mánadagur 30. apríl 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 82 - 30. apríl 2007
Í áravís hevur altjóða samfelagið sitið hend
ur í favn, meðan fólkamorð verður framt í
sudanska landslutinum Darfour. Sudan er
eitt fjøltjóðað samfelag, har meginparturin
av fólkinum er av arabsikum uppruna við
muslimskari trúgv. Men vestantil í landsluti
num Darfour býr tjóð av afrikanskum upp
runa og hava hesi kristna trúgv, sum tey
hava havt í øldir.
Muslimska stjórnin í Karthoum hevur í ára
tíggju forfylgt kristna fólkinum í Darfour,
sum av góðum grundum gjørdi uppreistur
fyri nøkrum árum síðan. Eftir drúgvt borg
arastríð, var at enda fingin friður í lag. Men
hesin friður er viðbrekin, og framvegis er
hungursneyð í landslutinum. Tað vardi
leingi, áðrenn ST og stórveldini tóku sær
um reiggj til tess at hjálpa neyðstædda fólk
inum í Darfour. Sum altíð tá talan er um
Afrika, eru stórveldini sein at reagera, men
at enda kom gongd á hjálpararbeiðið. ST
hevur saman við altjóða hjálparfelagskap
um roynt at fáa mat og heilivág til illa sperda
landslutin.
Dagurin í dag er av ST lýstur altjóða Dar
fourdagur at vera. Hetta er gjørt til tess at
vekja áhuga heimsins fyri neyðini í hesum
hart plágaða landsluti. Tiltøk av ymsum
sløgum eru um allan heim í dag. Hesi tiltøk
venda sær mest til almenningin og til hjálp
arfelagskapirnar. Støðan í Darfour er trupul
av ymsum orsøkum. Ein orsøkin er, at stór
veldini hava lagt seg út í viðurskiftini í Sud
an. Kina er í so máta á odda og stuðlar harð
rendu muslimsku einaræðistjórnini í Kart
houm av fullum huga. Hetta merkir so aftur,
at Kina ikki stuðlar hjálparbeiðinum, men
heldur er tað tvørturímóti so, at stórveldið
leggur út fótonglar fyri hesum arbeiði. Kina
tekur sum kunnugt ikki mannarættindin so
tungt og tí batar lítið at koma við humanitert
grundaðum áheitanum á hetta land. Sum
nevnt er dagur altjóða Darfourdagur, og
okkara myndugleikar áttu at nýtt høvið at
gjørt vart við, at eisini Føroyar taka altjóða
humanitera ábyrgd.
Sosialurin
Humanitera ábyrgdin
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Var inni á Portalinum 27.
apr. 2007, hvar ið Torbjørn
Jacobsen skrivar grein við
yvirskriftini Fiskiloyvi rulla
inn í ævinleikan, hvar í hann
leggur eftir Bjørn Kalsø um
broytingar í lógini um vinn
uligan fiskiskap.
Tobbi vísur á paragraf 2
í lógini um vinniligan fiski
skap, hvar tað er staðfest, at
fiskurin sum svimur rundan
um Føroyar er ogn Føroya
fólks.
Víðari verður sagt í lóg
artekstinum, at fiskirættindi
latin sambært lógini, veita
ikki bólkum ella einstakling
um ognarrætt. Somuleiðis
kunnu hesi rættindi takast
aftur uttan endurgjalds
skyldu.
Nevndu ásetingar er greið
staðfesting av, at alt livandi í
sjónum, og øll fiskirættindi,
sum tær almennu Føroyar
varða av, eru almenn ogn
– ogn fólksins – og latin fisk
irættindi sambart galdandi
lóggávu ikki geva einstakl
ingum ella feløgum nakran
ognarrætt yvirhøvur.
Ein má tí undrast yvir, at
reiðarar hava fingið loyvi til
at selja fiskiloyvi, uttan at
nakar hevur talað at og gjørt
nakað við tað.
