mánadagur 30. apríl 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 82 - 30. apríl 2007 ]
Rópini
hoyra til
Ikki óvæntað hildu við
haldsfólkini hjá NSÍ ser
liga væl eygað við, hvat
Christian Høgni Jacobsen
gjørdi í dystinum. Ofta og
títt vóru róp at hoyra móti
honum, og ta einu ferðina
gjørdist hálvgum rokut, tá
Christian Høgni tacklaði
Jens
Martin
Knudsen,
sum skuldi taka málspark.
Sjálvur heldur høvuðs
persónurin tó ikki, at hetta
var tað stóra at tosa um.
- Tað er sjálvandi stutt
ligt at spæla móti einum
fyrrverandi felag. Og tað
hoyrir eisini til, at áskoð
ararnir tá rópa eitt sindur
eftir mær. Júst handan
støðan við Jens Martini
var kanska nakað óneyð
ug, men eg vildi steðga
spælinum, tí Rógvi fram
vegis lá á vøllinum. Men
tað er jú soleiðis, at fót
bóltur er, so hetta má væl
eisini takast við, heldur
hann.
Um sjálvan dystin, held
ur Christian Høgni, at tað
fyrst og fremst ráddi um
at finna stigini.
- Tað byrjar at síggja
betri út hjá okkum. Kanska
var spælið ikki av tí allar
besta hesaferð, men vit
megnaðu fyri fyrstu ferð at
halda málið reint. Og
seinastu tríggjar dystirnar
eru bara tvey mál farin inn,
so tann parturin er vorðin
munandi betri.
- Og sjálvt um vit ikki
vóru so hvassir, sum vit
kunnu vera, so haldi eg, at
sigurin var uppiborin. Vit
høvdu fleiri aðrar møgu
leikar, sum kundu givið
mál, meðan NSÍ hinvegins
skapar millum lítið og
einki, helt Christian Høgni
eftir dystin.
Komandi vikuna skal
HB spæla móti VB/Sumba
og AB, sum bæði eru und
ir strikuni. Men hóast krav
ið til HB heilt víst er seks
stig í hesum, so vildi
Christian Høgni bert tosa
um trý teirra í fyrstu
atløgu.
- Í støðuni, sum vit eru
í, kunnu vit ikki loyva okk
um at hyggja fleiri umfør
fram. Og úrslitini hjá móti
niðaru liðunum á talvuni
staðfesta eisini, at vit
skulu ikki taka nakað
fyri givið.
-mørk
Súni skoraði í AaB-sigri
AaB vann aftur í donsku superliguni í gjár, og hesaferð
var Súni Olsen millum málskjúttarnar. AaB spældi
ímóti botnliðnum Vejle og vann 2-0.
Tað tók sína tíð hjá AaB, sum hóast stóra leikliga
yvirvág hevði trupult við at finna meskarnar. 20
minuttir undan leikloki fekk Mattias Lindström sent
bóltin í kassan. Og tíggju minuttir seinni kundi Súni
Olsen staðfesta sigurin. Hann sendi bóltin innfyri við
frisparki, og onkursvegna sigldi bólturin beina leið í
netið. AaB er nú ájavnt OB í kappreningini um
bronsuplássið í donsku superligni.
Maldini er ivasamur
Mest royndi spælarin á liðnum hjá AC Milan er
ivasamur til seinnu hálvfinaluna í Champions
League mikukvøldið. AC Milan skal spæla á
heimavølli ímóti Manchester United, og har skal
liðið royna at vinna innaftur 3-2 leiðsluna hjá
enska liðnum. Paolo Maldini noyddist at gevast
undir fyrru hálvfinaluni í farnu viku, og hann er
ivasamur til dystin mikudagin. Hinvegin er greitt,
at Gattuso, sum eisini fekk skaða, verður klárur at
spæla.
