Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 82 - 30. apríl 2007 ] Atli vann sjónvarpsdyst Atli Danielsen var sunnudagin at síggja í donskum sjónvarpið. TV2 Sport sendi beinleiðis frá dystinum millum Frem og Næstved, og Atli og teir vunnu 1- 0. Dysturin var rímiliga javnur, og heimaliðið fekk einasta málið í dystinum í seinna hálvleiki. Atli Danielsen spældi væl á miðvøllinum, og serliga í seinna hálvleiki var hann sjónligur. Næstved fekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu móti endanum av dystinum. PSV er meistari Í gjár fall avgerðin um gullið í hollendsku fótbólts­ kappingini, og endin var, at PSV úr Eindhoven vann meistaraheitið. AZ Alkmar lá best fyri og kundi sjálvt avgera alt, men liðið tapti 3-2 á heimavølli. Ajax lá síðani til at vinna gullið, og við einum 2-0 sigri á Willem II lá liðið úr Amsterdam best fyri. Men so kom PSV sum eitt skot og vann heili 5-1 í sínum dysti. Endin var, at PSV vann meistaraheitið við einum máli betri enn Ajax í málmuninum. Leikferðin var øgilig, málmøguleikarnir nógvir og á tunnils­ haldinum fingu áskoðararnir undir­ hald fyri allar peng­ arnar. EB/Streymur skuldi hevna tapið á seinasta leikdegi í fjør og tað megnaðu teir eisini FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Lagið var gott á við­halds­ fólkunum kring vøllin á Djúpu­mýru í Klaksvík und­ an dystinum í gjár. Eftir dyst­in var lagið betri á teim­ um vitjandi fjepparunum upp­aftur betri. Teirra lið hevði hevnt tapið í 27. leik­ umfari í fjør, tá Paul Clap­ son buldraði eitt langskot í kassan og sendi EB/Streym eitt pláss niður eftir stiga­ talvuni. Paul Clapson skoraði eis­ ini móti sundalagsmonnum í gjár, men undan honum høvdu sundalagsmenn skot­ ið tvey mál. Fyrsta málið syrgdi Sorin Anghel fyri longu í triðja minutti. Bólturin varð flutt­ ur niðan í vinstru síðu, og við høvdinum spældi Hanus Eliasen Sorin Anghel leys­ an. Kviki rumenin rak inn í brotsteigin, sneiddi framvið einum leikara og legði bólt­ in flatt inn við handaru stong. Næsta málið í dystinum og tað síðsta hjá EB/ Streymi, kom tá hálvur tími var spældur. Egil á Bø sneiddi eitt frísparksinnlegg frá miðvøllinum víðari inn í brotsteigin, men bólturin tók í ein klaksvíking á veg­ num og endaði í málinum. Málið hjá heimaliðnum kom inni í sjálvari yvirtíðini. Tað líktist nógv seinna máli­ num hjá EB/Streymi, tí eis­ ini í hesum førinum var tal­ an um eina frísparkssending frá miðvøllinum. Bólturin endaði hjá Paul Clapson, sum minkaði um munin. Frálíkt fyrra umfar Stutt eftir málið frá Sorin Anghel var um reppið, at Gunnar Nielsen javnaði fyri KÍ, men René Tórgarð stór­ bjargaði skotroyndini eftir innlegg úr vinstru síðu. Ein øgilig byrjan, sum boð­aði frá einum góðum dysti. Tað gjørdist tað sanni­ liga eisini. Leikferðin var ógvu­liga høg, spælið gekk skjótt aftur og fram og tað treyt ikki við málmøgu­leik­ um. Spælið gekk skjótt aft­ ur og fram, menn vóru gramm­ir og bæði liðini spældu góðan og undir­hald­ andi álopsfótbólt. Lat tað vera sagt, at gestirnir vóru betra liðið í fyrra, men klaks­víkingar áttu sín stóra part av, at fyrstu trý korterini vóru so undirhaldandi. Trýst uttan úrslit Klaksvíkingar komu best frá byrjan í seinna hálvleiki, men EB/Streymur fekk fyrsta stóra