Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 82 - 30. apríl 2007 ] Andrew og Jónas steðgaðu odda­liðnum Andrew av Fløtum og Jónas Tór Næs spældu báðir við í 90 minuttir, tá ið Fremad Amager sunnudagin spældi ímóti toppliðnum í donsku 1. deild, Lyngby. Dysturin endaði málleysur 0-0, og tað var eitt gott úrslit fyri Fremad Amager, sum var á útivølli. Christ­ ian Lamhauge Holst spældi við hjá Lyngby, men heldur ikki hann megnaði at skora. Todi var væl nøgdur Todi Jónsson, ein av eig­arunum av Fremad Amager, var væl nøgdur við hugburðin hjá sínum spælarum í dystinum ímóti Lyngby í gjár. - Hetta var eitt týdn­ ingarmikið stig hjá okk­ um at vinna. Eg haldi, at spælarar høvdu hetta uppiborið, tí teir vístu ein sera góðan vilja og stríddust væl, segði Todi Jónsson við heima­ síðuna hjá Fremad Amag­er eftir dystin. - Men tað er sjálvandi eisini okkurt, sum vit skulu gerast betur til. Til dømis missa vit ov skjótt bóltin. Vit skulu gerast betur til at hava bóltin á liðnum, segði hann. SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur Ein risa málmansvilla og sjálvmál frá fyrr­ vendi Manchester United spælara sendu leygardagin match­ bóltin í ensku Premier League til Manchester United Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í 389 dystum fyri Man­ chester United skeyt Phil Neville bert átta mál. Men tað var sum mótstøðumaður hjá reyðu devlunum, at hann leygardagin skeyt sítt kanska týdningarmesta mál fyri barnafelagið. Hetta tá hann sendi bóltin í egið Ever­­ton-net á Goodison Park. Tað sá annars einki út hjá United-fjepparum, tá dyst­ urin móti Everton var væl og virðiliga hálvrunnin. Á Stamford Bridge var eitt eykaliðskent Chelsea á odda móti Bolton, og tá Man­uel Fernandes av brots­ teigarmarkinum sendi bólt­ in í netið til 2-0, var leiðslan, sum Manchester hevur havt størsta partin av árinum, brád­liga horvin. Og tó at teir hava so nógv tann besta málmunin í deildini, so vildi javnstøða á stigatalvuni ikki verið ynskiligasta út­­ gangs­­støðan, tá teir á næst sein­asta leikdegi vitja á Stam­­ford Bridge. Fingu stóra hjálp Men reyðu devlarnir vóru ikki lidnir. John O’Shea mink­aði um munin, tá Ever­ ton-málverjin stórkiksaði í royndini at lofta einum horna­sparki. Cristiano Ronaldo varð nú eisini sendur á vølin, so veruligt trýst kundi leggjast á Everton, og tað gekk ikki leingi, so stóð á jøvnum. Hesa ferð við hjálp frá fyrr­ verandi United-spælar­an­ um, Phil Neville, sum beindi bóltin í egið net. Og tá Rooney so kundi skora á sínum gamla heima­ vølli, mundi fagnaðurin hjá teimum reyðu ongan enda tikið. At støðan hjá Chelsea nú var 2-2, gjørdi ikki lagið verri, og gleðin lýsti av Sir Alex Ferguson, tá hann kundi staðfesta javnleikin hjá kappingarneytunum. Og ikki minni gjørdist gleð­ in, tá júst innskifti Chris Eagl­es í yvirtíðini negldi sig­urin rimmar fastan við 4-2 málinum. Gullið heilt nær Og nú skal gangan heilt illa, um Manchester United ikki skal taka gullið, sum Chelsea hevur átt tey bæði seinnu árini. Munurin niður til Chelsea er fimm stig, og við bara trim­um dystum eftir á skránni umframt góða mál­muninum, er nóg mikið við fýra av seinastu níggju stigu­num. Og tey skulu so fáast til høldar móti grannunum úr Manhester Cit (úti), Chelsea (úti) og West Ham (heima). Vil væl til, so kann enntá vera, at gullið kemur til høld­ar á sjálvasta Stamford Bridge. Gullið nærkast Old Trafford Phil Neville skeyt í 389 dystum bara átta mál fyri Manchester United. Leygardagin spældi hann við Everton móti barndómsfelagnum, og við sjálvmáli sínum sendi hann reyðu devlarnar á meistarakós Mynd: Polfoto/AP