mánadagur 30. apríl 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 82 - 30. apríl 2007
Mikukvøldið skipar
Demos fyri fundi, har
fólkaræði verður
viðgjørt. Ein av luttak
arunum er John Steen
Johansen, ið metir, at
teinurin frá borgara
til tey støðini, har
avgerðirnar verða
tiknar, kann tykjast at
gerast longri og
longri.
- Hvørt ættarlið skal
taka sær fólkaræði,
sigur hann
KJAK OG UPPLÝSING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Ein teirra, ið fer at røða á
fundinum mikukvøldið, er
lærarin, sálarfrøðingurin
og rektarin á norðurlendska
fólkaháskúlanum í Genève,
John Steen Johansen, ið hevur
verið í Føroyum seinastu
vikuna og m.a. havat fundir
við fakfeløgini um fólkaræði
og upplýsing. Hann greiðir
frá, at hann ætlar at halda ein
fyrilestur, ið skal birta kjak
hetta kvøldið.
John Steen Johansen
sigur, at eftir at tey stóru
norðurlondini hava gjørt
sokallaðar stórar útgreiningar
av valdinum og hvør hevur
maktina í hesum londum,
hevur verið hildið, at hetta
kanska hevur verið heldur
akademiskt og torskilt. Tí
metir hann tað vera neyðugt,
at kjakast verður um hetta.
M.a. nevnir hann bólkar
sum t.d. eldri fólk, brekað
og pensjónistar sum heild,
ið kunnu verða við skerdan
lut, har avgerðirnar skulu
takast.
Í hesum sambandi er
vert at nevna tað fína
orðið “sosialkapitalur”,
sum John Steen Johansen
málber seg, ið merkir, at
tilfeingi er at finna í øllum
samfelagsbólkum.
- Samfelagið skal ikki úti
hýsa, men inkludera, sigur
John Steen Johansen.
Koma ongantíð á mál
Fyrilestrahaldarin sigur, at
vit verða ongantíð liður at
viðgera demokrati, og sigur,
at hvørt ættarlið skal taka
sær fólkaræði.
- Um demokratiið skal
rigga væl skal tað allatíðina
seta spurnartekn við seg
sjálvt, sigur John Sten Johan
sen
Í hesum sambandi nevnir
hann Grønland, har mett
verður, at teinurin til valdið
verður longri hjá fleiri
og fleiri fólkum, og at tað
tykist alt meira, sum tað er
ein lítil elita, ið tekur avgerð
irnar. John Steen Johansen
nevnir eisini kommuna
lendurskoðanina Í Danmark,
har kommurnar eru nógv
færri í dag, og tí verða tað
færri og færri, ið umsita síni
egnu fíggjarætlanir.
- Vit skulu ikki allatíðina
taka støðu til landspolitisk
mál, men eisini viðgera,
um t.d. skulu hava eitt ung
dómshús, sigur John Steen
Johansen, ið vísir á, at
hann heldur tað vera týdn
ingarmikið, at ein kannar
frá einum fólksligum sjónar
horni, hvussu fólkaræðið
virkar.
Umframt John Steen
Johansen fer Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóri í Tórshavnar
Býráð, at røða um demo
kratiska luttøku í Føroyum,
og Jenny Lydersen og
Olaus Jespersen úr Menta
málaráðnum fara at tosa
um m.a. lívslanga læring.
Hildur Patursson verður
fundarstjóri.
Herfyri vóru samráð
ingarnar við donsku
stjórnina um yvirtøk
una av Fólkakirkjuna
lidnar. Men hvat vilja
vit føroyingar við
Fólkakirkjuni, nú vit
sjálv skulu umsita
hana? Hetta verður
evnið á Trapputingin
um í Miðlahúsinum í
annaðkvøld
KJAK OG UPPLÝSING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í annaðkvøld verður skipað
fyri Trapputingi um ta ætlaðu
yvirtøkuna av Fólkakirkjuni,
og hvat vit ætla við henni,
nú hon væntandi verður
føroyskt málsøki.
Higartil hevur arbeiðið
við at yvirtaka kirkjuna mest
gingið fyri seg á politiskum
og á embætismannastigi,
men í annaðkvøld kl. 20 bjóð
ar Sosialurin til Trapputing,
har ætlanin m.a. er at kjakast
um, hvat føroyingar ætla við
kirkjuni framyvir.
Ovastu myndugleikarnir
í kirkjuni hava ikki mett, at
teir altíð hava verið nóg væl
við í gongdini. Ikki minst
hevur verið fýlst á, at ikki
alt verður liðugt á ólavsøku,
tá ætlanin er at yvirtaka
kirkjuna.