HB og NSÍ spákaðu
sær í 90 minuttir í
Gundadali. Skuldi ein
vinnari finnast, so var
HB tann rætti
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tómgongd er helst orðið,
sum best lýsir stóran part
av dystinum í Gundadali
millum HB- og NSÍ. Runa
víkingar, sum ikki høvdu
fingið Anderson kláran til
dystin, dúvaðu frá fyrsta
minuttir upp á møguleikan
at verja eina stigið.
Ferðin varð frá fyrsta
bríksli tikin av dystinujm,
og tá HB ikki megnaði at
bróta hesa spæliætlan, gjørd
ist talan um ein alnaga oyði
markargongd hjá áskoðar
unum.
Linligt
HB kom tó til nakrar møgu
leikar. Ikki minst hevði NSÍ
stórar trupulleikar í høgra
verjuborði, og fleiri ferðir
varð bakkurin yvirspældur
av HB, sum tó ikki megnaði
at gera arbeiðið liðugt.
Í hinum endanum hóttu
runavíkingar ógvuliga lítið.
Onkra
einstaka
ferðina
høvdu teir hug at hótta mál
ið, men tað var tó so sum so
við hesum hóttanum.
Tann parturin gjørdist tó
betri hjá gestunum eftir
steðgin. Teir framdur tvær
útskifingar, og tó at teir ikki
settu seg á nakað sum helst,
so vóru í fleiri løtum upp
trekk til møguleikar. Ikki
minst, tá teir spældu seg
upp gjøgnum í vinstru, har
Einar Hansen saman við
Sjúrða Jacobsen var við í
nógvum.
Perla avgjørdi
HB hevði tó framvegis
sínar møguleikar. Teir komu
kanska ikki eins lætt, sum
teir gjørdu tað fyri steðgin,
men møguleikarnir vóru nú
størri.
Tað tóktist tó ikki at geva
úrslit, tí Páll Mohr Joensen
lyfti ov høgt, tá hann var
leysur. Og Jens Martin
Knudsen hevði tvær ferðir
framúr bjargingar. Tann
seinna av hesum var eftir
avrættaða
frísparksroynd
frá Rasmus Nolsøe, men tá
hornaspark varð sent inn
fyri, var veteranurin í máli
num prísgivin. Men tað er
tó merkisvert, at NSÍ lótu
loftsterkasta spælaran í før
oyskum fótbólti standa púra
leysan við handara stólpa.
Málið varð tó góðskrivað
Mortani úr Hørg, sum trýsti
bóltin seinasta pettið inn
um strikuna, men Rógvi
slapp tó eisini á talvuna
sjálvur. Og tað enntá við
einum perlu-máli, sum utt
an samanbering var besta
detaljan í dystinum.
Rógvi setti sjálvur álopið
ígongd, tá hann sendi Jákup
á Borg avstað. Og tá Jákup
so sendi innfyri, drønstútaði
Rógvi umvegis tvørtræið í
kassan.
Spardi kortini
Umframt vakra málið hjá
Rógva, so fer dysturin helst
eisini at verða mintur fyri
nakrar rokaligar hendingar
móti dystarenda. Rættiligt
rok kom í, tá Rógvi Jacob
sen varð snýttur fyri tað,
sum hann helt vera brots
spark. Og tað hóvaði runa
víkingum lítið, at Christian
Høgni Jacobsen blandaði
seg upp í hetta.
Kanska kundi dómarin
valt at tveita einar tveir
spælarar undir brúsuna,
men kortini vórðu tó ver
andi í lummanum, uttan at
rokið tó gjørdist størri av
hesum ávum.
HB-NBSÍ 2-0 (0-0):
Tannleys toppuppgerð
NSÍ
HB
Ferðin var fyri tað mesta rættiliga lá, men í løtum gjørdist talan tó um intensar nærdystir, tá HB tók ímóti NSÍ. Her fær Einar Hansen kærleikan at kenna frá
Mortani úr Hørg
Mynd: Álvur Haraldsen