Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 26. apríl 2007 35 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Norðskálatunnilin – ljós, luftskiftisskipan og trygdarútbúnaður Tunnilin er 2516 m langur. Higartil eru gjørdar allar tekniskar innleggingar í vegnum og teknik- og há- spenningsrúm er gjørt inni í tunnlinum umframt at kaðalbakkar eru upphongdir. Komandi arbeiðið skal gerast sambært handbók 021 frá norska vegaverkinum og fevnir um at: · uppseta og íbinda ljós gjøgnum tunnilin · uppseta frávíkjandi ljós í 5 skaðainnvikum · uppseta og íbinda 20 ventilatorar · uppseta og íbinda 7 neyðstøðir við telefon og eldsløkkjara · uppseta aðrar 5 eldsløkkjarar Væntast kann, at neyðugt verður at arbeiða um náttina og at ferðsla skal leiðast gjøgnum tunnilin kl. 24, 02 og 04. Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagið 30. juni 2008. Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegi 5, FO-100 Tórshavn, hósdagin 24. mai 2007, kl. 10.00. Ástaðarfundur verður mikudagin 16. mai 2007, kl. 10.00. Møtt verður við tunnilsmunnan Norðskálamegin. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá hósdegi 26. apríl 2007, við at venda sær til: Landsverk Tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 Fo-110 Tórshavn Telefon: 340 800 Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veg- haldi til støddar kr. 2.000, íð verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir listiatiónina, t.e. 31. mai 2007. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleikauppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. ÚTBJÓÐING Við hesum verður boðið út alment í høvuðsarbeiðstøku, at uppseta ljós, luftskiftisskipan og trygdarútbúnað í Norðskálatunnilin. Sí lýsing á heimasíðu okkara www.balslev.fo Vit søkja eftir sølufólki til byggibúðina Maskinstjóri Søkt verður eftir maskinstjóra til verksmiðju­ trolara, til fiskiskap í Stillahavinum. Skipini eru bygd í 1991­1993, eru 105 metrar til longdar og 20 metrar breið. Høvuðsmaskina 6000 kW Wartsila. Brattvaag trolspøl, MWM Deutz hjálpimotor­ ar, York/Sabroe frystiútgerð. Fyrispurningar og umsóknir verða at senda til Jan Erik Simonsen, tekniskur deildarleiðari á t­post: janerik@thor.fo P/F Thor Fisheries Bryggjan 5 Hósvík Thor Fisheries er dótturfelag hjá P/F Thor í Hósvík. Dótturfelagið varð stovnað í januar 2007, og rekur tvey verksmiðjuskip, ið fiska í sunnara parti av Stillahavinum. Tað eru 260 fólk í starvi hjá Thor Fisheries. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo