Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 30. apríl 2007 11 tíðindi upplestur Størri ójavni nú Nógv teir flestu íslendingarnir halda, at ójavnin í íslendska samfelagnum er vaksin tey seinastu fýra árini. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Ríkisútvarpið og Morgunblaðið, vísir, at heili 71 prosent eru av teirri áskoðan. 18,2 prosent halda, at einki er broytt í so máta tey seinastu fýra árini, og 10,7 prosent halda, at ójavnin er minkaður. Heldur fleiri kvinnur enn menn halda, at ójavnin í íslendska samfelagnum er vaksin. Krevja annan formann Seks kommunur í Grønlandi krevja, at kommunufelagið KANUKOKA fær nýggjan formann ístaðin fyri Lars Karl Jensen. Tær seks kommunurnar eru Nanortalik, Qaqortoq, Narsaq, Maniitsoq, Sisimiut og Qasigiannguit. Sambært viðtøkunum hjá felagnum kunnu seks kommunur krevja eykaumboðsfund í felagnum, og tær hava nú kravt fund innan regluliga ársfundin 22. mai. Lars Karl Jensen sigur, at hann ætlar sær ikki frá. Arnbjørn Dalsgarð læs søgur eftir sveitsiska høv­ undan Peter Bichel, ið Hug­ in Eide hevur týtt. Eg havi sæð hesar søgurnar fyrr, og eg skili illa, hví Vencil hev­ ur tikið hetta við og ikki minni, hví teir hava sett hesar søgurnar fremst? Alexandur og Carl Jóhan Alexandur Kristiansen er al­tíð framúr góður upp­les­ ari. Hann læs millum annað eina yrking kallað »Synd er í«, ið var sera góð. Eisini læs hann eina yrking, ið var ein heilsan til Matras. Síð­ ani kom ein, ið kallast »Fá­tækur kapitalistur«, hon er ikki góð. Eina um sonin, sum spyr hví hann skal læra evnafrøði og støddfrøði, ið heldur ikki er nakað ser­ ligt. Ofta hevur ein yrking eftir Alexandur heldur einki­ sigandi titlar, men tó eru yrk­ingarnar góðar, almenn­ iskjaligar og fínar. Yrkingin, sum stendur í Vencil eftir Alexandur, »Í hesi løtu«, er á sera høgum støði. Sum stóra rosinan í pylsu­ endanum kom Carl Jóhan Jen­sen. Hann læs ein prosa­ tekst, sum eitur »Hvørki«, ið eg ofta havi hoyrt fyrr um føroyskt skald­skapar­til­ vit og mangul á sama. Hesin heldur knortluti tekstur um tjóðskap, samleika og før­ oyska list og skaldskap inni­ heldur í brotum mangt og hvat, sum er forvitnisligt, men torført er at síggja, hvat hesin maðurin vil við tekstinum. Má ein dag seta meg at nærlesa og royna at skilja hann betur. Carl Jóhan nertir við alt frá Kant, Hegel til Platon og skapar sum ein annar (sein) heideggerianari duld­ ar og huldar týdningar við nýggjum orðum og orða­ sam­ansetingum sum »ó-í- sær-ligan í–sær-leika«. Tað er, sum hesin prosastubbin snýr seg um hetta at vera skrivandi føroyingur, um føroyskt ella ikki. Um tjóðir og føroyskt skaldskapar­til­ vit, men sum so ofta við Carl Jóhan, so nertir hann eina mest bert við hesi stóru evni og telgir sær heldur ljóð­myndir, enn at vera klár­ ur og einkul. Tiltakið var ikki nakað stórt brak, heldur ikki var tað vánaligt. Av teimum 21 høvundunum, har 12 eru før­oyingar í Vencil hesuferð, vóru kanska ov fáir við. Mest vóru tað høvundar, ið vit hava sæð og lisið fyrr, og tá teir so fyri tað mesta lósu úr einum blaði, ið vit longu kenna, so var heldur smátt við nýggjum tekstum at hoyra. Eg saknaði tí tey yngru, sum eisini eru við í Vencil og kvinnurnar. Frá upplestrinum í Leikalund í gjár, sum Vencil saman við Leikalund skipaði fyri. Frá vinstru Alexandur Kristiansen, Heðin M. Klein, Carl Jóhan Jensen og Hanus Kamban