mánadagur 30. apríl 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 82 - 30. apríl 2007 ]
Góð avrik
í FM-kapp
ingini
Metini trutu ikki, tá
FM-kappingin í svimj
ing varð hildin um viku
skiftið. Úrslitini vóru
sum heild heilt góð,
og Malan Bærentsen,
Pál Joensen, Kristian
Olsen, Jutta Thomsen,
Kári á Høvdanum, Elspa
Mørkøre og Shaila mill
um Garðarnar settu
øll nýggj føroysk met.
Hartil vórðu met sett
í 4X100 metrar frí og
blandað hjá kvinnum
og í 4X50 metrar frí hjá
kvinnum.
Í blaðnum í morgin verð
ur meira gjørt burturúr
FM-kappingini.
-mørk
Rúni fekk
umbering
frá B36
Móti endanum av dystin
um millum B36 og AB
kom stadion-varparin
í andglettin, tá hann
spældi Beatles-lagið,
Yellow Submarine. Sjál
vur segði hesin eftir
dystin, at hetta var til
AB-áskoðararnir, sum
nýttu sama lagið at syng
ja “Vit eru enn í steypa
kappingini”, men av
onkrum varð hetta eisini
fatað sum skot til dómar
an, ið hevði gula kortið
frammi rættiliga ofta.
Hvussu var og ikki, so
eru reglurnar púrasta
greiðar á hesum økinum.
Og tað gav dómarin
eisini til kennar eftir
dystin.
- Vit høvdu ein fund við
dómaran eftir dystin,
og hann gjørdi okkum
greitt, at hetta hoyrir
ikki heima. Vit hava
eisini givið honum eina
skrivliga umbering fyri
hendingina, sum ikki
sleppur at endurtaka
seg, sigur Kristjan á
Neystabø, stjóri í FC
Tórshavn.
-mørk
Microsoft-eigari vil
keypa Southampton
Ein av ríkastu monnunum í heiminum er Microsoft-
stovnarin Paul Allen. Hann er sambært blaðnum The
Evening Standard til reiðar at keypa enska Premier
League felagið Southampton. Blaðið heldur seg vita, at
Paul Allen er til reiðar at bjóða núverandi eigarum einar
500 milliónir krónur fyri at fáa hendur á felagnum, sum í
løtuni spælir í næstbestu ensku fótbóltsdeildini.
Wenger umhugsar
framtíðina
Franski venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, umhugsar
sína framtíð í Arsenal. Wenger roynir at spæla eitt nýtt, ungt
Arsenal-lið saman, og sambært Wenger sjálvum fara avrik
ini í næsta kappingarári at gera av, um hann vil halda fram í
felagnum, har hann hevur verið venjari síðani 1998.
- Eg vil menna hetta liðið, men eg má verða fegin um
úrslitini eisini. Í løtuni eri eg ikki nøgdur við støðuna,
men eg ætli mær í øllum førum at halda mín sáttmála,
sigur Wenger við Eurosport. Hann hevur eitt ár eftir av
avtaluni við Arsenal.
Skála liðformaðurin
fegnast um góðu
gongdina seinastu
ferðirnar, sum hann
heldur tað vera fleiri
orsøkir til
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Pauli G.Hansen sat á Skála
beinkinum fyrra umfarið í
Vági. At siga at hann var
avsettur er at taka ov rívan
til.
- Eg havi ligið sjúkur, og
eftir langan skaðasteðg er
formurin ikki hundrað pro
sent. Eftir sigurin í Gøtu
var eingin orsøk at broyta
liðið. Eg kom á vøllin eftir
steðgin, tí Pætur Dam Jacob
sen, sum hevði spælt framúr
væl, ikki kendi seg so væl,
greiðir Pauli frá.
Er tað venjaraskiftið, sum
er orsøkin til, at tað nú gong
ur so væl?
- Vit hava vunnið tvær
ferðir. John var ikki komin
til landið, tá ið vit vunnu í
Gøtu. John hevur høga stjør
nu á Skála, og tað hevur
heilt víst týdning, at øll ken
na hann, og at hann kennir
øll. Hann dugir eisini sera
væl at fara við fólkinum.
Men tað hevur eisini týdn
ing fyri avrikini, at vit nú
hava so at siga alt fólkið
tókt. Málverjin er farin
heim í feriu, eftir at hann
hevur verið sjúkur, men
Hans Jørgensen hevur klár
að uppgávuna fínt. Nú er
tað bara Tony Rasmussen,
sum ikki er komin fyri seg.