Ein annar spurningur,
ið ætlanin er at taka upp á
Trapputinginum, er, hví vit
yvirhøvur skulu yvirtaka
kirkjuna, tá sagt verður
úr Mentamálaráðnum, at
ætlanin er, at bygnaðurin
skal broytast minst møguligt.
Eisini verður spurt, um tann
evangelisk-lutherska læran
framvegis vard av donsku
grundlógini, ella verður hon
framyvir bert staðfest við
løgtingslóg, sum 17 tingfólk
kunnu broyta?
Og er tað yvirhøvur
ein dygd, at so nógv fólk
arbeiða nógv leikfólk
ólønt í kirkjuni, ella hevði
góðskan á t.d. urguspæli og
sálmasangi verið betri, um
lønt fólk stóðu fyri hesum í
øllum kirkjum?
Orðið verður frítt
Ætlanin var at fáa avvarð
andi landsstýrismann á
økinum, Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharra,
at
vera við pallborðið, men
hetta lá tíverri ikki fyri
hjá honum. Í staðin fer
Poul Michelsen, limur í
politiska fylgibólkinum,
at umboða samgonguna.
Hinir luttakararnir verða
Annita á Fríðriksmørk, and
støðutingkvinna og limur í
politiska fylgibólkinum, Jens
Mortan Mortensen, formaður
í Urguleikarafelagnum, og
Jákup Reinert Hansen, for
maður í Prestafelagnum
og limur í kirkjuliga fylgi
bólkinum.
Annars verður høvi hjá
fundarfólkinum at koma við
sjónarmiðum og spurningum.
Orðstýrari verður Jón Brian
Hvidtfeldt.
Fyrilestur
um fólk við
menningar
tarni og
sálartrupul
leikum
Miðlahúsið verður í
kvøld karmur um
fyrilestur um fólk
við menningartarni
og sálartrupulleikar
FYRILESTUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í kvøld kl. 19 skipa Javni,
Pedagogfelagið og Psyki
atriski depilin fyri fyrilestri
um fólk við menningartarni
og sálartrupulleikum. Fyri
reikaranir hava heitt á
Anette Løwert, sum hevur
arbeitt við fólki við menn
ingartarni og psykiskum
trupulleikum í nógv ár, at
halda fyrilesturin og ætlanin
er, at hon skal virka sum
konsulentur fyri Psykiatr
iska depilin á hesum øki.
Seinastu 17 árini hevur
hon verið yvirlækni í psyki
atri í Vejle og hevur seinastu
15 árini havt ábyrgdina av
viðgerðini av sálarligum
trupulleikum hjá fólki við
menningartarni í Vejle
Amt. Seinastu trý árini hev
ur hon eisini verið konsul
entur á hesum øki í Norður
jútlandi.
Harumframt situr hon í
ymsum ráðum og nevndum,
sum hava havt við hesi
viðurskifti at gera.
Anette Løwert er útbúgvin
kliniskur sexologur og hev
ur undirvíst bæði í psykiatri
og sexologi fyri sjúklingar,
avvarðandi og fakfólk í
Danmark, Noregi og Grøn
landi.
Størri títtleiki
hjá fólki við
menningartarni
Psykiskir trupulleikar vísa
seg at koma oftari fyri hjá
fólki við menningartarni enn
hjá øðrum. M.a. kann talan
vera um depressiónir, angist
og at tey eru psykotisk. Av tí
at munur er, í hvønn mun fólk
kunnu hava menningartarni,
er eisini munur á. hvussu tey
fáa víst hetta.
Í drúgva tíð var fólk við
menningartarni ikki eitt
evni, ið psykiatriin setti
í beinleiðis samband við
sálarligar trupulleikar. Hetta
gjørdi seg serliga galdandi
í sjeytiárunum. Av tí sama
datt ein stórur partur av
serkunnleikanum á hesum
øki burtur, og hetta verður
so roynt at byggja upp aftur,
og hetta hevur Psykatriski
depilin m.a. sett sær fyri
at bøta um m.a. við at fáa
samsatrv í lag við Anette
Løwert.
Hvat vilja vit við Fólkakirkjuni?
- Demokratiið skal altíð seta
spurnartekn við seg sjálvt
John Steen Johansen, ið fer at viðgera demokrati í Miðlahúsinum mikukvøldið
Mikukvøldið bjóða Demos 2007 Føroyar, sum er Upp
lýsingarfelagsskapur Verkamanna, Norðpluss-Vaksin,
Mentamálaráðið, NLV og onnur til orðaskifti um, fólka
upplýsing, fólkaræði og virknan medborgaraskap.
Demosverkætlanin er íbirt av norðurlendsku makt-
og demokratifrágreiðingunum og norðurlendsku
fólkaupplýsingarsiðvenjuni við opnum og beinleiðis
samrøðum um týdningarmikil evni.
FAKTA