mánadagur 30. apríl 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 80 - 26. apríl 2007
- Tað var skiparin á
Ågot, Eyðstein
Poulsen, sum vendi
sær til okkara og
spurdi, um
manningin kundi
koma á Fiskivinnu
skúlan á eitt dagskeið
í hagreiðing av ráfiski,
sigur Eyðun Leo,
praktikleiðari og
projektvegleiðari á
Fiskivinnuskúlanum í
Vestmanna
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð í søguni hjá
skúlanum, hevur ein heil
skipsmanning sitið á skúla
bonki á Fiskivinnuskúlanum
í Vestmanna.
Talan er um manningina
á línuskipinum Ågot í
Klaksvík.
Eyðun Leo, sum er prak
tikleiðari og projektvegleið
ari, sigur, at tað var skiparin
á línuskipinum, Eyðstein
Poulsen, sum sjálvur vendi
sær til skúlan.
- Hann vendi sær til okk
ara og spurdi, um vit kundu
skipa fyri einum stuttum
skeiði um rávøru, hagreið
ing av rávøru, góðsku og
sporføri, og tað var eisini
skiparin sjálvur í samráð
við manningina, sum valdi
evnini, ið skúlin skuldi taka
upp á skeiðnum.
Tað var tískil manningin,
sum setti dagsskránna fyri
skeiðnum, sum Fiskivinnu
skúlin síðan legði til rættis.
- Vit settu Drós í Ólav
stovu at skipa fyri tí teoret
iska partinum, og síðan
fingu vit ymiskar fiskakeyp
arar at greiða frá.
Eyðun Leo sigur, at Drós
hevur fingist nógv við
góðskustýring og matvøru
trygd. Hon hevur starvast
hjá Royal Greenland í Grøn
landi, og hon hevur eisini
arbeitt sjálvstøðugt í Føroy
um í eina tíð, umframt at
hon hevur tímar á Fiski
vinnuskúlanum.
- Tað vóru eisini aðrir lær
arar og fólk úr vinnuni, sum
luttóku í undirvísingini, og
ein av teimum, sum var við,
var Oluf Færø, vinnugransk
ari, sum eitt nú greiddi frá
um sporføri.
Projektvegleiðarin
á
Fiskivinnuskúlanum heldur
tað vera ógvuliga positivt
og áhugavert at hava mann
ingina á Ågot á skeiði í ein
dag.
- Hetta er ikki nakað, vit
hava lýst við alment, tí til
tess eru umstøðurnar á
skúlanum ikki nóg góðar,
men royndin hesaferð ger,
at vit avgjørt hava hug at
royna hetta aftur.
Hann sigur, at tað, at
manningin á línuskipinum
var so positiv yvirfyri hesi
royndini, gjørdi, at Fiski
vinnuskúlin eisini var posi
tivur og gjarna vildi royna
at fremja skeiðið í verki.
- Vit settu okkum fyri, at
skuldu vit skipa fyri einum
tílíkum skeiði, skuldi tað
gerast ordiligt, og eg haldi,
at øll vóru nøgd, tá saman
um kom.
Eyðun Leo sigur seg
vóna, at umstøðurnar á
nýggja fiskivinnuskúlanum
verða so mikið góðar, at
skúlin eitt nú fer at kunna
bjóða eina slíka tænastu
sum hesa, tey nú hava
roynt.
Tað vóru 15 av mann
ingini á Ågot, sum tóku lut
á skeiðnum sum vardi í 5
klokkutímar og í fyrsta lagi
snúði seg um línuveiddan
fisk.
- Eg haldi, at fiskakeyp
ararnir dugdu óføra væl at
greiða frá sínum sjónar
miðjum.
Projektleiðarin sigur, at
høvi var eisini til orðaskifti
um ráfisk, hagreiðing og
góðsku.
- Eg haldi, at tað sum
heild eydnaðist sera væl at
knýta teori og praksis sam
an. Línumenninir søgdu seg
vera væl nøgdar, tá teir fóru
avstað aftur, og vit vóna, at
teir framhaldandi eru nøgd
ir, nú skeiðið er sodnað
nakað, sigur Eyðun Leo.
Manningin á Ågot hevur
lovað Fiskivinnuskúlanum
eina eftirmeting av tí, sum
fór fram 17. apríl í Vest
manna.
Manningin á Ågot á skúlabonki
Tað var skiparin á Ågot,
Eyðstein Poulsen, ið situr
fremst til vinstru, sum
heitti á Fiskivinnuskúlan
um at skipa fyri skeiði fyri
manningini
w- Eg haldi, at tað sum heild
eydnaðist sera væl at knýta
teori og praksis saman á
hesum skeiðnum, sigur Eyðun
Leo
15 menn, sum sigla við línuskipinum Ågot í Klaksvík, sita á skúlabonki um ráfisk, hagreiðing,
góðsku og sporføri
Tað var Drós í
Ólavstovu, sum
legði skeiðið
til rættis fyri
Fiskvinnu
skúlan í
Vestmanna
Vilja ikki gjalda
Fleiri av teimum stóru kommununum hava boðað frá, at
teir eru ikki sinnaðar at gjalda fyri skeið og eftirútbúgving
hjá lærarum longur, og tað hava tær sagt sínum skúlastjórum.
Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, Heðin Morten
sen, sigur við Útvarpið, at kommunurnar noyðast at læsa
kassan, sum hann tekur til. Mentamálaráðið ætlar at taka
málð upp í næstu viku. Lærarafelagið sigur, at ósemjan
kann raka fólkaskúlan meint.
Góðir handverkarar
Tað stóra byggivirksemið í Danmark hevur fingið nógvar
byggifyritøkur at leita sær uttanlands eftir handverkarum,
og tað eru serliga teir umleið 10.000 póllendingarnir, sum
eru væl umtóktir. Men tað eru ikki bara arbeiðsgevararnir,
sum vilja hava fatur á teimum útlendsku handverkarunum.
Tað vilja tey donsku fakfeløgini sanniliga eisini, og tey
hava nú sett fólk til at fáa teir fremmandu handverkararnar
at lata seg skráseta sum limir.