fríggjadagur 2. mars 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 2. mars 2001
11
gult cyan magenta svart
10
Nr. 43 - 2. mars 2001
gult cyan magenta svart
Kvinnur hava samansetta
rúsevnismisnýtslu
Trupulleikarnir hjá
kvinnunum, sum fara
í viðgerð fyri mis-
nýtslu, eru samansett-
ir. Hjá flestum teirra
stava teir bæði frá
rúsdrekka, tablettum
og hasj
MISNÝTSLA
Turið Kjølbro
Sløk 300 fólk eru í viðgerð
fyri rúsdrekka- og rúsevnis-
misnýtlsu
á
teimum
tveimum viðgerðarstovnu-
num um árið. Hetta vísa
hagtøl, sum eru at lesa í
ársfrágreiðingini hjá Rús-
drekka- og Narkotikaráðn-
um fyri 1999. Hetta árið
vóru í alt 156 fólk í viðgerð
á Heilbrigdinum á Velba-
stað og 130 á Blákross-
heiminum í Havn. Á báðum
stovnunum er nógv tann
størsti parturin menn. Av
teimum 156 fólkunum, ið
vóru í viðgerð á Heilbrigdi-
num, vóru bert 23 kvinnur.
Á Blákrossheiminum vóru
14 kvinnur.
Eftir øllum at døma eru
tað tey tilkomnu, serliga tey
40-50 ára gomlu, sum eru
mest útsett. Hyggja vit at
hagtølunum fyri Blákross-
heimið umfatar hesin ald-
ursbólkurin ikki færri enn
53 fólk ella 40%. Næst
størsti bólkur er eisini rætti-
liga stórur. Hann fatar um
tey 50-60 ára gomlu og tey
vóru 33 í tali, ella 25 % av
samlaða talinum. Við øðr-
um orðum sæst, at av øll-
um, ið vóru í viðgerð í
1999 á Blákrossheiminum,
vóru ikki færri enn tveir
triðingar í aldrinum 40-60
ár. Hinvegin vísa tølini, at
eittast, - um tað er rætta
orðið at brúka í hesum sam-
bandi, - 8 fólk í aldrinum
20-30 ár vóru í viðgerð í
1999. Hetta er ein minking
í mun til 1998, tá 12 í hes-
um aldursbólki vóru í við-
gerð.
Alkoholpolitikkur
munar
Um tað sama ger seg gald-
andi
á
Heilbrigdinum,
síggja vit ikki í ársfrágreið-
ingini, tí har er ikki gjørt
upp í aldursbýti. Hinvegin
síggja vit har, hvønn tru-
pulleika sjúklingarnir hava.
Sum vera man er tað fram-
vegis rúsdrekka flest fólk
hava trupulleikar av, men
rúsevni, tablettir og onnur
narkotisk evni hava sein-
astu árini rættiliga hálað
seg inn. Hyggja vit at
nýggjastu
hagtølunum,
teimum frá 1999, vóru 87
fólk í viðgerð fyri rús-
drekkatrupulleikar, 50 fyri
rúsdrekka og tablettir, og
39 fyri rúsdrekka, tablettir
og hasj. Tølini fyri 1995
fyri somu bólkar vóru
ávikavist 86, 63 og 21.
Hagtøl frá Heilbrigdinum
fyri øll árini vísa, at trupul-
leikarnir hjá kvinnunum,
sum fara í viðgerð fyri mis-
nýtslu, eru samansettir. Hjá
flestum teirra stava teir
bæði frá rúsdrekka, tablett-
um og hasj. Seinastu árini
hava tær kvinnur, ið bara
hava rúsdrekkatrupulleikar,
verið fáar í tali, í 1998 vóru
tær 5 og í 1999 eingin.
Hvørji onnur narkotisk
evni enn tey, sum hava ver-
ið frammi í nógv ár, eru í
umfari, fæst ikki at vita í
hagtølunum. Tey, ið fara í
viðgerð fyri trupulleikar av
øðrum narkotiskum evnum,
eru framvegis fá, í 1996
vóru tey 9, men í 1999
eingin.
