mánadagur 30. apríl 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2007
21
tíðindi
minniluti av kvinnum, sum
koma av vanligari inn-út
samlegu. Og um maðurin
ikki er tilvitaður um hetta
og eisini syrgir fyri henni,
t.d. við at slikka hana eftir,
at hann er komin, so kann
kvinnan skjótt missa hugin,
sigur Joan Ørting. Hon legg
ur afturat, at menn vanliga
fáa sjokk, tá hon leggur
teimum eina við at “minnast
til” kvinnuna eftir, at teir
sjálvir hava avgreitt sítt. Og
føroysku kvinnurnar úti í
salinum klappa og nikka
samtykkjandi.
Opinleiki
Kvøldið byrjar við mótasýn
ingum umboðandi Royal
Hárfríðkan, Siri og Maluna
á
Lofti.
Kvinnukroppar
trína fram á pall og vísa
nýggjasta mótan. Flott og
frekt. Men við vánaligari
ljósstýring og monotonum
tónleiki.
Síðani presenterar Elin í
Stórustovu høvuðspersónin.
Og tað gerst beinanvegin
greitt, at Joan Ørting er ein
entertainari av rang. Ein
sjarmerandi,
stuttlig
og
hjartalig kvinna, sum ein
onkursvegna fellur fyri.
Hóast hennara loysnir uppá
eitt uppsteðgað kyns- og
samlív onkuntíð tykjast lætt
ar og bíligar. Og hóast hon
kann vera ónuanserað og
svørt-hvít, tá hon t.d. lýsir
munin millum kynini, er
fyrilestur hennara áhuga
verdur. Og ikki minst stutt
ligur.
Joan tosar um ta óndu
ringrásina, tá romantikkurin,
kynshugurin og kærleiks
neistin ikki eru annað enn
góð minni frá eini farnari
tíð. Hon tosar týðiliga til
eitt vaksið – fyri ikki at siga
eldrið – publikum. Til fólk,
sum ikki longur ganga í
illum. Til tann aldursbólkin,
har sex ikki longur er nak
að, sum kemur av sær sjálv
um.
- Í einum gerandisdegi
við nógvum arbeiði, strongd
og mongum pliktum kann
tað vera trupult at varðveita
ta kynsligu dimensiónina.
Fólk missa hugin til sex.
Og nýggjastu kanningarnar
vísa eisini, at triðja hvør
kvinna í Danmark heilt ein
falt ikki hevur hug til sex.
Tí mugu vit arbeiða aktivt
við seksualitetinum, um vit
vilja uppliva eitt ríkt kyns
lív, sigur Joan Ørting.
Og fremsta ráðið til tær
500 kvinnurnar á Hotel Før
oyum er, at tær skulu tora at
opna seg.
- Tað mest attraktiva fyri
ein mann er ikki okkara
reyv ella boppur. Tað mest
attraktiva fyri eitt mannfólk
er ein opin kvinna. Ein
kvinna, sum letur seg upp,
sendir femininar strálur út,
og tað fangar eitt og hvørt
mannfólk, greiðir Joan frá.
Men hvat er tað at vera
opin? Jú, tað er at vera í sín
um kroppi. Tað er at lurta
eftir kroppinum og liva í
samljóði við kroppin. Og tá
kvinnan so er farin úr høvdi
í kropp, ræður tað um at
bjóða manninum við á hesa
somu ferð.
- Tá maðurin kemur heim
eftir ein strævnan arbeiðs
dag, eiga vit kvinnur av og
á at fara frá frikadellunum
á pannuni og út í durin at
geva honum eina heita og
erotisku
móttøku,
sigur
Joan Ørting, meðan hon á
pallinum kropsliga illustrer
ar eitt blow-job. Við tempo
og teknikki, meðan láturin í
salinum rungar.
Reyði tráðurin er, at vit
skulu tora at vera meiri
kroppur og minni høvd. Tí
eitt ríkt kynslív kemur ikki
av sær sjálvum. Men møgu
leikarnir fyri at menna títt
kynslív eru mangir. Um vit
bert tora. Og um vit bert
vilja.
Oral, anal og urin
Joan Ørting leggur dent á,
at tað eru “smálutirnir” í
gerandisdegnum,
sum
broyta heildina. Ein gáva.
Eitt lítið signal um, at “eg
seti prís uppá teg”. Ella
spontant oralsex. Og før
oysku kvinnurnar flenna í
kíki, tá Joan Ørting við
sínum kropsmáli illustrerar
eina ella aðra komiska
støðu. Sum t.d. tá hon heilt
óvæntað fær sperm í eyguni
og skal til arbeiðis næsta
morgun við eygnabruna.
Ella hvussu tað er at fáa
hann í reyvina, tá tað ikki
kennist væl.
Í steðginum verður borð
reitt við frukt og víni, með
an Joan gongur runt við
eini kurv, har spurnarlepar
frá áhoyrarum skulu í. Og
eftir steðgin fer hon so at
svara
spurningum,
sum
snúgva seg um alt frá
analsex, oralsex og urinsex
til tríkantar, orgasmur og
vantandi hug til sex. Og tá
allir hesir spurningar skulu
gjøgnumgangast,
gerst
framløgan
samstundis
óstrukturerað
og
heldur
spontan. Flestu spurningar
nir snúgva seg tó um sjálvs
álit í songini. Ella rættari
sagt um vantandi sjálvsálit.
Og tað gevur Joan Ørting
sær stundir til at tosa um.
- Sjálvsálit er ein fortreyt
fyri einum góðum kynslívi.
Og tað fáa vit við at tora at
vera opnar og insistera uppá
okkara rætt til eitt gott sex
lív. Tað fáa vit við at bróta
tabu og risikera nakað. Tað
fáa vit gjøgnum eitt sunt
samskifti við okkara maka.
Bara á henda hátt fáa vit
dirvið til at kasta okkum út
í kærleikan, sigur Joan Ørt
ing.
Tá Jógvan kemur...
Tíverri vóru bert stundir til
nakrar fáar spurningar, so
var liðugt. Og Tá Joan Ørt
ing takkaði fyri seg, rung
aðu lógvabrestirnir frá eini
standandi áhoyrarafjøld. So
var liðugt, og kvinnurnar
fóru hvør til sítt. Allarhelst
við nýggjum íblástri. Og
forrestin kann ein ella annar
Jógvan gleða seg til at koma
heim...
kvinnurættur
”
”
Triðja hvør kvinna í Danmark
hevur heilt einfalt ikki hug til sex
Eitt spontant blow-job kann
gera undurverk
Mótasýningin var frek og flott. Her sýna Royal Hárfríðkan vinstrumegin og Siri høgrumegin tað nýggjasta innan hármóta og
undirklæði
Myndir: Jens Kristian Vang