fríggjadagur 2. mars 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
12
Nr. 43 - 2. mars 2001
gult cyan magenta svart
Frá fríggjadegi 2. mars til hósdagin 8. mars
Hendurnar upp
- á vitjan í Føroyum
Leygardagin kl. 16.30
Apollo 13
Temasending um Føroyar
– samsending við DR2
Hósdgain fer danska sjónvarpsrásin, TV3, undir nýggja sending, har møguleiki er hjá
luttakarunum at vinna ikki minnni enn 2.000.000 kr.
Thomas Mygind, sum vit jú eisini kenna úr øðrum sendingum hjá TV3, er nú at síggja í
stívasta pussi, meðan hann skal stýra teimum mongu, sum vilja vinna stóru
peningahupphæddina.
Peningurin kemur tó sjálvsagt ikki rullandi av sær sjálvum, tí fyri at vinna, er neyðugt hjá
luttakarunum at svíkja onnur, sum á tann hátt koma at standa eftir við ongum.
Sendingin, ið ber heitið »GRISK – når det gælder«, er fyrstu ferð á skránni hóskvøldið
kl. 19.00.
Sat júst og hugdi at dansk-
ari sending – á útlendskari
rás – um ummælarar.
Semja var um, at innihald-
ið skal ummælast, ikki
tøkniligar fortreytir og
frambrot. Fjøldin av teim-
um, ið lesur eina lýsing av
tøkniligum smálutum, er
helst ikki stór.
Men hví havi eg trýst á
útlendska rás? Hvussi er
við innihaldinum á før-
oysku sjónvarpsrásini?
Samband ella loysing?
Fullveldi, fólkaatkvøða,
eingin atkvøða, eingin løg-
maður, nýggj Norrøna,
milliónir til upplýsing áðr-
enn atkvøðu, Uttanlands-
nevndin á ferð í USA, løg-
maður í Bretlandi.
Hetta er nakað av tí, ið
hevur sett dám á tíðinda-
renslið síðstu tíðina.
Tað gongur strúkandi í
Føroyum –ørskapurin er
størri enn nakrantíð, vit
svimja í pengum, og tykj-
ast ikki hugsa ella minnast
8 ár aftur í tíðina.
Men
hesin
peninga-
streymurin hevur ikki sett
dám á lønarlagið í Før-
oyum – sambært Starvs-
mannafelagnum, nú beint
undan sáttmálasamráðing-
um.
Og staðfestast kann, at á
so mongum økjum er
gongulagið ikki merkt av
pengatungum
lummum.
T.d. í Svf.
Tað er so sjáldan, at nak-
að er at seta seg í stólin til.
Tey, ið hava parabol, hava
sæð sendingarnar frá DR2
áður. Tey hava eisini betri
tilboð í at velja á øðrum
sjónvarpsræsum.
Tosað hevur leingi verið
um, at myndugleikarnir
mugu taka støðu, hvørt vit
skulu hava eitt munagott
Sjónvarp Føroya, ella sum
nú, okkurt ið minnir tíðina,
tá fjepparar í sjónvarps-
feløgum syrgdu fyri, at lít-
ið kræsna fjøldin fekk
okkurt at sovna av.
Men fjøldin er kræsin
nú. Og tað hevur Svf ikki
ráð til. Tað er dagur í viku,
tá ein góð føroysk sending
er á skránni. Í løtuni er
skráin merkt av endur-
sendingum. Tað er einki
forgjørt í tí. Men bert
endursendingar – tað bítur
seg sjálvan í halan!
So tíðin er komin at taka
støðu, tí góðar kreftir eru í
Svf. Tær skulu bert hava
møguleikar at arbeiða. Og
tað kostar. Men tað mugu
myndugleikarnir
taka
støðu til.
Hóast trongu karmarnar,
so eru glottar. Prix-send-
ingarnar rigga, fyri at
nevna eitt dømi.
Tað kann tykjast býtt-
isligt, soleiðis bert at finn-
ast at. Kritikkur kann jú
eisini vera positivur. Men,
álvaratos, í hesum remb-
ingartíðum, so átti ein hin
fremsti mentanarmiðilin at
fingið umstøður. Í løtuni
er hetta ein endurspegling
av donskum sjónvarpi.
