørdi Sjálv-
stýrisflokkinum og Tjóð-
veldisflokkinum greitt, at
hann metti fólkaatkvøðuna
fara at falla, og at avleið-
ingarnar av hesum føru at
vera ógvusligar.
Anfinn Kallsberg skivaði
millum annað hetta í brævi
til Helenu Dam á Neystabø
og Høgna Hoydal dagfest
hósdagin 22. februar:
»Seinastu veljarakann-
ingarnar bendu eisini á, at
meirilutin av føroysku velj-
arunum rokna við, at Poul
Nyrup Rasmussen fer at
halda fast við hóttan sína
um at minka blokkin yvir 4
ár. Eg fari ikki út til fólka-
atkvøðu, har útlit eru til at
tillaga føroyska búskapin
undir hesum fyritreytum.
Tað havi eg boðað frá fleiri
ferðir, og tað haldi eg fast
við, tí tað er politiskt
ógjøgnumførligt«.
Tí legði Anfinn Kalls-
berg í staðin eitt nýtt upp-
skot á sjálvstýrisleið fyri
samgonguna. Hetta var eitt
uppskot til samtyktar um at
heita á landsstýrið um at ar-
beiða fyri at gera djútøkar
broytingar í viðurskiftunum
Føroya
og
Danmarkar
ímillum. Uppskotið líkist
nógv sjálvstýrislógini hjá
Javnaðarflokkinum.
Tað
miðar eftir at yvirtaka øll
málsøki uttan ríkismál inn-
an fyri heimastýrislógina,
víðka
uttanríkispolitisku
heimildirnar, minka heild-
arveitingina og seta á stovn
ein búskapargrunn.
Fullveldi er ikki nevnt
við einum orði í uppskotin-
um
hjá
løgmanni.
Tí
góðtaka Tjóðveldisflokkur-
in og Sjálvstýrisflokkurin
als ikki uppskotið.
S a m g o n g u f u n d u r i n
fríggjadagin kom ikki til
annað úrslit, enn at málið
skuldi leggjast á ís, til løg-
maður kom aftur til Føroya
í næstu viku.
Bar málið í tingið
Men málið hvíldi ikki
leingi. Týskvøldið frætti
løgmaður til London, at
Høgni Hoydal hevði sett
uppskot um sjálvsstýrisleist
og fólkatkvøðu, uppskot
um stuðul til fólkaatkvøð-
una og uppskot til samtykt-
ar um at staðfesta sjálvsav-
gerðarrætt
føroyinga
á
skránna
fyri
formligan
landsstýrisfund mikumorg-
unin klokkan.
Høgni Hoydal ætlaði, at
málini skuldu kunna latast
løgtingsskrivstovuni áðr-
enn klokkan 16 mikudagin,
tá feistin fyri framløgu hesa
tingestuna var úti.
Hetta leyp øði í løgmann,
sum tíðliga mikumorgunin
gjøgnum telefax av hotelli
sínum sendi Høgna Hoydal
hvassorðað bræv.
Í
brævinum
skrivaði
Anfinn Kallsberg millum
annað soleiðis:
»Um hesi málini fara
niðan í løgtingið, uttan at
flokkarnir í samgonguni
eru samdir áðrenn, meti eg
hetta sum so stórt álitisbrot,
at eg taki hetta sum upp-
søgn av politiska samstarv-
inum. Tí fari eg einaferð
enn at fráráða tær hetta.«
Avleiðingin av hesum
varð, at Høgni Hoydal, sum
var virkandi løgmaður,
fyrst úsetti landsstýrisfund-
in til á middegi og síðani til
klokkan 13 meðan hann
hugsaði seg um.
Landsstýrisfundurin varð
settur eitt sindur seinni enn
klokkan 13, og endaði hann
við, at tvey uppskot í full-
veldismálinum fóru fyri
tingið. Eitt uppskot um
sjálva fullveldistilgongd-
ina, umframt eitt serligt
uppskot til samtyktar, um at
staðfesta sjálvsavgerðar-
rætt føroyinga.
Uppskotið um fullveldis-
tilgongdina var tað sama,
sum landsstýrið boðaði frá
á tíðindafundi 1. februar,
bert uttan fólkaatkvøðuna
26 mai.
Hetta leyp aftur øði í løg-
mann, og boðini frá Anfinn
Kallsberg úr London vóru,
at nú hevði Høgni Hoydal
gjørt móti boðum løgmans,
og at hetta fór at fáa avleið-
ingar.
