mánadagur 30. apríl 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 82 - 30. apríl 2007
Fríggjadagin var til
takið “Ársins lýsingar
Kolan 2007” hildið í
Havnar Bio í Havn.
Tað er Vinnuvitan,
sum saman við Rekla
mufelagnum skipar
fyri tiltakinum. San
sir gjørdist nummar 2
við tveimum ko lum,
meðan Petur&Petur
og Krea fingu hvør
sína
REKLAMUVINNAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Havnar Bio var fríggjadagin
karmur um tiltakið “Ársins
lýsingar Kolanan 2007”,
sum Vinnvitan skipar fyri
saman við Reklamufelag
num. Hetta er annað árið, at
skipað verður fyri hesum til
takinum – sum fyrireikarar
nir ætla skal vera afturven d
andi ár eftir ár
Í fyrra umfarinum fríggja
dagin vórðu sjey vinnarar
funnir, meðan tveir teir síðs
tu vórðu avdúkaðir seinni
um kvøldið. Hesir vóru
“Lýsingaher ferðir”
og
“Fólksins val”, har almenn
ingurin
hevur
kunnað
atkvøtt umvegis sms.
Endaligu vinnararnir eru
hes ir:
Fyri lýsingarherferð
ir: EITT er allastaðni
Lýsingarstova: Reproz
Lýsari: EITT
Fyri fólksins val: Nav
naskiftið hjá Eik
Lýsingarstova: Petur &
Petur
Lýsari: Eik Banki
Fyri prentlýsingar:
Flákra til øll
grannalondini.
Lýsingarstova: Sansir
Lýsari:Atlantic Airways
Fyri grafiskt design:
Halló! Brot úr einum
fjarskiftandi alheimi
Lýsingarstova: Sansir
Lýsari: Føroya Tele
Fyri sjónvarps- og
biolýsingar: EITT er
allastaðni
Lýsingarstova: Reproz
Lýsari: EITT
Fyri Almannagagns
lýsingar: Virkin og
virðismikil
Lýsingarstova: Reproz
Lýsari: Javni
Fyri uttanduraprent
lýsingar: Ymisk lán til
ym
iskan tørv
Lýsingarstova: Reproz
Lýsari: Føroya Banki
Fyri fjølpost: bílegg
ingarseðil frá hvonn
Lýsingarstova: Krea
Lýsari: hvonn brasserie
Fyri útvarpslýsingar:
EITT er allastaðni
Lýsingarstova: Reproz
Lýsari: EITT
Lýsingarfyrtøkan
Reproz
gjørdist stóri vinnarin á Kol
uni 2007 við fimm vinning
um út av níggju. Síðani átti
Sansir
tvey
fyrstapláss,
með an Petur & Petur og
Krea vunnu hvør sína
Kolu.
Um 100 luttakarar vóru
við á Koludegnum fríggja
dagin umboðandi fyrst og
fremst
lýsingarvinnuna,
men eisini úr hinum vinnun
um, sum hava samstarv við
lýsingavinnuna.
Tað var Vinnuvitan, sum
skipaði fyri Koluni 2007 í
samstarvi við Reklamufel
agið.
Reproz vann fimm av níggju Kolum
Bíligari koy
ring
Leiðslan í teimum báðum tunnilsfeløgunum hevur nú gjørt av at lækka prísin fyri at
koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin 10 prosent. Lækkingin stavar frá, at
Løgtingið stutt fyri nýggjár játtaði 5,4 mió. krónur til at lækka gjaldið fryri at koyra
ígjøgnum undirsjóvartunlarnar. Dávur Reinert Hansen, stjóri í teimum báðum
tunnilsfeløgunum, sigur við Útvarpið, at ætlandi kemur príslækkingin í gildi um einar
fjúrtan dagar.
Ólógligar alistøðir
Ein kanning hjá donsku umhvørvismyndugleikunum hevur avdúkað, at tær flestu
alistøðirnar uppi á landi í Danmark eru ólógligar, og at tær ikki hava tey neyðugu
loyvini til at lata antibiotika og onnur evni út í áir og løkir. Vinnan sjálv ásannar fyri
Ritzau, at ruðuleiki valdar á økinum, tí sum er er virksemið hjá 80 prosentum av
alistøðunum á landi ólógligt. Politiska andstøðan sigur, at støðan er einki minni enn ein
gøla.
