Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 82 - 30. apríl 2007 tíðindi Reportaga Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com - Uha uha! Tá Jógvan kemur heim, skal hann bara vænta sær! Klokkan er hálvgum tólv, og tveir tíma langi fyri­ lesturin hjá reyðhærda sex- sjarmitrøllinum úr Keyp­ mannahavn, Joan Ørting, er júst liðugur. Í gongini og á parkeringsplássinum á Hotel Føroyum standa kvinn­­ur í øllum aldri og eft­ ir­meta tey saftigu triks­ini, sum Joan hevur lagt teimum eina við at fara heim at royna. Summar tykjast hálv­ gum yvirgearaðar av øllum prátinum um vátar orgasm­ ur, sproytiorgasmur, trí­kant­ ar, g-punkt og i-punkt (ella hvat hesi ymsu punktini nú eita). Tær allar flestu, eg tosi við, lata væl at fyri­ lestri­num. Øll – uttan ein skeptisk vinkona – venda tumm­ilin uppeftir. Joan Ør­ting leveraði vøruna. Og Jógvan? Ja, hann kann bara vænta sær! Tað eru í øllum førum tey sein­ astu orðini, eg av misgáum hoyri úr mannamúgvuni, ella rættari sagt kvinnu­ múgvuni, tá eg fari av Hotel Føroyum um hálvgum tólv tíðina. Uppsangur til mannfólk Tiltakið byrjar kl. 20.00, og einar 500 kvinnur sita í stóra og stúgvandi fulla sali­ n­um og bíða. Og tá Joan Ørting seinni trínur á pall og spyr, hvussu eftir mann­ fólkunum, koma millum fimm og tíggju hendur til sjóndar. Og tað er spell, at so lítið testosteron er til stað­ar. Tí tað vísir seg, at innihaldið í fyrilestrinum hjá fólkakæra danska sexo­ log­inum er eins nógv stílað til menn sum til kvinnur. Vit mannfólk eru sambært Joan blindir yvirfyri kvinnu­ liga tørvinum. Vit eru ótil­ vitaðir um, hvat kvinnan vil hava. Vit vita ikki, hvussu ymiskar seksuellu preferans­ urnar eru. Og vit duga ov illa at mogga. Ella “mokka”, sum Joan tekur til, tá hon roynir seg á føroyskum og eftirfylgjandi láturin rungar í salinum. Fyri Joan Ørting er orgasma ein mannarættur. Og tað eru alt ov nógvir menn, sum gloyma kvinn­ una og hennara rætt til eisini at koma. - Tað er bert ein lítil Orgasma er ein Øll hava rætt til eitt ríkt kynslív. Men tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað krevur, at vit opna okkum og tora at vera meiri kroppur og minni høvd. Tí tað mest attraktiva fyri eitt mannfólk er ein opin kvinna, sum torir at liva við og í sínum kroppi. Tað var ein høvuðs­ boðskapur hjá danska sexologinum Joan Ørting framman fyri 500 føroyskum kvinnum á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Bert spell, at tey fimm til tíggju mannfólkini ikki vóru fleiri. Tí mannfólk fingu eisini nøkur borgarlig orð um ikki at levera í songini... ” ” Tað er bert ein lítil minniluti av kvinnum, sum koma av vanligari inn-út samlegu Menn fáa sjokk, tá eg biði teir “minnast til” kvinnuna eftir, at teir sjálvir hava avgreitt sítt Joan Ørting er fødd í 1960 og útbúgvin sexologur, kognitivur terapeutur, life-coach og meditatiónslærari. Hon er brævkassaredaktørur á Ekstrablaðnum, hevur sjónvarpssendingar (seinasta var Sexskolen á TV3) og skrivar bøkur um kyns- og samlív. Hon hevur sína egnu sexolog-útbúgving og parterapi-útbúgving og starvast eisini sum privatur terapeutur FAKTA Danski sexologurin Joan Ørting illustrerar eitt blow-job framman fyri 500 kvinnum á Hotel Føroyum. - Tá maðurin kemur heim eftir ein strævnan arbeiðsdag, eiga vit kvinnur av og á at fara frá frikadellunum á pannuni og út í durin at geva honum eina heita og erotisku móttøku, sigur Joan Ørting, sum tosaði um alt frá analsex, oralsex og vátar orgasmur til sjálvsálit, opinleika og óndu ringrásina, tá romantikkur, kynshugur og kærleiki er fánað Mynd: Jens Kristian Vang