Flestu teirra, sum verða
innløgd á Heilbrigdinum,
koma ígjøgnum AA-stuðla-
bólkin, lækna, sjúkrahús-
verkið, og familju- og
hjúnafelaga.
Men
sum
skilst eru tað fleiri arbeiðs-
pláss sum senda fólk í við-
gerð nú enn áður, hetta or-
sakað av, at fleiri arbeiðs-
pláss hava ein alkoholpoli-
tikk.
Tveir triðingar av teimum, ið
vóru í viðgerð á
Blákrossheiminum í 1999
fyri rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtslu, vóru í
aldrinum 40-60 ár.
Modellmynd
Frá bøn til verk
Adventkirkjan í
Havn, Christians-
kirkjan í Klaksvík og
Missiónshúsið í Vági
eru karmur um al-
tjóða kvinnubønar-
dagin, sum er í dag
ALTJÓÐA KVINNU-
BØNARDAGUR
Turið Kjølbro
Fyrsta fríggjadag á hvørj-
um ári sameinir altjóða
bønardagurin
kristnar
kvinnur úr fleiri enn 170
londum í einum heimsum-
fatandi felagskapi í bøn og
verki. Í hesum sambandi
eru Adventkirkjan í Havn,
Christianskirkjan í Klaks-
vík og Missiónshúsið í
Vági karmur um bønardag-
in. Á øllum støðum kl.
19.30.
Í ár eru tað kvinnur í Sa-
moa, sum hava gjørt tilfarið
til altjóða kvinnubønardag-
in. Samoa liggur í Kyrra-
havinum og er eitt av
heimsins minstu londum.
Umleið 99 prosent av fólk-
inum eru kristin. Samoa er
samstundis eitt av heimsins
minst mentu tjóðum. Síðani
landið gjørdist sjálvstøðugt
í 1962, er búskapurin vikn-
aður. Ídnaðurin er lítil, og
vøksturin í tænastu- og
ferðafólkavinnuni somu-
leiðis. Nógv fólk úr Samoa
búgva og arbeiða í øðrum
londum.
Peningurin, sum verður
savnaður
inn
altjóða
kvinnubønardagin, fer til
trý endamál. Bønardags-
nevndin í Litava og kvinnur
í Ukraina, ið arbeiða til
frama fyri altjóða kvinnu-
bønardagin fáa ein part.
Kvinnufelagið í Metodist-
kirkjuni í Letlandi, sum
arbeiðir við børnum og
ungum fáa ein part, og ein
partur fer til foreldraleys
børn í Vilnius í Letlandi.
Fleiri kvinnur og børn gista á
Kreppumiðstøðini
Í 1999 heittu 409
kvinnur á Kreppu-
miðstøðina um hjálp
mótvegis 5 í 1990
HARÐSKAPUR
Turið Kjølbro
At tað er grundarlag fyri
Kreppumiðstøðini
í
Kvinnuhúsinum, sæst í
hagtølunum, sum eru á lesa
í ársfrágreiðingini hjá Rús-
drekka- og Narkotikaráð-
num.
Áheitanirnar
frá
kvinnum eru tey 11 árini,
síðani Kvinnuhúsfelagið
varð stovnað, øktar í risa-
lopum, úr 5 í 1990 upp í
409 í 1999. Tilsamans hava
136 kvinnur gist í Kvinnu-
húsinum í styttri og longri
tíðarskeið síðani húsið lat
upp. Flestu teirra koma ikki
einsamallar, tí børnini eru
líka nógv í tali. Í 1999 eitt
nú gistu 17 kvinnur í
Kvinnuhúsinum og tær
høvdu í alt 25 børn við sær.
Bert í 1995 hevur talið ver-
ið størri. Tá komu 518
áheitanir frá kvinnum, og tá
gistu 18 kvinnur og 24
børn.