Er tað so sum Tobbi her
vísur á í paragraf 2 í lógini
um vinniligan fiskiskap, hví
hava reiðarar fingið loyvi til
at selja síni fiskirættindi og
vunnið nógvar milliónir upp
á at selja fólksins ogn, sum
um tað er teirra egna ogn,
tá ið tað stendur í lógini, at
teir einki eiga í tí??? her er
nakað, ið ikki ruggar rætt.
So nú til spurningin sum
vit vóna, at tú er førur fyri
at svara.
Hví gera tú og tínir líkar
einki við hetta mál??? Hví
fara tit ikki eftir hesum fáu
og draga teir til svars fyri tað
teir gera, og innheinta pengar
nar, ið teir vinna við at selja
tað sum tú kallar fólksins
ogn, tá ið tað stendur so sera
greitt í lógini, at fiskiloyvi
ikki er teirra ogn. Hví er alt
bara tos og tos og aftur tos,
og eingin ger nakað.
Tá ið eingin ger nakað við
tað, er tað harvið samtykt, at
soleiðis skal tað verða. Um
so er, takið so og strikið tað
sum stendur fólksins ogn úr
lógini.
Fiskurin sum svimur rund
an um Føroyar, hevur ongan
tíð verið fólksins ogn; men
reiðarins privata ogn, tað eru
nógv dømi um tað.
Er tað ikki so, at tit poli
tikkarar siga eitt; men meina
nakað annað???
Ellars kann viðmerkjast, at
úrslitið hjá Bjørn Kalsø ikki
er øðrvísi enn tað altíð hevur
verið. Teir somu hava altíð
havt rættindini til fólksins
ogn, ella ,,Hvat er fólksins
ogn ?”
Vónandi svarar tú okkum
uppá hendan spurning.
Gott nokk vita vit, at tú sit
ur í andstøðu; men tit hava
jú verið í samgongu?
Fólksins ogn - spurningur til Tobba
Umborð á Norland.
2007.04.30
Anfinn Olsen
og Christian Oluf
Christiansen
Í vikuni er norðoyatingmað
urin Jógvan við Keldu komin
við einum aftursvari til ta
“hjálpandi hond”, eg royndi
at rætta honum herfyri, tá
hann royndi at leggja alla ta
donsku ríkisveitingina í høv
uðsstaðnum. Men framvegis
hevur hann ikki svarað!
Tað er altíð lætt at tveita
ein pástand út, uttan at grund
geva fyri honum. Hetta var
júst tað, sum Jógvan við
Keldu gjørdi, og framvegis
er hann ikki komin við nøkr
um, sum líkist einari grund
geving.
Tvørturímóti kemur hann
við einum donskum orðatak
ið um, at “den, der fortier,
lyver også”, fyri líkasum at
siga upp á ein penari máta,
at eg lúgvi. Ikki so lítið næs
adjarvt, má sigast!
Í øllum førum síggi eg
meg ikki føran fyri at grugga
kjarnuna í øllum hesum so
væl, sum Jógvan við Keldu
megnar tað. Tí hann kemur
við einari rúgvu av tølum,
men framvegis uttan nakra
grundgeving.
Kom til sakina!
Mín spurningur var, um Jógv
an við Keldu kundi gera so
væl at greiða Føroya fólki
neyvt frá, hvussu hann fær tað
til, at danska ríkisveitingin
mestsum bara søtar tilveruna
hjá havnarfólki!
Men hóast maðurin hevur
havt ein heilan mánað at
finna út av hesum, velur
hann hegnisliga at smoyggja
sær aðrar vegir, uttan at
svara spurninginum.
Framvegis hevur Jógvan
við Keldu ikki fortalt okk
um, hvar í Føroyum allur
blokkstuðulin sæst aftur.
Kanska er tað roknistykki
ikki so stuttligt at borðreiða
fyri fólki, at best er at tiga?
Góði Jógvan við Keldu,
gevst nú við uttanumtosinum
og kom til sakina! Tá tú hev
ur sagt A, mást tú eisini siga
B, og ikki alt møguligt ann
að, bara fyri at sleppa undan
at svara!
Uttanumtos, Jógvan við Keldu!
Borgarstjóri
Heðin
Mortensen