Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 30. apríl 2007 17 Lena Anderssen vitjaði sum fyrsti føroyski artisturin nakrantíð Abbey Road studio 2 í fjør. Úrslitið er nýggja fløgan, Let Your Scars Dance, sum kemur út í Føroyum mánadagin 30 apríl TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Nýggja fløgan við Lenu Anderssen - Let Your Scars Dance - verður nú útgivin í Føroyum og fæst til keyps mánadagin 30. apríl. Við nýggju fløguni skriv­ ar Lena eitt slag av før­ oyskari tónleikasøgu, tí hon er fyrsti føroyski artisturin, sum hevur innspælt í heim­ sins kendasta tónleika studio, Abbey Road í Lond­ on. Og tað var sjálvsagt í Studio 2, har The Beatles í 60’unum innspældu megin­ partin av teirra tilfari, sum bleiv so kent kring allan heim­in. Umframt at innspæla lagið “Stones In My Pocket” live saman við enskum tón­ leikarum varð eisini arbeitt við løgunum “And Life Carries On” og “Let Your Scars Dance”. Úr Abbey Road til Los Angeles Fløgan hjá Lenu hevur ver­ ið ávegis síðani januar 2006, tá fyrstu innspæl­ing­ arnar vóru gjørdar í Út­varpshøllini. Síðani varð arbeitt víðari í JakZac Studio og Abbey Road í Ong­landi. Í september í fjør gekk leiðin so til Los Ange­ les, har Lena og Niclas sam­ starvaðu við Ryan Hewitt, sum hevur ljóðblandað ameri­kansku Grammy vinn­ andi fløguna “Stadium Arca­ dium” við Red Hot Chili Peppers. Eitt lag frá hesum samstarvi kann hoyrast á nýggju fløguni. Her er talan um lagið “Who Am I”, ið er eitt vælupplagt guitar-drivið rock lag. Seinasta hálva árið hava Lena og Nicas arbeitt saman við garvaða føroyska pro­ dus­aranum Óla Poulsen í Dan­mark. Umframt at ljóð­ blanda níggju løg á fløguni hevur Óli eisini produserað og spælt ymisk ljóðføri á fleiri av løgunum, eitt nú klaver, trummur, bass og guitar. Tvey løg hava eisini fingið heilt nýggjan búna undir hansara hond, nevni­ liga daprasta lagið á fløguni “Tell Me All About It” um­framt satiriska og ikki sørt humoristiska lagið “Some­thing’s Gotta Give”. Lena droymdi heitið Tá Lena var stødd á kon­sert­ ferð í Danmark í 2005, droymdi hon seg til heitið “Let Your Scars Dance”. Hetta er eisini fyrsta lagið á fløguni og sangurin, har tað víðagitna Lady Madonna klaverið frá Studio 2 kann hoyrast. Føroysku tónleikararnir, sum spæla á fløguni, eru - umframt Lenu, Niclas og Óla - Finnur Hansen, James Olsen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Jákup Zacharias­ sen, Gunnar Guttesen, Kaj Johannesen og Flóvin Vider­ø. Let Your Scars Dance er triðja fløgan, sum Lena Anderssen gevur út. Fyrstu føroysku tónarnir úr Abbey Road Ferðaráð Føroya og Menningarstovan eru løgd saman í ein stovn. Í hesum sambandi verður almenn móttøka fyri Elin Heinesen stjóra á samanlagda stovninum. Stovnsheitið verður avdúkað. Adressa: Bryggjubakki 12 VINNUMÁLARÁÐIÐ Móttøka Mikudagin 2. mai kl. 15:00 Lena gongur eftir gonguteiginum, sum The Beatles gjørdu heimskendan Sum fyrsti føroyingurin nakrantíð hevur Lena innspælt fløgu í Abbey Road Studio