Vøkstur er eisini í gist-
ingardøgnunum. Tær 17
kvinnurnar og tey 25 børn-
ini, ið gistu í fjør, vóru har í
ávikavist 483 og 751 døgn
tilsamans. Til samanbering-
ar kunnu vit taka 1991, tá
12 kvinnur og 5 børn gistu í
ávikavist 114 og 17 døgn.
Sjálvboðið
Kvinnuhúsið hevur tvey
lønt fólk í starvi, men virk-
semið í húsinum annars er
grundað á sjálvboðið arb-
eiði. Tær sjálvbodnu eru
allar limir í Kvinnuhúsfel-
agnum. Felagið hevur støð-
ugan tørv á sjálvbodnum,
sum kunnu átaka sær vaktir
og taka lut í ráðgevingini.
Endamálið við húsinum
er, at gera arbeiði, sum
styrkir støðu kvinnunnar,
styrkir
sjálvkenslu
og
sjálvsábyrgd hennara, so
hon í størri mun sjálv fær
styrki at ráða og taka av-
gerðir yvir egna lívi.
Fíggjarliga grundarlagið
undir Kvinnuhúsinum er
stuðul frá tí almenna og
øðrum.
ALING
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Føroyi havbúnaðurin verður
rikin eins fyrilitaleyst og
bretski landbúnaðurin. Tað
verður als ikki tikið fyrilit til
umhvørvið. Sjúkur, eins
ringar og neytaøði og munn
og kleyvsjúka, liggja og
lúra fyri framman. Hetta
hóttir ikki bara alifiskin,
men eisini villa fiskin undir
Føroyum., heldur Jóhan
Mortensen, vinnulívsmaður
-Landbúnaðarpakkin
í
fríhandilsavtaluni við ES er
heilt vanvittigur. Eg haldi at
avtalan við ES er ábyrgdar-
leys. Ringar djórasjúkur
herja niðri á meginlandin-
um og ES avtalan hevur lat-
ið Føroyar upp fyri øllum,
sum kann tæna kapitalinum
á meginlandinum. Her er
frítt at flyta livandi djór um
landamørk,sigur
Jóhan
Mortensen, vinnulívsmað-
ur.
Jóhan Mortensen, sum
hevur fingist við at selja
fisk meginpartin av lívin-
um er skelkaður yvir hvat
hendir í Føroyum í hesum
døgum. Hann skilir slett
ikki, at landsdjóralæknin
ikki tekur støðuna niðri á
meginlandinum í álvara og
setir fullkomiligt bann fyri
øllum innflutningi av vør-
um, sum bara hava verið
nærhendis landbúnaði í
Bretlandi. Tað er eisini av
týdningi at øll sum hava
verið í Bretlandi, mugu
verða sóttreinsað, áðrenn tey
koma aftur til landið, heldur
hann.
-Sjúkurnar niðri á megin-
landinum koma av, at djór
verða hópframleidd. Tey
skulu vaksa so skjótt sum
møguliga, viga so nógv
sum møguligt, og tey verða
so nógv strongd í hesi
roynd, at tey gerast veik
mótvegis sjúkum, sigur Jó-
han Mortensen.
-Fáa vit munn og kleyv-
sjúku hendanvegin , er tað
einki minni enn ein vann-
lagna fyri samfelagið. Men
eg óttist eisini fyri, at tað fer
at ganga galið á sjónum, so
nógv sum alingin veksur í
løtuni. Føroyski havbún-
aðurin verður rikin eins hart
og náðileyst sum bretski
landbúnaðurin og tað skal
ikki undra meg, um vit í
framtíðini fara at fáa sjúkur
í alifiski, sum eisini fer at
smitta villa fiskin. Hendir
tað, so er fiskivinnan deyð í
Føroyum. Føroyska ali-
vinnan tekur slett ikki fyri-
lit fyri føroyska umhvørv-
inum, tað tykist sum før-
oyska alivinnan í dag bara
skal tæna norskum kapitali,
sum flytir laks til ES, sigur
Jóhan Mortensen.
