mánadagur 30. apríl 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 80 - 26. apríl 2007 ]
Bert finalur
eftir
Chelsea venjarin Jose
Mourinho var væl nøgdur
um 1-0 sigurin, sum hann
metir vera nóg tryggan til
at vinna seg í finaluna.
Hinvegin plagar Mou
rinho eisini at vena seg
um onkrar lutir, og soleið
is var eisini mikukvøld
ið.
- Vit høvdu fleiri møgu
leikar enn teir. Serliga í
fyrra hálvleiki, og tí var
1-0 kanska í minna lagi.
Í veruleikanum hava teir
bara ein møguleika, og
tá hevði Cech eina ótrú
liga bjarging.
- Tað kann væl vera, at
Benitez er nøgdur við at
tapa 1-0, men vit eru eis
ini nøgdir um úrslitið.
Vit meta í øllum førum,
at hetta er nóg mikið, tó
at alt er opið undan
seinna dystinum, har Liv
erpool tó hevur ein fyri
mun.
- Teir spæla móti Ports
mouth um tríggjar dagar,
og eg rokni við, at Beni
tez fer at spara onkrar
spælarar í tí dystinum.
Tað er eitt luksus, sum
eg ikki havi ráð til. Hjá
okkum er hvør dystur
ein finala – eisini tann
móti Bolton um viku
skiftið.
-mørk
Benitez var
vónbrotin
Rafael Benitez helt ikki,
at hansara menn høvdu
spælt upp til sítt besta
mikukvøldið.
- Serliga fyri steðgin
spældu vit ikki nóg væl.
Vit mistu snøgt sagt
bóltin alt ov lætt. Eftir
steðgin vóru vit betri
við, men vit vita, hvussu
sterkir Chelsea eru í
kontra-partinum, og tí
máttu vit ansa eftir.
- Tað mugu vit eisini í
seinnu hálvfinaluni. Tá
skulu vit í øllum førum
skora einaferð, og megna
vit at vinna 2-0, eins og
vit gjørdu í ligadystinum,
so eru vit í finaluni.
-mørk
FM í amboðsfimleiki fyri
eldru fimleikararnar
Tað er Føroya Fimleikasamband, ið saman við Fimleikafelagnum
Støkk av Glyvrum, sum skipar fyri kappingini. Hendan verður í
Ítróttarhøllini í Runavík, verður byrjað leygardagin klokkan 13.
Sunnudagin verða amboðsfinalurnar, har føroyameistarar verða
funnir í hvørjum amboði fyri seg. Kappingin sunnudagin byrjar
kl. 15.
Fimleikararnir fara báðar dagarnar at kappast á gólvinum og í
lopi. Harafturat kappast kvinnuunglingarnir og kvinnurnar á
bitanum, og mansunglingarnir og menninir kappast í ringunum.
Holst skoraði ímóti FCK
Lyngby fekk í gjár vitjan av meistarunum úr FCK. Liðini dystaðust
um pláss í finaluni í steypakappingini. Talan var allan dystin um
Dávid ímóti Goliath, og tað var eisini stórfelagið úr Keypmannahavn,
ið streyk avstað við sigrinum.
Eftir 50 minuttum hevði svenski Fredrik Berglund lagt FCK á odd a
2-0. Síðan traðkaði heimaliðið veruliga til. Fyrst var tað Thomas
Christiansen, ið eftir einum tíma pyntaði til 2-1. 20 minuttir seinni
javnaði føroyski landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, til 2-2.
Men gleðin vardi ikki leingi. Bert tveir minuttir seinni tryggjaði
Hjalte Bo Nørregaard FCK sigurin, tá ið hann skoraði til endaliga
úrslitið, 3-2. Returdystur verður komandi mikukvøld í Parkini.