møguleikan, tá Hans Pauli Samuelsen krúll­ aði seg ígjøgnum í vinstra borði, brúkti Sorin Anghel sum banda og skeyt so bólt­ in framvið Meinhard Joen­ sen. Ólukkutíð fyri víkar­ mann­in bjargaði ein verju­ leikari á strikuni. Men klaksvíkingar vóru betri fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og teir komu so nær sum teir yvirhøvur kundu koma, tá Paul Clap­ son sendi bóltin á stongina, eftir innlegg frá innskifta Høgna Madsen. Hóast grammari, so rigg­ aði tað ikki heilt hjá KÍ hesa løtuna. Besta dømi um tað var, tá teir í einum kontra­álopi vóru fýra móti trimum, men onkursvegna megnaðu at klossa bóltin aftur um baklinjuna. Rætt og slætt ikki nóg gott, tá liðið er aftanfyri við tveim­ um málum. Satsa ov seint Miðskeiðis í seinna hálv­ leiki dovnaði dysturin nak­ að. Onkrir kjansir vóru tó, har serliga eitt kanónskot frá KÍ var sera vandamikið. Móti endanum á dystinum fekk KÍ aftur lagt eitt hampi­ ligt trýst á EB/Streym. Orsøkin var, at gestirnir nú høvdu slept speedaranum. Tilvitað ella ikki, so er tað ongantíð snilt at gera tílíkt. Í hesum førinum gav tað eitt mál til KÍ, tá teir í yvir­ tíðini skoraðu. Sæð yvir allan dystin, eft­ ir spælbýti og mál­møgu­leik­ um var sigurin til EB/ Streym í lagi. KÍ kom hampi­liga væl aftur í dystin, men ov seint til at teir fingu stig burtur úr. Spurningurin, sum Tony Paris eigur at seta sær sjálvum, er, um teir ikki bíða ov leingi við at satsa frameftir. Í hvussu so er, er tað undrunarvert, at Heðin á Lakjuni ikki verður fluttur fram av vinstra bakki fyrr enn tað bara resta tíggju minuttir eftir. EB/Streymur KÍ – Uppiborin sigur Bárður Olsen var ikki í iva, tá vit eftir dystin spurdu hann, um sigurin var uppiborin. – Ja, tað haldi eg. Í fyrra hálvleiki høvdu vit eina rúgvu av kjansum og vóru betri. Í seinna hálv­leiki leikar meiri javnt á, og teir fáa so eitt mál til endans, men sig­ urin var uppiborin. Dysturin var ikki meiri enn tríggjar minuttir gam­ al, tá Sorin skoraði fyri EB/Streym, og hetta met­ ir Bárður Olsen hava av­ger­andi týdning fyri dyst­argongdina. – Góða byrjanin var øgi­liga týdningarmikil hjá okkum. Tað fekk menn­­inar veruliga í gongd, og so skoraðu vit eisini til 2-0 tíðliga, stað­ festir Bárður Olsen, sum fegnast um góðu byrjan­ ina hjá felagsliðnum. – Nú liggja vit nummar eitt, og tað skulu vit helst gera nakrar dystir aftrat, tí vit ætla okkum allan veg­in í ár, segði fegni Bárð­ur Olsen. – Óheppið at vit ikki javna Meinhard Joensen sigur, at málið hjá Sorin Anghel oyðilegði nógv fyri teirra upplegg til dystin. – Tað var ein ótrúliga óheppin byrjan fyri okk­ um, og taktiska uppleggið fer fyri skeyti tá. Men teir vóru betri at byrja við, kontraálop teirra rigg­­­aðu væl og tað var trup­ult hjá okkum, greið­ ir Meinhard Joesen frá. Í seinna hálvleiki kom KÍ munandi betur frá byrj­an, og KÍ-málverjin greiðir soleiðis frá, hvussu tað bar til. – Spæla vit ikki væl, so má innsatsurin vera í lagi og tað var hann í seinna hálvleiki, har eg haldi vit vóru óhepnir ikki at javna, sigur Mein­ hard Joensen. KÍ – EB/Streymur 1-2 (0-2) Framúr undirhald í Klaksvík Talan var um høga leikferð, nógv trýst og stórt undirhaldsvirði, tá EB/Streymur sunnudagin tók øll trý stigini í Klaksvík Mynd: Sofus Debes Johannesen