-Tað er tankavekjandi, at
tað er so nógvur norskur
kapitalur í føroysku ali-
vinnuni, og síðan gera vit
eina avtalu, soleiðis at hesin
sami laksurin frá norska
kapitalinum skal sleppa inn
í ES og so offtar tú alt sum
eitur føroykur landbúnaður
á hasi kontoini, sigur Jóhan
Mortensen.
Vistfrøðiligar vørur
Jóhan Mortensen heldur tað
er skeivt, at føroyingar
skulu leggja seg eftir at
vera rávøruleverandørur av
alifiski til ES marknaðin.
-Føroyska umhvørvið er
enn reint og vit skulu held-
ur leggja okkum eftir at
selja vistfrøðiliga aldan
góðskaðan fisk. Smærri
nøgdir til nógv hægri prís.
Brúkarin
á
evropeiska
meginlandinum fer í fram-
tíðini at krevja nógv meira
av vistfrøðiligur vørum.
Vit kunnu lata slíka vørur
úr Føroyum, ansa vit eftir
náttúruni. Men tað gera vit
ikki við verandi rovdrift á
føroysku nátturuna trýst
fram at útlendskum kapi-
tali.
-Halda vit fram við at
koyra fyrilita leyst, so end-
ar galið, tað er ein náttúrlóg.
Vit mugu verja alt sum er
føroyskt móti sjúku og móti
at ovbyrja føroysku náttúr-
una. Tá hava vit framvegis
møguleika at útflyta fisk
við vørumerkinum, hann
kemur úr heimsins reinasta
sjógvi og vit kunnu eisini
útflyta landbúnaðarvørur,
sum eru framleiddar vist-
frøðililiga í heimsins rein-
astu náttúru, sigur Jóhan
Mortensen.
Alingin stevnir móti eini
umhvørvisvanlukku
Gólvsølan
Góð 23 tons vórðu seld um gólvsøluna hjá Fiskamarkn-
aðinum mikudagin. Niðanfyri verður sýnt, hvørjir bátar
áttu veiðuna, eins og yvirlit er yvir, hvussu sølan varð býtt
millum ymsu søluvørurnar
Syslun-
Reið-
ummar
Skipanavn
skapur
kilo
FD 193
MARNA
#N/A
752
FD 229
CAMILLA
#N/A
211
FD 530
NORÐSØKI
#N/A
5.115
FD 812
GEIRHÓLMUR
LÍNA
1.588
KG 129
BRATTABERG
LÍNA
40
KG 170
ELJAN
LÍNA
178
KG 47
HAVSBRÚN
LÍNA
3.060
KG 603
SJÓFRÚGVIN
LÍNA
68
KG 640
HANSA
SNELLA 130
KG 661
RÝPAN
SNELLA 132
KG 832
BORGIN
SNELLA 170
TG 159
VESTURBÚGVIN SNELLA 84
TG 26
MAJBRITT
SNELLA 375
TG 303
RICHARD
Í SMIÐJUNI
SNELLA 168
TG 330
VÍKINGUR
SNELLA 267
TG 349
TRÝ DRANGUR
SNELLA 297
TG 420
BÁRA-
DRANGUR II
LÍNA
1.196
TG 514
KELDAFOSSUR
LÍNA
73
TG 576
SVANUR
LÍNA
720
TG 622
VARÐIN
LÍNA
225
TG 808
POUL S.
