Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 82 - 30. apríl 2007 tíðindi Sí lýsing á heimasíðu okkara www.balslev.fo Vit søkja eftir sølufólki til byggibúðina Matr. nr. 772 h og 777 f, Niels Finsensgøta 51. 3 x 100 m2. Bygningurin hevur verið nýttir til vinnuligt enda­ mál. Bygningurin er í góðum standi og er væl bjálvaður. Vindeyguni eru nýggj. Takið verður skift. Útsýnið er gott. Ein perla í býnum beint yvirav av Sjónleikar­ húsinum. Ein góð íløga fyri tann rætta! Verður selt um nøktandi boð fæst. Ring á tlf. 21 33 03 Bygningur til sølu Six City Stompers fara á pall í Grasagarði týsdagin 1. mai. Vit hitta her bólkin og hálva føroyingin, ið leikar bass í bólkinum Tónleikur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Six City Stompers eru komn­ir til Føroya fyri at spæla, tá stórt tiltak verður í Grasagarði í morgin, 1. mai. Eftir at vanliga 1. mai til­ takið á Vaglinum i Havn er endað, verður stór konsert í Grasagarði við Jens Marna Hansen og bólki, Búa Dam og Dánjal á Neystabø og danska bólkinum Six City Stompers. Vit hava tosað við bólkin. Hvat er hetta fyri ein bólkur? - Hetta er bólkur av pro­ fesi­ónellum tónleikarum. Vit ganga ella hava allir ging­ ið á konservatorium og liva av at spæla. Vit eru føst mann ing, ið hevur spælt saman í eini 2 ár. Men av og á taka vit aðrar tónleikarar við, serliga gamlar jazzarar, ið geva okkum íblástur, siga teir í Six City Stompers. Hvønn tónleik spæla tit? - Tað eitur siðbundin jazz­ur ella happy jazzur. Hetta er jazzur, ið vendir sær úteftir. Tónleikurin kem­ur upprunaliga úr New Orleans og kom fram i 1920 áruunum. Louis Armstrong – sum vit halda nógv av – hevur verið ein viti inn an henda stílin, siga Six City Stompers. Hvat merkir tónleikurin fyri tykkum? - Heilt nógv og alt ov nógv onkutíð. Unn ustur, konur og børn og vinir kunn u blíva smásúr viðhvørt, so nógv sum tónleikurin merkir fyri okkum. Hava tit verið uttanlands og spælt? - Ja, í Frankaríki og Noreg. Vit høvdu eisini aðrar ætl­an­ ir, men so nógv er at gera í Danmark í summar, at vit hava valt útlandið frá. Í løtuni er ein partur av bólkinum í New Orleans og spælir tónleik inn saman við lokalum tónleikarum har. Hvat við tónleiki og framtíðini? - Spæla og breiða út gleði við tónleiknum. Gera eina útgávu í heyst. Vit hava spælt kring alt Danmark, so fleiri túrar í útlondum standa eisini ovaliga á listanum. Vit gleða okkum til at spæla í Føroyum. Bert ein av okkum hevur verið her áður. Vit steðga eina viku og kanska sleppa vit at uppliva grindadráp, sigur mann ingin í Six City Stompers. Torleik – hálvur føroyingur spælir bass Torleik spælir bass í bólk­ inum. Hann er hálvur føroy­ ingur, men hvussu er hansara samband vð Føroyar? - Sambandið er gott til land, mál og fólk, og eg havi vitjað í Føroyum einar 20 ferðir. Stórur partur av familjuni býr í Føroyum og tað hevur altíð havt nógv at siga fyri meg at koma og siga hey við abba mín og øll hini. Foreldur míni eru við at flyta til Føroya, tí pápi mín hevur fingið starv sum urguleikari við dómkirkjuna í Havn, so eg komi óivað at vitja oftari framyvir, sigur Toreik. Hvat er tónleikaliga bakland títt og hví valdi tú bassin og tónleikin sum yrkisleið? - Eg havi altíð spælt og sungið. Fekk violin frá pápa, tá eg var fimm ár og havi eisini spælt guitar og klaver. Tá eg var 15 byrjaði eg at spæla bass á eftirskúla, tí ongin ann ar tímdi. Í stud­ entar­skúlanum fekk eg áhuga fyri kontrabassinum og foreldrini keyptu mær ein. Tað skuldu tey ikki havt gjørt, tí eg gjørdi ikki ann að framyvir og nakrar mánaðir seinn i gavst eg í skúlanum. Síðani hevur tað gingið slag í slag og eg eri um at gera meg lidnan á konservatorium í Keypmann ahavn. Eg havi spælt øll sløg av tónleiki og havi lært nógv spnn andi fólk at kenn a kring allan heim. Næsta ár flyti eg til Los Angeles. Tað er ringt at hava trygga legu, men seinn i fari eg óivað at hugsa um familju og at búsetast fast, møguliga í Føroyum, hvør veit?, sigur Torleik, bassleikari í Six city Stompers. Glaðir tónar í Grasagarði í morgin Fólk søkist Til bilstøðina AUTO. Arbeiðið um­ fatar telefonavgreiðslu og annað. Skrivlig umsókn skal sendast til P/F AUTO 2007 N. Finsensgøta 28 100 Tórshavn veitst tú ikki tað?