Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 80 - 26. apríl 2007 tíðindi – Tað kann vera at tænastan her er sum í einum útjaðara. Men so vil eg samstundis sláa fast, at útboðið av vørum er sum í ein­ um stórbýi, sigur Magnus Arge, hand­ ilsmaður í Klaksvík. Hann er sjálvur formaður í Hand­ils­ felagnum í Klaksvík. Felagið spennir seg rættiliga út hetta vikuskiftið, nú eitt ár er liðið síðani Norð­ oyatunnilin læt upp Tunnilshandil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: – Vit hoyra tað allatíðina frá fólki, um hvussu stórt útboðið er, hvussu fjølbroytt handils­ lívið er og hvussu góða tæn­ astu vit veita viðskifta­fólk­ unum. - Og fólk leggja eisini merki til tann serstaka blíð­ skapin, tey verða møtt við í handlum okkara, sigur Magn­us. Í felagnum eru flestu handl­arnir í Klaksvík. Síð­ ani tunnilin lat upp 29. apríl í fjør er onkur latin aftur, með­an onkur heilt nýggjur handil letur upp til eitt ára dagin. Teir 63 handlarnir í felag­ num hava hesa vikuna sent út sína vøruskrá til húsar­ hald kring alt landið. Í sam­ band við dagin hava teir opið sunnudagin frá kl. 14 til 23. Vón og veruleiki Tá dagurin fyri sjálvari upp­ latingini av Norðoya­tunli­ num byrjaði at nærkast fyri einum ári síðani, fóru handilsfólk og fólk á gøtuni í Klaksvík av álvara at hugsa um, hvønn týdning hetta framstigið kundi fáa fyri heimbý teirra. Nógvir handlar gjørdu eitt stórt arbeiði við veruliga at gera sítt til, at við­skifta­ fólkini skuldu koma inn í dagførdar handlar. Í døg­un­ um frammanundan var nær­ um ikki hyggjandi inn í nógvar handlar, tí har var klistrað fyri vindeyguni, tí tey vóru í ferð við at nú­tíðargera og broyta handl­ arnar til tær broyttu um­­støð­ urnar. Handilsfólkini vóru sum vera man sera spent uppá henda møguleikan. Og fleiri teirra gjørdu uttan iva vónir um økt virksemi, øktan handil og ein hóp av viðskiftafólkum, bæði hesu­ megin og hinumegin tunn­ ilin. Eingin visti rættiliga, hvørjar vónir ein kundi seta til framtíðini. Eitt mundi kort­ini vera greitt: Nógv nýggj andlit fóru at verða í handlunum. Nú, eitt ár seinni, man helst vera ymiskt, hvussu hev­­ur skorist hjá teimum einstøku handlunum. Onkur setti kanska alt ov stórar vónir, meðan aðrir gjørdust bilsnir yvir áhugan frá fremm­andafólkinum. Tá ein tosar við handils­ fólk í Klaksvík eru tey samd um, at viðskiftafólkini eru vorðin munandi fleiri. Helst er sølan økt tilsvar­ andi. Tað er helst so sum ein teirra tók til: - Fyrr kendi eg allar mínar kundar. Tað geri eg fyri sovítt enn, men nú eru bara komnir so nógvir nýggir aftrat! Hetta er kanska besta prógv­ið um tann týdning, sum Norðoyatunnilin hevur havt fyri handilslívið í Klaks­vík. Tænasta og útboð Magnus Arge staðfestir í øll­um førum, at handils­fólk­ ini lata væl av hesum sein­ asta árinum. Hinvegin veit hann frá fremmandafólkinum, at tey hava eisini gjørt sær sínar hugsanir um handilslívið í Klaksvík. Og tað er sum heild sera positivt! - Tey geva okkara handl­ um eitt sera gott umdømi. Tey siga, at tænastan er sera góð, og at tað sama ger seg galdandi við útboðnum av vørum, sigur Magnus. Hann sigur frá eini konu, hann tosaði við, og sum helt tað vera so stuttligt at handla í Klaksvík. Hon helt, at samskiftið mill­um starvsfólkini í handl­ unum var sera gott og at har var ein lættur tóni. Hand­ ilsfólkið ger eisini alt fyri at vísa, at kundin er væl­ komin og at tey vilja veita honum ta bestu tænastuna. “Glimt” í eyganum Henda sama kvinnan hevði eisini lagt merki til, at starvsfólkini tosaðu vinar­ liga við hvønn annan. Tey kundu hinvegin gott prika hini eitt lítið sindur, men tað varð alt gjørt við einum positivum “glimti” í eyga­ num. – Hetta var alt gjørt, með­ an kundin lýddi á. Og sam­ bært hesi konuni gjørdi alt hetta sítt til, at hon føldi seg sera væl í handlinum, greið­ ir Magnus frá. Hetta góða umdømið frá viðskiftafólkunum kring alt landið er sjálvandi eitt herða­klapp til handlarnar. Men tað er eisini ein vandi í tí. - At vit eru so góð, sum fólk siga, má ikki gera tað, at vit sovna. Skulu vit fram­ vegis standa okkum í kapp­ ingini, eru neyðugt at vit eru vakin og fylgja við tíð­ ini, slær Magnus fast. Handlarnir eru OK Tað eru kortini ikki ber handl­arnir í Klaksvík sum hava fingið ágóðan av Norð­ oyatunlinum. Teir dagarnar, tá ókeypis er at koyra, gera handlarnir í Havn og Runavík nógv burt­ur úr og hava eisini ser­ støk tunnilstilboð. Men fyri Magnus Arge hevur hetta ikki so nógv av týða kortini. – At klaksvíkingar fara aðra­staðni at vitja handl­ar­ nar ger fyri sovítt ikki so nógv. – Mín vón er bara, at teir tá bæði kunnu síggja og stað­festa, at handlarnir her í Klaksvík eru í fínasta slag!, slær formaðurin í Hand­ilsfelagnum fast. Sunnudagin er eitt ár síðani Klaksvík fekk fast samband við meginøkið. Dagurin varð hátíðarhildin við nógvum ymiskum tiltøkum í Klaksvík og Leirvík, nú ein á fyrsta sinni kundi koyra undir Leirvíksfjørð. Í Klaksvík vóru fólk sera spent uppá tær avleiðingar sum hesin framburðurin mundi fáa fyri teirra heimbý. Handilsfólkini vóru ikki minni spent, nú teirra marknaður varð víðkaður til at fevna um meiri enn 80% av landinum. Í samband við eitt ára dagin fara handlarnir at spenna seg út. Nógv fólk kunnu væntast til býin at vitja teir mongu handlarnar, tí ókeypis er at koyra. Hinvegin kemur haraftrat nógv fólk úr Norðstreymoy og Eiðis-leiðini til Klaksvíkar sunnudagin. Tá verður nevniliga ein spennandi dystur í Formuladeildini millum KÍ og EB/Streym. Samband í eitt ár Handlarnir hava gott orð á - Hóast handlarnir í Klaksvík hava nógv viðskiftafólk aðrastaðni frá, mugu vit ikki sovna. Vit mugu allatíðina hyggja frameftir, sigur Magnus Arge, formaður í Handilsfelagnum Mynd: Snorri Brend ” Henda kvinnan hevði eisini lagt merki til, at starvsfólkini tosaðu vinarliga við hvønn annan. Tey kundu hinvegin gott prika hini eitt lítið sindur, men tað varð alt gjørt við einum positivum “glimti” í eyganum. ” Tað kann vera at tænastan her er sum í einum útjaðara. Men so vil eg samstundis sláa fast, at útboðið av vørum er sum í einum stórbýi