SNELLA 268
TG 95
FLØTUNES
SNELLA 189
TN 483
ÆGIR
LÍNA
4.385
TN 832
HVÍTANES
SNELLA 254
VA 109
ELLA
SNELLA 40
VA 132
LÍV
SNELLA 258
VA 141
ÁLKU-
KLETTUR M/B
SNELLA 498
VA 164
NIKLÁI
SNELLA 181
VA 213
LEITISTANGI
SNELLA 262
VA 221
CARINA
SNELLA 312
VA 251
ELVIRA M/B
SNELLA 67
VA 28
ÁLITIÐ
SNELLA 162
VA 294
NESTANGI
SNELLA 38
VA 324
SKARVUR
SNELLA 683
VA 34
DUNGA
HANS M/B
SNELLA 106
VA 60
DÁVA
DÁNJAL
SNELLA 359
VA 81
GUTTA
JÓGVAN
SNELLA 90
VA 82
RAÐNES
SNELLA 241
VoruNavn
kg
BROSMA 0
37
HÝSA 1
19
HÝSA 2
396
HÝSA 3
823
HÝSA 4
36
HAVTASKA 0
3
KALVI 4
1
LIVUR
22
LONGA 0
8
REYÐSPRØKA 0
3
SIL
405
SKRUBBA
35
STEINBÍTUR
7
TOSKAROGN
1.069
TOSKUR 1
243
TOSKUR 2
1.966
TOSKUR 3
8.670
TOSKUR 4
7.544
TOSKUR 5
1.587
UPSI 2
54
UPSI 3
22
UPSI 4
48
UPSI 4&5
238
ANNAÐ
6
Norska stórtingið viðgjørdi
fyrst í vikuni eitt uppskot
um at seta úr gildi bannið
móti at útflyta sildreka.
Stórtingið hevur sjálvt sett
hetta bann í verk, men nú
vil fiskimálaráðharrin Otto
Gregussen hava hetta sett
úr gildi.
Tað er stórur meiriluti í
stórtinginum fyri, at norð-
menn skulu seta útflutn-
ingsbannið úr gildi, skrivar
netsíðan Intrafish. Stórting-
ið viðgjørdi nógv meira nær
teir skuldu byrja upp á út-
flutningin heldur enn um
teir skuldu fara undir hann.
Fyri stórtingslimin og
stríðsmannin fyri hvala-
veiðu , Steinar Bastesen úr
Kystpartiet var tað ein stór-
ur dagur, tá uppskotið kom
til viðgerðar.
-Her er talan um eina
velduga
broyting
síðan
1997, tá sama uppskot varð
mett sum ein hóttan móti
trygdini í landinum.
Bastesen staðfesti eins og
aðrir røðarar, at mótmælini
høvdu ikki verið nógv, síðan
stjórnin tók avgerð um at
seta bannið úr gildi 16. jan-
uar í ár.
je
Skiparin á Norðborg, Krist-
ian Martin Rasmussen úr
Klaksvík tók við eini bót
upp á 15.000 norskar krón-
ur og reiðaríið tók við eini
bót upp á 150.000 krónur í
Vaadsø
í
Norðurnoregi
mikudagin. Norðborg er nú
farin út aftur á lodnuveiðu á
gráu leiðini í Barentshavin-
um.
Norðborg varð tikin týs-
dagin einar 55 fjórðingar
norður úr Vardø. Norska
vaktartænastan fór umborð
í eini regluligari kanning,
og kom fram á at skipið ikki
hevði melda til á einum
staði, har teir skuldu, sam-
stundis sum signalið til
fylgisveinaeftirlitið
ikki
virkaði sum tað skuldi.
Innflyta ES
tálg til
knetti-
útflutning
Nýggja fríhandilsavtalan
við ES loyvir ikki føroysk-
um landbúnaðarvørum at
verða seldar í Europæiska
Samveldinum. Tað vil siga,
at skal knettivirkið í Skála-
vík útflyta knettir til ES, so
kann tálg frá føroyskum
seyði ikki nýtast. Teir mugu
innflyta tálg úr ES, sum
møguliga er smittað við al-
skyns sjúkum, fyri at knett-
ini virkað úr heimsins rein-
asta fiski, skulu vera góð-
kend í ES.
je
Fara at útflyta sildreka
Skiparin fekk bót