Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 82 - 30. apríl 2007 ] Claus sendi Blackpool á sigurskós Claus Bech Jørgensen gjørdi skjótt av, tá ið felag hansara, Blackpool, spældi í triðbestu ensku fótbóltsdeildini leygar­ dagin. Tað vóru bert farnir átta minuttir av dystinum ímóti Scunthorpe, tá ið Claus skoraði. Støðan var 2-1 til Black­ pool í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki skoraði Blackpool eitt mál afturat. Blackpool liggur á fjórða plássi í League One og hevur framvegis møguleikan at vinna sær uppflyting til næstbestu deildina. FCK heldur kósina Eingin ger nakað við FC Keypmannahavn í donsku superliguni. FCK er langt fremst í kappingini, og um vikuskiftið vann liðið aftur ein dyst. Hesaferð var Silke­borg mótstøðuliðið, og sambært donskum fjøl­miðlum fekk FCK nóg illa sveittan á pannuna av mótstøðuni frá Silkeborg. FCK skoraði eitt mál og fekk øll trý stigini. Hetta var nýtt met hjá FCK, sum ikki hevur tapt í 21 dystum á rað. Úrslitini í 6. umfari og støðutalvan boða frá, at gongdin er soleiðis, sum tað í vetur varð roknað við – burtursæð frá at sandoyingar fram­ vegis standa seg væl Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo B71 hongur í. Eftir eitt stig á heimavølli í 6. umfari eru sandoyingar framvegis mitt í feltinum. Undan kapp­ing­ arbyrjan vóru tað fleiri, sum roknaðu við, at B71 fór at hava so mikið ilt við at standa seg, at setningurin hjá sandoyingum fór at verða at stríðast fyri at sleppa undan keðiligu síð­ uni av strikuni. Tað kann væl vera, at B71 27. oktober fer at vera í nánd av strikuni. Men hig­ ar­til hevur tað hilnast væl hjá sandoyingum. Und­an kappingarbyrjan søgdu teir, at tað fyrst og fremst fór at verða á heimavølli, at stig­ ini skuldu vinnast. Higartil hevur tað verið á útivølli, at teir hava fingið mest burtur­ úr. B71 hevur átta stig. Sjey eru vunnin á útivølli. Sunnu­ dagin var triði heimadysturin í ár inni í Dalinum, og hesa ferð eydnaðist tað fyri fyrstu ferð at fáa stig burtur­ úr. Toppurin Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at B36, HB, EB/Streymur og NSÍ vóru bestu boðini upp á heið­­ursmerkjaplássini. Støðu­­talvan eftir seks um­ før sigur, at EB/Streymur er oddalið, og at B36 er næst­ fremst. NSÍ er á triðja plássi, og HB er nummar fýra. Soleiðis sum gongdin hev­ur verið seinastu vikur­ nar er tað neyvan við síðuna av at rokna við, at HB skjótt fer at teljast millum trý tey fremstu. Serliga tá ið havt verður í huga, at teir tvær tær næstu ferðirnar skulu spæla ímóti VB/Sumba á heimavølli og úti á Argj­ um. NSÍ vónar at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð í ár. At tapa í Gundadali ímóti HB er ikki nøkur skandala, men um tað skal eydnast at enda heilt á toppinum, so er tað neyðugt hjá NSÍ onkra ferð­ ina at fáa stig og at vinna ímóti fremstu kappingar­ neytunum. Mikukvøldið verð­ur nýggjur møguleiki, tá ið NSÍ fer at vitja í Streym­nesi. Fyrr í ár hevur NSÍ vunn­ ið á heimavølli ímóti B36. Fyri einari viku síðani vísti B36, at tað ber til at vinna á EB/Streymi í Streymnesi. Nú fæst at síggja, um NSÍ fer at megna at gera B36 kunstin eftir í Sundalag­ num. Størsta fótbóltssensa­tión­ in higartil í ár var tað, tá ið B36 í vár tapti steypadyst á heimavølli ímóti AB. At teir í árstalsfelagnum høvdu lært av tí uppgerðini, hvussu stóran týdning tað hevur at hava rætta hug­burð­ in, sást leygardagin í Gunda­ dali. Miðjan og botnurin KÍ og GÍ vórðu undan kapp­ ingarbyrjan roknað sum miðlið. At munurin á hesum liðunum ikki er serliga stór­ ur sást mikukvøldið, tá ið tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn KÍ hevði vunn­ið seg víðari í steypa­ kappingini. Støðutalvan boðar frá, at KÍ og GÍ eru miðlið. Klaks­ víkingar hava ætlað sær betri hagtøl á heimavølli í ár, enn teir megnaðu í fjør. Sunnudagin áttu teir fyri fjórðu ferð heimavøll í ár, og hetta var aðru ferð, at teir ikki megnaðu fulla úr­tøku. Sum gongdin hevur verið higartil í ár, varð tað ikki óvæntað úrslit, tá ið GÍ sunnu­dagin fór av Sandi við einum stigi. Miku­kvøld­ ið eigur GÍ heimavøll ímóti B36, sum er favorittur. KÍ fer at vitja á Argjum, og um eina viku skulu klaksvík­ ingar spæla á Skála. Hetta eru rættiliga avgerandi upp­ gerðir fyri KÍ. Tað ber ikki til at siga ann­að, enn at talan hevur ver­ið um venjaraeffekt á Skála. Í tveimum dystum á útivølli síðani venjaraskiftið hevur Skála vunnið seks stig! Tað ber sjálvsálit og spæligleði við sær undan heimadystunum ímóti B71 og KÍ. VB/Sumba vann í fyrsta umfari ímóti AB. Støðu­talv­ an sigur, at hesi bæði fe­løg­ ini – soleiðis sum mong und­­an kappingarbyrjan høvdu roknað við – eru fremstu evnini til niður­flyt­ ing. Eisini í botninum hevur rokningin higartil verið á góð­­ari leið. 7. umfar verður miku­ kvøldið. Tá er skráin henda: HB-VB/Sumba, EB/Streym­ ur-NSÍ, AB-KÍ, GÍ-B36 og Skála-B71. Rokningin er á góðari leið John Petersen stóð fyri fyrstu ferð við róðrið, tá Skála vitjaði í Vági. Og við trimum stigum afturat hevur Skála nú vunnið seg upp um niðurflytingarstrikuna Mynd: Áki Berholdsen