Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 - 26. apríl 2007 37 tíðindi sær Gjaldið er ein forðan Fýra ferðir um árið er ókeypis at koyra gjøgnum Norð­ oyatunnilin. Tá kemur rættiliga nógv fólk til Klaksvíkar, men nógv fólk fara hinvegin yvirum á meginlandið. Fyri handlarnar í Klaksvík er eingin ivi um, at tunnils­ gjaldið er ein stór forðan fyri teirra virksemi. Fyri tey er loysnin einføld: Gjaldið má lækka! Nógv fólk á meginøkinum høvdu uttan iva verið oftari í Klaksvík, um so var. Við verandi gjaldi er tað ikki soleiðis, at ein bara líka ger sær ein innkeypstúr higar ella bara fyri at hyggja eftir vørum. Skulu tey velja at fara til Runavíkar ella Klaksvíkar, fellur valið helst oftari á Runavík, tí hagar er einki eykagjald sett á. - Í míni verð er eingin ivi um, at var gjaldið lægri, so høvdu uppaftur fleiri bilar koyrt gjøgnum tunnilin. - Eg ivist onga løtu í, at tunnilin hevði einki mist, men hevði heilt víst fingið príslækkingina inn aftur, sigur formaðurin í Handilsfelagnum. Ein verkætlan sum Føroya Komm­unu­ felag hevur luttikið í, vísir greitt, at tey eldru í Føroyum vilja búgva heima Tey eldru Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár legði Eyðun Kristiansen, verk­ ætl­anarleiðari fram nið­ ur­støð­urnar frá hesi kann­ingini sum ber heit­ ið “Okkara lív sum eldri”. Framløgan var í Til­ haldi­num í Havn, har rættiliga nógv fólk vóru komin at lurta. Tað eru fólk ymsa­staðni frá í landinum, sum hava lut­tikið í hesi trý ára verk­ ætlanini, sum er gjørd sam­an við ávísum komm­ unum í Svøríki, Noregi, Finlandi og Skot­landi. Í kanningini varð stað­ fest tað, sum flest øll helst munnu gruna, at tey eldru vilja búgva heima so leingi sum tilber. Ikki færri enn 70% av teim­um eldru ynsktu hetta, - og tað gera tey, hóast tey meta egnu hús síni at vera í størra lagi og ikki beinleiðis egnað sum bústaður hjá eldri. Verkætlanin, har Før­ oya Kommunufelag stóð fyri til føroyska parti­num, var gjørd í sam­starvi við komm­ u n u r , út­búgvingarstovnar og felagsskapir í fleiri av grannalondum okkara. Tey flestu vilja búgva heima - Húsini hjá teimum eldru eru vælhildin og hava lítla skuld, men eru ofta óegnað sum bústaður hjá eldri, staðfesti Eyðun Kristiansen Mynd: Snorri Brend Kanningin hevði stóran áhuga hjá teimum eldru Mynd: Snorri Brend