Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 26. apríl 2007 27 tíðindi SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo - Tað kann væl vera, at Benitez er nøgdur við at tapa 1-0, men vit eru eisini nøgdir um úrslitið Jose Mourinho, Chelsea ítróttur Úr Kvívík til Havnar Kristi himmal­ ferðardag verður sonevnt adventur­e­ race fyri lið ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tvær rutur eru, sum kapp­­ast verður eftir. Tann strævnara av hes­ um er um 30 km, og á vegn­um eru fleiri av­bjóðingum til bæði likam og sál.Lættara rutan er nakað styttri og við nakað nógv færri avbjóðingum. Felags fyri avbjóðing­ arnar er tó, at hesar skulu loysast av felag av luttakandi liðunum. Fýra persónar eru á hvørjum liði. Tilmelding til til­takið fer fram við at senda teldubræv til hansi@ altfyrieitt.fo, og er freist­ in fyri tilmelding sett til tann 11. mai. Bøtur til Roma og Manchester Rok var á áskoðara­ pláss­unum, tá Roma og Manchester Uni­ted spældu fyrru fjórðings­ finaluna í Champions League. UEFA hevur nú viðgjørt tilburðin, og bæði feløgini eru sektað við bót. Tí størru av hesum fekk Roma, sum skal rinda 350.000 kr. Manchester United er dømt at rinda 160.000 kr. Feløgini hava enn ikki gjørt av, hvørt tey taka við revsingini. -mørk Eftir longda leiktíð siga tølini, at KÍ fór við sannførandi steypa­sigri úr Sarpu­ gerði, men tað tók sína tíð at fáa bilbukt við GÍ, sum leingi var á odda Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo KÍ er við í hattinum í luta­kast­ inum til fjórðings­fin­alurnar í steypakappingini. Tað varð greitt mikukvøldið, tá ið GÍ og KÍ í tveir klokkutímar høvdu tikist í ljósum veðri og fittum loti longs eftir vøll­ inum. Villumál Gøtumenn høvdu vindin undan í 1. hálvleiki, og tá ið eitt stórt korter var farið, løgdu teir seg á odda. Niclas Niclasen sendi fríspark av miðstrikuni og upp um Mathias Samuelsen, sum var komin út úr málinum og hevði roknað eitt sindur skeivt. Bólturin brast í stólpan, men Jónreid Dalheim var fyrstur á returinum. Spælið var ikki serliga skipað – eisini tí tað var darv­að av vindinum – og mál­møguleikarnir, sum vóru í báðum endum, stóðust við­hvørt av ikki altíð so sannførandi verjuspæli. Men tað vóru eisini væl spæld álop, sum ikki góvu mál, tí málverjarnir bjargaðu væl. Eftir steðgin hjálpti lotið KÍ, sum eisini megnaði betri skipað spæl. Serliga tí Jan Andreasen varð flutt­ ur fram á verjukenda mið­ vallarplássið, har hann stóð seg stak væl. KÍ javnaði í 65. minutti. Heðin á Lakjuni sendi høgra úr hyøgru til handara stólpan, har Símun Joensen stakk seg longri upp enn stóru miðverjarnir hjá GÍ og málverjan. Klaksvíkingar trýstu fyri at fáa sigursmálið, men teir megnaðu ikki at umseta lítlu leikligu yvirvágina til úrtøku. GÍ misnýtti Beinanvegin í longdu leik­tíðini hevði innskifti Jóhan Dávur Højgaard risa møguleika at leggja heima­ liðið framum, men stútarin fór við síðuna av málinum. Útiliðið vísti seg sum tíðin leið at hava størri breidd og tyngd, og tríggjar teir síðstu minuttirnar av fyrra korterinum í longdu leiktíðini skoraðu teir tvey mál – bæði eftir hornasparksinnlegg úr vinstru. Í fyrra førinum fór bólt­ ur­in yvir í høgra borð til Harley Bertholdsen, og Paul Clapson legði seg og fluktaði innleggið í málið. Í seinna førinum varð bólturin sendur einar tíggju metrar út um brotsteigin. Mitt fyri málinum heilfluktaði Harley Bertholdsen í málið. Síðstu løtuna royndi GÍ at flyta fólkið fram, men Gunnar Nielsen fekk seinasta orðið, tá hann sneiddi fram­ við málverjanum og staðfesti 4-1 sigurin. Dýrt vunnin Hjá KÍ kann sigurin vísa seg at vera dýrt vunnin. Leon Bjartalíð og Kaj Ennigarð fóru skaddir av vøllinum, og tað kann væl vera, at Kaj Ennigarð, sum higartil hevur verið sannur brandur, ikki verður førur fyri at spæla næstu dagarnar. Á kredit síðuni var tað hugaligt hjá teimum at staðfesta, at Kareem Smith endiliga tykist vera við at koma seg og sum miðverji stóð seg væl. GÍ-KÍ 1-4 (longd leiktíð), 1-1 (1-0): Hornaspørk sendu KÍ víðari Jónleif Sólsker, sum í fjør førdi mansliðið hjá Kyndli til FM-gull, verður ikki venjari komandi kappingarár. Ábendingar eru um, at Dia Midjord verður nýggur í sessinum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við til samans ell­ivu FM-heit­ um í vaksna­mannahondbólti er Jónleif Sólsker avgjørt millum teir mest vinnandi í føroyskari hondbóltssøgu. Gullið í fjør var tó tað fyrsta, at har hann virkaði sum venjari burturav, men hóast góða úrslitið, so verður tað ikki Jónleif, sum stendur á odda fyri liðnum næsta kappingarár. - Tað ber illa til hjá mær í løtuni at fáa eitt venj­ara­ starv at sampakka við borg­ ar­liga starvið, og tí havi eg valt at taka ein steðg frá hondbóltinum, sigur Jón­leif. Dia sum avloysari Enn hevur Kyndil ikki sett avloysaran fyri Jónleif. Tað hevur tó ljóðað, at Dia Mid­ jord, sum seinnu árini hevur vant VÍF, verður nýggur maður í sessinum saman við Sophus Dal Christiansen. Enn eru hesi tíðindi tó ikki váttað í felagnum, men samráðingar hava verið við venjaran, sum ætlandi skal taka við, verður sagt. Dia hevur sum einasti før­oyski venjarin EHF-venj­ ara­prógv. Sum spælari var hann í fleiri ár dyggur stuðul hjá Kyndli, har hann eisini hevur verið venjari. Seinnu árini hevur tað tó verið hjá Neistanum og hjá VÍF, at hann hevur roynt seg. Hjá vest­menningum var hann fyri tveimum árum síðani við til at vinna FM-gull. Har­til var hann bæði í fjør og í fyrraárið tapandi partur í finaludystinum, eins og hann fyri fýra árum síðani gjørdist akkurát ov stuttur við Neistanum. Í øllum trim­ um førunum við Kyndli sum FM-vinnara. FM- venjarin steðgar 11. FM-gullið hjá Jónleif kom til høldar, tá hann sum venjari leiddi Kyndil til finalusigur móti VÍF. Men tað verður tó ikki við honum, at Kyndil skal verja gullið komandi kappingarár