Danskar sendingar í úr-
vali!! Hvat við at nýtt has
ar
milliónirnar,
sum
skuldu til ja ella nei upp-
lýsing, til Svf?!
Nú slapp ÚF undan. Har
er tó góðska í flestu send-
ingunum. Armgarð Arge
hevur áhugaverdar send-
ingar, temasendingarnar,
haldi tað er Føroyar í Dag,
havi verið sera góðar og
væl lagdar tilrættis. Og tey
í Klaksvík eru ófør, nýggja
sms-kappingin í Sputnik er
sera skemtilig.
Heiðurin hesa vikuna
eigur tó útvarpslesarin, hin
tit vita – Høgni – sum
týsdagin
mælti,
at
møguliga fekk løgmaður
karantenu, nú hann kemur
aftur úr Bretlandi! Veit, at
summi fáa ilt fyri hjartað
av viðmerkingum hansara,
men tað eru løtur, har tær
veruliga sita!!
Dagur í viku
2.000.000 krónur at vinna
Hóskvøldið kl. 19.00
Skadestuen
Týskvøldið kl. 19.00
Dagfinn
Olsen
ummæli:
Leygarkvøldið kl. 19.00
Sunnukvøldið kl. 20.00
Løgmaður metir seg
hava havt sera frukta-
góðar samrøður við
skotska fiskimálará-
ðharran. Hann heitti
á hann um at ávirka
ES til at loyva føroy-
ingum at hækka
útflutningskvotuna á
alifóðuri til ES úr
10.000 t uppí 50.000 t.
Skotskir alarar ynskja
at keypa meira ali-
fóður úr Føroyum
VIÐ LØGMANNI Í
SKOTLANDI
Hóast Anfinn Kallsberg,
løgmaður ikki slapp at vitja
øll plássini, sum vóru sett á
skránna fyri vitjan hansara í
Skotlandi, orsakað av tí
ringasta kavaveðrinum í
nærum mannaminni, so
metir løgmaður kortini, at
hann fekk nógv burtur úr,
og tað er kanska heldur ikki
so løgið. Sum fyrrverandi
fiskimálaráðharri
kendi
hann
seg
rættiliga
á
»heimabana«, tá hann fyrst
í vikuni hitti umboð fyri
skotskar fiskivinnumynd-
ugleikar.
– Vit høvdu ein sera góð-
an fund við kvinnuliga
skotska fiskimálaráðharr-
an, har tosað var um viður-
skifti av felags áhuga. Her
varð m.a. spurningurin um
felags fiskastovnar, sild,
makrel og svartkjaft um-
røddur. Síðani varð spurn-
ingurin tikin upp um tað
gráa økið í føroyskari olju-
sonu, har vit hava felags
fiskivinnuumsiting. Tað er
serliga við atliti til skip úr
triðja londum og serliga
norsk skip um, hvørjar
reglur skulu vera galdandi,
tá tey hava fiskiloyvi frá
antin
føroyskum
ella
bretskum
ella
báðum
myndugleikum. Løgmaður
sigur, at í teimum førum,
har skip hava loyvi frá báð-
um londum at fiska í hesum
øki, so kann væl vera talan
um ein trupulleika. Men
man er tó samdur um at
fylgja teimum strangastu
reglunum. Er meskavíddin
ójøvn hjá báðum pørtum,
so er tað tann mest stranga
lóggávan, sum er galdandi.
Men hetta prátið gekk
serliga uppá útblaking av
fiski, sum er ein trupulleiki
í hesum økinum. Sambært
ES-reglum hevur man ikki
loyvi til at hava fisk um-
borð, sum ikki lýkur treytu-
num fyri at hava loyvi at
fiska. Sambært tí føroysku
lóggávuni ikki hevur man
loyvi at blaka nakað út. So-
statt
er
grundleggjandi
munur á hesum, og verður
tað roynt at finna eina
loysn. Tað eru so samráð-
ingar millum báðar partar,
hvussu tað skal skipast.
Alifóður
Løgmaður og skotski fiski-
málaráðharrin komu so eis-
ini inn á spurningin um ali-
fóður.
