mánadagur 30. apríl 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 82 - 30. apríl 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Árni Johansen, ættaður úr Vestmanna, búsitandi í
Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin
28. apríl 74 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vestur
kirkjuni mikudagin 2. mai klokkan 14.
Karl Høgnesen andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi
leygardagin 28. apríl, 77 ára gamal. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Ikki vardi tað meg, at eg hendan
lagnutunga dagin skuldi fáa tey tungu
sorgarboð, at tú var farin, bert 6 ára
gamal. Nú ein tíð er fráliðin, koma
minnini fram, og eru tey mong og bara
góð. Vaksin upp í Fámjin sum einasti
bróður av trimum systkjum, komst
tú ofta til Froðbiar at vitja ommuna
og abban. Og ikki var tú seinur eisini
at koma at vitja langommuna. Enn
hoyrist tín rødd og tín smittandi látur,
tá tú lætst dyrnar upp. Ofta bleiv tað
so, at tú ikki vildi avstað aftur, men
svav hjá langommuni.
Vaksin upp á bygd, dámdi tær so
sera væl kríatúrini og alt tað, sum
hartil hoyrdi og nýtti tú nógvar løtur
saman við teimum. Eitt annað, sum
tær dámdi serliga væl, var at fara
oman í Víkagerð við tráðuni. Men
eitt setti tú sum treyt, og tað var, at
omman var við. Har niðri høvdu vit
nógvar ógloymandi løtur saman.
Við tínum verumáta og altíð glaða
lyndi, savnaði tú tær nógvar vinir,
og vóru øll góð við teg, ikki minst
bygdafólk títt í Fámjin. Hetta sást
eisini aftur á tí ovurstóra skara sum
fylgdi tær til títt síðsta hvíldarstað her
á fold.
Hví hendan vanlukkan skuldi henda,
duga vit ikki at skilja, men mugu bert
siga sum sálmaskaldið:
Saknið tungan harmin vekur,
at so brátt vit mistu teg,
Harin gevur,
Harrin tekur,
ei vit skilja Harrans veg.
Best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur«.
Hvíl í friði, kæri skattur.
Langomman í Froðba
Minningarorð um
Dánjal Jákup Arnason Nielsen
Dagurin
1. mai. Valborgarmessa. Hildin til minnis um enska
kongsdóttur og nunnu, sum seinni gjørdist abbadissa í
kleystrinum Hildesheim í Týsklandi. Hon doyði í 779.
Valborgarnátt varð hildin mikil várveitsla í Norðurlondum,
og tað er ta náttina, at trøllkonur ríða at Bloksbjørgum.
Germanskt navn, ið merkir vald og vernd.
1. mai er arbeiðaradagurin, sum varð hildin á fyrsta
sinni í París í 1889.
Havnar Arbeiðsmannafelag:
Ruth Arge 25
ára starvsdag
Í morgin 1. mai hevur
Ruth Arge verið í starvi
sum skrivstovukvinna hjá
Havnar Arbeiðsmannafelag
í 25 ár.
Felagið ynskir henni
hjartaliga tillukku við
degnum.
Týsdagin 1. mai hevur
Jonhild Bech í Porkeri
starvast á Suðuroyar Ellis-
og Røktarheimi í 30 ár.
Jonhild Bech er fødd 10.
august 1942, dóttir Annu og
Svend Borg. Hon er gift við
Zacharias Bech. Børnini eru
fýra í tali, og ommubørnini
eru somuleiðis fýra í tali.
Jonhild lærdi á Dronn
ing Alexandrines Hospi
tal og bleiv útlærd í 1965.
Hevur arbeitt á Lands
sjúkrahúsinum, Suðuroyar
Sjúkrahúsi, hjá kommunu
læknanum í Vági, so aftur
á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Síðan 1. mai 1977 hevur
hon arbeitt fast á Suðuroyar
Ellis- og Røktarheimi.
Hon hevur ongantíð øll
hesi árini verði burtur frá
arbeiðinum. Hevur einans
verið burtur í ein dag hesi 30
árini. Tað var í mars 1998, at
tað legðist nógvur kavi og
Hovsegg bleiv stongd fyri
ferðslu orsakað av væntandi
skalvalopi. Tá slapp hon so
ongan veg tann dagin.
Vit vilja ynskja henni
hjartaliga tillukku á starvs
degnum og nøkur góð ár
enn á Suðuroyar Ellis- og
Røktarheimi.
Ynskja børnini
30 ára starvsdagur
Hesi fittu barnagarðsbørnini
sótu so fitt á eini trappu
niðri við bátabrúgvarnar á
Skálatrøð og hugnaðu sær í
góðveðrinum.
Børnini koma frá barna
garðinum Sólareyga, og
stovan hjá hesum børnunum
eitur Ljósið.
Pedagogarnir og hjálp
ararnir Joan, Durita, Leila
og Dagny siga, at tær
gleðast fyri hvørja sólstrálu
tær kunnu fáa saman við
børnunum, tí børnini elska
slíkar túrar, eisini úti í
náttúruni.
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Sólstrálur á
Skálatrøð
Lesið
Sosialin
www.sosialurin.fo