Chelsea hevur enn
møguleika at vinna
fýra kappingar. Miku
kvøldið vunnu teir
tepran 1-0 sigur á
Liverpool í fyrru
hálvfinaluni í
Champions League
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað gingu nærum 77 minutt
ir, áðrenn Marko Merk gav
fyrsta gula kortið í hálv
finaluni millum Chelsea og
Liverpool. Men tað merkti
á ongan hátt, at Javier Mas
cherano, sum fekk kortið,
ella hinir á vøllinum spardu
seg eitt tað einasta pettið í
einum dysti, sum í 90
minuttir var júst so intensur,
sum roknast kundi við, tá
tvey ensk lið hittust í hesum
partinum av kappingini.
Heimatrýst
1-0 til heimaliðið var neyv
an heldur eitt úrslit, sum
tók vedd ararnar á bóli, og
sum so var úrslitið eisini
hampuliga rættvíst.
Einasta málið skeyt Joe
Cole, tá 29 minuttir vóru
farnir. Eftir skjótt Chelsea-
álop setti Drogba Daniel
Agger av á brotsteigarmark
inum, og tá bólturin varð
sendir flatt innfyri, megnaði
Cole hegnisliga at stýra
bóltinum í meskarnar.
Chelsea hevði hvørki leik
bannað Essien ella skadd a
Ballack á liðnum. Ein veru
leiki, sum uttan iva kundi
skelkað flestu lið, men í
stjørnusetta hópinum hevur
José Mourinho eitt sindur
av hvørjum at standa ímóti
við. Hesa ferð við einum
miðvølli
við
Makelele,
Lampard, Obi Mikel og
Cole. Og við Drogba og
Shevchenko á toppinum var
talan heilt greitt um eitt lið,
sum megnar at leggja trýst
á sjálvt tryggastu verjuna.
Og júst tað gjørdu teir eis
ini stóran part av fyrra hálv
leiki. Liverpool hevði eisini
bólti so passaliga nógv,
men tað var alla tíðina
heimaliðið, sum var tað
vanda miklara. Reyna hevði
eina framúr bjarging, tá
Lampard hálvfluktaði, og
tá Cole skoraði, var hetta
heilt í tráð við spælbýtið.
Gerrard nær við
Er tað nakað, sum hevur
ovurstóran týdning í eini
hálvfinalu í europiskari upp
gerð, so er tað at halda null
ið á heimavølli. Og tað var
eisini hetta, sum tað nú snúi
seg um hjá Chelsea.
Fyrru helvtina av seinna
hálvleiki bar hetta tó við
sær, at Liverpool til tíðir
fekk dekan ov nógv spæl.
Ikki minst, tí Makelele
trekti seg heilt oman móti
verjuni á defensiva miðvølli
num.
Gerrard, ið hevði útgangs
sstøði í høgru, reikaði alt
meira, og ta einu ferðina
mátti Cech nýta ytsta partin
av
neglunum,
tá
hann
skumpaði eina skotroynd
frá Liverpool-liðskiparan
um út um stólpan.
Og nærri enn tí sama
komu gestirnir ikki. Móti
dystarenda hevði Chelsea
enntá møguleika at økja, tá
framúr væl spælandi Drog
ba legði bóltin fyri Lampard,
men aftur hesa ferð vardi
Reyna sera væl.
1-0 er ikki eitt úrslit, sum
avger finalusessin undan
dystinum í Liverpool. Men
við at halda máli reint fekk
Chelsea
eitt
framúr
útgangsstøði. Fáa teir bara
eitt mál á Anfield, noyðist
Liverpool at skora tríggjar
ferðir, og móti Cech og bláu
verjufeløgum hansara verð
ur hetta ein sera stór upp
gáva.
Við einum væl uppløgdum
Didier Drogba á toppinum
megnaði Chelsea at leggja
stórt trýst á Liverpool fyri
steðgin, og hetta var eisini
nóg mikið til at vinna fyrru
hálvfinaluna
Mynd: Polfoto/AP
Dreymurin hjá
Abramovich nærkast