Fullur, avbardur og
uttan vit varð ein ung
ur maður innlagdur á
intensiva deild sunnu
morgunin, eftir ein
óvanliga ógvusligan
bardaga í Tórsgøtu
Vakthavandi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Aftur hetta vikuskiftið hava
vit verið vitni til óvanliga
ráan harðskap millum fullar
menn. Hesaferð í Tórsgøtu,
har tveir mans høvdu eitt
hvørt trætumál, sum teir
met tu átti at verða loyst við
harðskapi.
Sambært løgregluni fóru
teir báðir menninir til hend
urs inni á einum vertshúsið
um hálvgum fimmtíðina
sunnumorgunin. Teir vórðu
beindir útum, har tvístøðan
helt fram. Men bardagin
tók eina vend, tá tann yngri
maðurin datt, meðan hin
helt fram at buka hann. Mill
um annað við at banka and
lit hansara niður í ein kant
stein á gongubreytini einar
6-8 ferðir. Ungi maðurin
misti vitið, og var enn uttan
vit, tá løgreglan og sjúkra
bilurin komu á staðið. Mað
urin varð sendur á Lands
sjúkrahúsið, har hann varð
innlagdur
á
intensivari
deild.
Nógv vitni vóru til til
burðin, og gerningsmaðurin,
sum er síðst í tjúgunum, er
longu handtikin. Løgreglan
hev ur prátað við fleiri vitni,
og kanningar hava verið á
staðnum. Málið verður mett
sum uppklárað, og maðurin,
ið framdi harðskapin, verð
ur helst skuldsettur fyri
grovan harðskap. Sambært
rev silógini grein 245, ið
umrøður grovan harðskap,
er revsiramman í fýra ára
fongsul.
Fýra eysturoy ingar
millum 15 og 18 ár
kunnu vænta sær eina
heilsan frá ákæruvald
inum, eftir at teir
fríggjamorgunin um
hálvgum sjeytíðina
stjólu ein árabát av
Oyrargjógv.
Vakthavandi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Meðan teir fóru skúmandi
úteftir fjørðinum, komu
ei gararnir av bátinum koyr
andi oman á atløguplássið,
har ein annar bilur stóð.
Menninir í bilinum vóru
miðvingar, sum vóru á veg
á fjall á Slættanesi, tá teir
varnaðust at báturin var
horvin. Eisini hildu teir seg
síggja bátin norðantil á
fjørðinum, so teir gjørdu
ikki matari enn at ringja til
løgregluna.
Haðani
var
MRCC boðsent, og leiting
sett í verk. Millum annað
varð tyrlan gjørt til reiðar,
umframt at ein maskinbátur
hjá sjóbjargingartænastuni
var sendur út. Dreingirnir í
árabátinum vóru ikki stað
kendir og róku inn móti
Vestmanna fyri síðani at
ven da út aftur og reka norð
aneftir fjørðinum. Har fekk
MRCC fast á árabátin, og
dró hann inn á Oyrargjógv.
Sambært vakthavandi á
politistøðini verða dreingir
nir skuldsettir fyri stuldur,
og helst verður eitthvørt
endurgjaldskrav reist móti
teimum. Teir vórðu leyslat
nir beinanvegin.
Ført hevur verið fram, at
tað kann gerast teimum
kostnaðarmikið, av tí at tyr
lan eisini varð boðsend.
Men sambært leiðaranum
hjá MRCC, Jóhan J. Jacob
sen, hevur tað ikki verið
vanligt at krevja endurgjald
í slíkum førum.
- Vit eru ein tænasta, sum
altíð skal vera til reiðar. So
hóast tað sjálvsagt eru ávís
ar útreiðslur í sambandi við
eina leiting, eisini tá báturin
er stolin, so er hetta ikki
nakað vit tosa um, sigur
Jóhan J. Jacobsen. Hann
staðfestir í hesum sambandi,
at orsøkin til, at tey ikki
krev ja endurgjald er, at fólk
ikki skulu halda seg aftur at
ven da seg til teirra.
Stjólu bát av
Oyr argjógv
Bankaði andlitið í kantstein