mánadagur 30. apríl 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2007
15
nøvn
Tilboðið er galdandi frá
fríggjadegnum 27. apríl
til leygardagin 12. mai
2007 ella so leingi vøra
er á goymslu.
Ring beinleiðis til
telebúðirnar á
telefon 30 30 40
ASUS fartelda v/headsetti og 1Gb geyma
1.86Ghz Intel® Celeron® M Processor - 15.4" skerm - 1GB DDR
Ram - 24/10/8/24X Combo CD-RW+DVD - 80GB 5400 - RPM SATA
harðdisk - ATI RADEON X1100 Grafikkort - Innbygt 1.3Mpixel webcamera og
mikrofon - Tráðleyst netkort - Windows Vista Home Basic - Taska & Mús
ASUS fartelda
v/headsetti og geyma
6.399,-
32” flatskíggi & DVD
6.849,-
Mirai 32” flatskíggi og ein
Philips Silver DVD spælari
Í morgin 1. mai verður
Susanne Malena Poulsen,
vanliga kallað Sannilena
av Lofti, á Eiði, 99 ár.
Sannilena er ættað úr
Tjørnuvík. Mamman var
Súsanna og fosturpápin var
Jákup Michael Hansen, við
Garð. Tey vóru trý systkin.
Umframt Sannilenu vóru tey
Hans Michael og Herborg.
Sannilena var elst og er
einsamøll eftir.
Tá Sannilena fór úr skúlan
um 14 ára gomul, var vanligt
at fara út at arbeiða. Men
hetta kundi Sannilena tó ikki
gera beinanvegin. Mamman
var sjúklig, so Sannilena
mátti vera verandi heima at
gera tað, sum var at gera í
einum heimi tá í tíðini, sum
til dømis at ganga til neytar
og tílíkt.
Men tá Sannilena var 17
ár, fór hon til Havnar at vera
í húsi hjá Jens Paula í Dali,
sum hevði navigatørskúla
heima hjá sær sjálvum. Her
var sum rímiligt er nógv at
gera. Men boð vóru eftir
henni at koma norður aftur
til Tjørnuvíkar at hjálpa
mammuni. Men Sannilena
lovaði tó, at hon skuldi koma
aftur til Havnar, um tey hjá
Jens Paula sendu boð eftir
henni, og tað gjørdu tey
eisini. Tískil kom Sannilena
at halda 18 ára føðingardag
hjá Jens Paula. Hon minnist
eisini føðingardagsgávuna,
hon fekk frá konu Jens
Paula, Poulinu. Hetta var ein
so vakur summarkjóli.
Sannilena var eisini nógv
í Norðskála hjá mostir og
mammubeiggja sínum, og
tað var her, at tað rann saman
millum hana og eiðisdrongin
Pedda av Lofti.
Men hon var tó ikki til
reiðar at giftast so beinan
vegin. Fyrst mátti hon fara
til Havnar at læra at seyma.
Hetta gjørdi hon hjá Fíu,
konu Wenzel Petersen, í
Quillingsgarði, og var hetta
fyrst í 1930.
Tá hevði hon eitt merki
ligt upplivilsi. Hon var
barnsdómsvinur við Jógvan
Hendrik, Henge, Heinesen,
og tey vóru so sera væl.
Henge hevði fylgt Sannu
lenu ávegis, tá hon fór úr
Tjørnuvík til Havnar. Beint
aftaná fer hann við Ernestinu
til Íslands, og Henge er ein av
teimum, sum doyðu í teirri
vanlukkuni saman við millum
øðrum pápa sínum Jógvan
Elias. Eitt kvøld, Sannilena
fer til songar, hoyrir hon eitt
so merkiligt skav, sum hon
hoyrir alla náttina, so hon illa
fær sovið. Tað fanst eingin
náttúrlig frágreiðing fyri
hesum ljóði. Tá Sannilena
fær deyðsboðini skilir hon,
at hetta var júst somu nátt,
manningin á Ernestinu hekk
í rigninginum í kulda og
kavaroki, eftir at skipið var
farið á eitt sker. Tá tað lýsti
fyri degi vóru átta mans farnir
í havið. Seinni uppkallaði
Sannilena fyrsta barnið eftir
feðgunum báðum.
Seymiskeiðið vardi í
tríggjar mánaðir, og tær
vóru fýra á skeiðinum.
Komin aftur til Tjørnuvíkar
seymaði Sannilena mammu
síni ein frakka, og eftir at
hon giftist seymaði hon, so
leingi tørvur var á tí, klæði
uppá síni.
Pedda og Sannilena giftust
í 1930. Fyrstu tíðina búðu
tey í Tjørnuvík, har elsta
barnið varð føtt, men í
1931 fluttu tey til Eiðis, og
Sannilena býr framvegis á
Lofti. Sannilena tekur til,
hvuss u góða hjálp hon fekk
frá vermóðrini Súsanna, tá
hon kom í húsið. Tey fingu
børnini Herdis, Selma,
Koba, Sigmund, Svenning,
Jónsvein og Olaf, sum drukn
aði sum smádrongur.
Sigast kann, at Sannilena
er ein einastandandi kvinna.
Hóast sín aldur, er hon
blaðung í sinninum. Hon er
eitt lívss tykki. Altíð er hon
í góðum og er so positiv í
øllum og altíð við tí góða
orðinum. Og so dugur hon
so ótrúliga væl at greiða
frá, sum tað gekk sjón fyri
søgn í teimum samrøðum,
útvarpið hevði við hana fyri
nøkrum árum síðani.
Sjálvur komi eg javnan til
Eiðis, og tað er so stuttligt
at koma inn til Sannilenu.
Drekka kemur beinanvegin
á borðið, og tað slepst ikki
undan at fara út aftur í
góðum lag.
Sannilena fylgir væl við
í dagsins málum, og hon
hevur eina greiða støðu til
avgerandi spurningar, eisini
í politikki. Her stuðlar hon
tjóðveldisflokkin um ein
háls, hóast hon kom úr einum
sambandsheimi í Tjørnuvík.
Við hennara ungdommiliga
lyndi kundi hon saktans
fyri tað verið limur í Unga
Tjóðveldinum!
Ynskt verður Sannilenu
hjartaliga tillukku við teim
um 99 árunum!
Dagurin verður hildin
saman við børnum og ommu
børnum.
ó.
Sannilena á Lofti 99 ár
Henda hugnaliga myndin er tikin tann vanlukku dagin, tá EB/Streymur misti
føroyameistaraskapin á stokkinum. Tann 95 ára gamli Dávur er í ringum skørum komin inn
á gólvið hjá Sannilenu beint frá dystinum. Men tá tey bæði høvdu prátað eina løtu um gamlar
dagar í Tjørnuvík, hevði Dávur gloymt alt um fótbólt!