Serliga í lítlum felag hevur
tað stóran týdning, at fólkið
er tókt, heldur Pauli G. Han
sen.
Nú eru tveir heimadystir
á skránni. Mikukvøldið fer
B71 at vitja á Skála, og sun
nudagin fara klaksvíkingar
út á Skála:
- Vit taka ein dyst í senn.
Gongdin higartil hjá okkum
vísir, hvussu skjótt tað kann
venda. Tað ræður um at
hava fokus á einari uppgávu,
heldur Skála liðformaður
in.
Stigaleyst botnpláss
hjá Skála eftir fýra
umfør er broytt til
seks stig og støðu røt
tu megin keðiligu
strikuna eftir seks
umfør
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fýra umfør og einki stig á
Skála. Nevndin tók skjóta
avgerð, venjarin varð skiftur
út, og tað er vorðið sum
broyting, sum er íkomin,
eftir at ítróttarikonið á Ská
la, John Petersen, hevur tik
ið um stýrisvølin.
Ónøgd um málið
Áðrenn John yvirhøvur var
komin til landið, hevði Ská
la vunnið trý stig í Gøtu, og
í fyrstu royndini eftir at
gamli kenningurin og nýggi
venjarin í einum og sama
persóni hevði havt spælarar
nar undir hond í nakrar fáar
venjingar, komu teir norður
aftur av Vágseiði við fullari
úrtøku.
Skála vann 1-0, og einsa
malla og sera týdningarmikla
málið lat bíða eftir sær, inn
til tíggju minuttir fyri leik
lok.
Bogi Gregersen, sum var
innskiftur fyri Obi, tá ið tað
restaði lítið korter, streyk til
baklinjuna í høgru, legði
innfyri og stóri nýggi fram
rættaði serbiski maðurin
hjá Skála, Slavisa Kaplano
vic stýrdi bóltinum í málið
aftanfyri fyrrverandi Skála
málverjan Vlada Filipovic.
Stórur fagnaður í Skála
leguni og ikki sørt av mis
nøgd í heimaleguni. VB/
Sumba spælararnir vístu á,
at meðan Skála spældi seg
ígjøgnum til møguleikan,
sum bar einsamalla málið
við sær, lá Jákup Olsen
skaddur á vøllinum. Tað
kundi sæð út sum um, at
hetta var ein av orsøkunum
til, at eftiransingarnar í júst
hesi løtuni ikki vóru so tætt
ar hjá heimaliðnum.
Betri ímóti
Tølini siga, at VB/Sumba
ikki er væl fyri. Hetta var
fimta uppgerðin á rað, sum
teir einki fingu burturúr.
Blaðungi Hans Jørgensen
vardi Skála málið fyri aðru
ferð á rað, og aftur hesa
ferð fór hann av vøllinum
uttan at hava verið í mesku
num eftir bóltinum.
At verja málið í Formula
deildini er sjálvandi stór
avbjóðing hjá blaðungum
dreingi, men Hans Jørgen
sen man ofta hava havt mei
ri at takast við millum stól
parnar, enn hann hevði tað
hesa ferð.
VB/Sumba avrikið var
ikki gott. Teir funnu illa
hvønn annan, ofta varð
sparkað í staðin fyri spælt,
og tá ið teir royndu, vóru
sendingarnar óneyvar. Har
við gjørdist tað eyka tungt
og torført, tí setningurin
fyri tað mesta var at renna
aftaná
mótstøðumonnu
num.
Í verjupartinum royndu
teir ofta at seta rangstøðu
fellu, og tað vóru teir fleiri
ferðir um ein háls av.
Skála hevði fitta lotið
undan í 1. hálvleiki. Tá
hekk samanspælið væl sam
an, men tað eydnaðist ikki
at fáa úrtøku, hóast teir
spældu seg til fýra stórar
málmøguleikar. Obi, Slavi
sa og Levi mísnýttu ímóti
gamla liðfelagnum Vlada
Filipovic, og tá ið tað eyd
naðist Levi Hanssen at fáa
bóltin í málið, varð hann
kolldømdur fyri rangstøðu.
Eftir steðgin var tað tor
førari hjá Skála undan lotin
um, og tað var farið at lukta
av málleysum javnleiki.
Men so eydnaðist tað kort
ini hjá Skála.
VB/Sumba-Skála 0-1 (0-0):
Tvær ferðir fult til John
Vindurin gjørdi sítt fyri
at darva fótbóltsspælinum í
Vági. Men skuldi ein
vinnari finnast, so var
Skála tó betra boðið
Mynd: Áki Bertholdsen
Ikki pláss fyri Paula
Skála
VB/Sumba