Skotskir
alarar
hava
ynskt at keypa meira fóður
úr Føroyum, og Havsbrún
hevur ynskt at útflyta meira
enn tað, sum er loyvt sam-
bært kvotuni í ES-sátt-
málanum. Tað er eitt av
teimum fáu viðurskiftun-
um, har vit hava eina av-
marking uppá 10.000 tons.
–Vit hava ynskt at hækka
hesa kvotuna úr 10.000
tonsum upp í 50.000 tons,
og tað hevur verið tikið upp
í felagsnevndini, men er
enn ikki komið á mál har.
Vit ynsktu so, at man frá
skotskari síðu tók hetta
málið upp, tí teir vórðu eis-
ini sera áhugaðir í, at ali-
vinnan í Skotlandi fekk
møguleika at handla við
Føroyar.
Løgmaður sigur, at skotar
tóku upp spurningin um
regulering á Rockall leið-
ini, sum nú er altjóða
sjógvur. Har hevur ein ser-
ligur fiskiskapur tikið seg
upp og tí er ynskiligt at fáa
hann reguleraðan í altjóða
samarbeiði.
– Skotar spurdu, um vit
ikki vildu vera medvirkandi
til tað, og søgdu vit, at tað
málið vildu vit bera víðari
til Fiskimálastðrið í Føroy-
um, soleiðis at teir kunnu
taka tað upp har.
Annars varð samarbeiði
á øllum havøkinum millum
londini viðgjørt á fundinum
í Edinburgh.
– Vit hava jú eitt havøki,
sum hevur felags mark.
Báðir partar ynskja at fáa
eitt tættari samstarv og
kunnleika hvør til annan.
Skotski fiskivinnumálaráð-
harrin kemur so til Føroya í
summar í sambandi við
eina fiskivinnuráðstevnu,
sum verður í juni. Tá fær
hon so møguleika til at
koma á tal við føroyskar
fiskivinnumyndugleikar.
Menna fiskivinnusamvinnu
við Skotland
Jan Müller
VIÐ LØGMANNI Í
SKOTLANDI
Jan Müller
Undir vitjanini í Skot-
landi nýtti løgmaður eis-
ini høvi til at hitta umboð
fyri ein embætisbólk,
sum hevur arbeitt við
menning av útjaðaranum
í Skotlandi, sum løgmað-
ur sigur var ógvuliga lík-
ur okkara útjaðarapoli-
tikki. Hesin bólkurin hev-
ur gjørt eitt umfatandi
arbeiði fyri at lýsa hesar
trupulleikar, sum vóru
rættiliga nógv samanfall-
andi við teir í Føroyum.
Anfinn Kallsberg sigur,
at nú hann eisini sjálvur
hevur tikið hetta málið
upp í Føroyum, so tók
hann stig til á fundinum
við skotska arbeiðsbólk-
in, at víðari arbeiði, sum
verður gjørt á tí økinum í
Føroyum, eisini kann
taka við onkrum av teim-
um hugskotum tey í Skot-
landi eru komin við.
Í hesum sambandi hev-
ur løgmaður við sær til
Føroya allar tær drúgvu
frágreiðingarnar,
sum
gjørdar eru í Skotlandi
um menning av útjaðara-
num.
Góð hugskot við heim
um menning av
útjaðara
Tað eydnaðist ikki løg-
manni og fylgi at vitja
skotska parlamentið á
hesum sinnik orsakað av
tí ringa kavaveðrinum.
Men kortini fekk løg-
maður eina drúgva frá-
greiðing
um,
hvussu
skotska parlamentið er
skipað, hvørji øki teir
hava ræði á o.a. Anfinn
Kallsberg sigur, at hann
fekk tí greiðu fatan, at
mong av viðurskiftunum
har eru eins og okkara
egnu. – Eisini har hava
vit tí fingið ávísar kon-
taktir, soleiðis at vit
kunnu
samskifta
um
royndirnar hjá hvørjum
øðrum. Í hesum sam-
bandi
hitti
løgmaður
fleiri framstandandi um-
boð fyri parlamentið.
Men
ruðulleikin,
ið
stóðst av tí nógva kavn-
um, gjørdi tó, at onkur av
tiltøkunum vórðu avlýst,
eitt nú vitjan á Edin-
burgh Castle.
Samskifti millum
løgting og skotska
parlamentið