Men
samstundis
segði Anfinn Kallsberg,
løgmaður, at hann fór at
tosa við Høgna Hoydal, tá
hann kom aftur til Føroya,
og geva honum ein møgu-
leika at taka uppskotið
aftur.
Løgmaður kom aftur til
Føroya í gjárkvøldið, og í
dag fer løgmaður helst at
tosa við Høgna Hoydal um
støðuna.
Útlitini fyri at finna eina
semju eru kortini lítil.
Høgni Hoydal hevur sent
løgmanni eitt bræv, har
hann sigur, at hann ikki
bakkar, og løgmaður hevur
gjørt greitt, at Tjóðveldis-
flokkurin ikki longur er við
í samgonguni, um hann
ikki bakkar.
Høgni Hoydal hevur í
brævi gjørt løgmanni greitt,
at tað er ábyrgdarleyst at
brúka hóttanir í politikki,
og at tað er ábyrgdarleyst,
at fullveldismálið skal gev-
ast upp fyri skutil.
Tað stendur sostatt í botni
í fullveldismálinum, og iva-
samt er, um tað eydnast at
finna nakara semju. Sam-
gongan hevur aldri áður
verið í so stórum vanda,
sum nú.
Eljustríð í samgonguni
Ónøgd landsstýrisfólk í kjaki beint eftir landsstýrisfundin mikudagin
Mynd: John Johannesen
– Um tað sum eg geri
er at provokera, so er
føroyskur politikkur
fullkomiliga til láturs,
heldur Høgni Hoydal
FULLVELDI
John Johannessen
– Eg havi valt at gera eina
seinastu roynd at halda orð
í fullveldismálinum og at
halda samgonuni fasta upp
á sítt samgonguskjal.
Hetta
sigur
Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
fullveldismálum eftir at
hann hevur borið eitt upp-
skot um fullveldisleist í
tingið.
Hann hevur kunnað løg-
man.
– Hann váttaði, at vit ikki
eru ósamdir um fullveldis-
tilgongdina yvirhøvur, men
at tað var fráboðaða fólka-
atkvøðan, sum var knútur-
in.
Høgni Hoydal sigur, at
lógaruppskotið um full-
veldistilgongdina er ikki
nakað uppskot frá Tjoð-
veldisflokkinum ella frá
sær sjálvum.
– Hetta er tað uppskotið,
sum hevur verið viðgjørt út
í æsir síðani 26. oktober í
fjør, har øll málsøki skulu
yvirtakast, blokkurin mink-
ast burt, búskapargrunnur
setast á stovn sum ástetur,
at tá allar bindingar eru
burtur, skal ein fólkaat-
kvøða haldast um at skipa
Føroyar sum fullveldisríki.
Høgni Hoydal leggur aft-
urat, at uppskotið somu-
leiðis sigur, at vit longu frá
1. januar yvirtaka mál, so
blokkstuðulin minkar við
3-400 milliónum.
– Eitt er, at ein flokkur er
lopin frá fráboðaðu fólkaat-
kvøðuni. Men um sam-
gongan ikki vil halda fast
um fullveldisleistin, sum
full semja var um fyri ein-
um mánaði síðani, og um
samgongan heldur ikki vil
staðfesta sjálvsavgerðar-
rættin, so er eingin meining
í nøkrum longum, sigur
Høgni Hoydal, sum heldur,
at tað er einki minni enn
hansara skylda sum lands-
stýrismaður í sjálvstýris-
málum at royna at halda
samgonguni fasta upp á
síni orð og at finna eina veg
úr ruðuleikanum.
– Eg kann als ikki góð-
taka, at tað nú verður sagt,
at eg provokeri ella at tað er
álitisbrot, at eg havi lagt
hesi uppskot í tingið á ein-
um málsøki, sum eg sjálvur
umsiti.
– Er tað at provokera at
halda sítt orð og at halda
gjørdar avtalur? – Er tað
álitisbrot at halda sam-
gonguskjalið, ella er tað ein
provokasjón
at
leggja
uppskot fyri tingið um
fullveldisleistin, sum øll
vóru samd um fyri einum
mánaði síðani? spyr Høgni
Hoydal.
Um so er, so er føroyskur
politikkur
vorðin
full-
komiliga til láturs. So er tað
fyrstu ferð, at ein sam-
gonga er komin í rasshaft,
tí at samgonguskjalið, løg-
tingssamtyktir og avtalur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður:
Havi roynt at halda orð
í fullveldismálinum