Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. apríl 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 - 30. apríl 2007 31 tíðindi Nýggir landsliðs­ venjarar Føroya Fimleika­ samband hevur sett tveir nýggjar landsliðsvenjarar til fimleika­oyggja­ leikirnar, sum verða á Isle of Man í juli FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Føroya Fimleika­sam­ band kunngjørdi til kapp­ingina sunnudagin, at tveir nýggir lands­ liðs­venjarar eru settir í starv til fimleika­oyggja­ leikirnar á Isle of Man í summar. Nýggju lands­liðsvenjararnir eita Durita Knudsen og Eyvind Akraberg Han­sen. Ætlanin er at manna eitt kvinnu- og eitt manslandslið; tað vil siga fimm fim­leik­ arar á hvørjum liði. Enn er avgerð tó ikki tikin um, hvør skal manna liðini, sum fara av­stað, sigur Eyvind Akra­berg Hansen. Hetta verður gjørt í sam­starvi við Føroya Fim­leikasamband í nærm­astu framtíð. Durita Knudsen og Eyvind Akraberg Han­ sen er sera spent um uppgávuna og vóna, at vit fáa nøkur góð úrslit við heim frá fimleika­ oyggjaleikunum á Isle of Man. Nýggju landsliðsvenj­ar­ arnir í amboðsfimleiki eita Durita Knudsen og Eyvind Akraberg Hansen Ballack lagdur undir skurð Týski stjørnuspælarin Michael Ballack var fríggjadagin skurðviðgjørdur í fótliðnum. Ballack, sum spælir fyri enska felagið Chelsea, fekk skaða farna vikuskiftið, og fríggjadagin fór hann heim til Týsklands at fáa skurðviðgerð. Ivamsamt er, hvussu leingi Ballack má halda frí frá fótbóltinum, men vandi er fyri, at hann ikki spælir aftur í hesum kappingarárinum. Venjarin í Bolton gevst Tann høgt virðismetti venjarin í Bolton, Sam Allardyce, hevur sagt sítt venjarastarv í Bolton upp. Hetta hevur hann valt at siga upp á standandi fót, og leggur tí heldur brádliga síni átta ár í felagnum aftur um bak. Hann sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at avgerðin var tikin eftir drútt samráð við familjuna. Frálíkir fimleikarar vístu síni kynstur í føroyameistara­kapp­ ingini og amboðs­fin­al­ unum farna viku­skiftið FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær til Runavíkar leyar­ dag­in og sunnudagin, tá ið føroya­meistarakappingar og am­boðsfinalur vóru hjá eldru fimleikarunum. 26 væl­upplagdir fimleikarar frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk møttust í eini sera spennandi og harð­ ari kapping. Fimleikararnir kappaðust í lopi, á gólvinum, á bitanum og í ringunum. Sunnudagin kappaðust mans­ unglingar og menn eisini í paralellu barrunum. Flestu føroyameist­ ararnir úr Hav­n­ Leygardagin var føroya­ meist­arakappingin á skránni. Kappingin var sam­ stundis undankapping til amboðsfinalurnar sunnu­dag­ in. Hjá kvinnuunglingunum gjørdist tað Natasha Olsen frá Ljósinum, sum streyk av­stað við sigrinum. Natasha hevur ment seg sera nógv seinastu tíðina, og hon hevur eisini vunnið allar steypakappingarnar í amboðsfimleiki, sum hava verið í ár. Eyðna Danielsen frá Havnar Fimleikafelag gjørdist nummar tvey, og Birita Poulsen, sum eisini er frá Havnar Fimleikafelag, endaði á triðja plássinum. Kvinnubólkurin er rættiliga stórur, og hørð kapping er millum plássini á ovastu rók. Elinborg T. Durhuus frá Ljósinum og Sonja Joensen frá Støkk endaðu javnar á fremsta plássinum. Einans 0,15 stig var á muni millum báðar føroyameistararnar og Kristinu Toftegaard frá Støkk, sum gjørdist nummar trý. Spenningurin í bólkinum hjá mansunglingunum er ikki serliga stórur, tí har er bert ein luttakari. Olivur Debes Eiriksfoss frá Havnar Fimleikafelag vann sostatt føroyameistaraheitið. Hóast Olivur ikki beinleiðis hevur nakran at kappast í móti, sæst, at hann er vorðin betri og betri seinastu tíðina. Bólkurin hjá monnunum er eisini ein rættiliga spenn­ andi hópur. Eldri fimleikarar eru komnir afturíaftur, og teir smæðast ikki burturúr millum yngru fimleikararnar í bólkinum. Gutti Harryson vann føroyameistaraheitið hjá monnunum, meðan Høgni Øster endaði á øðrum plássi og Fróði Mortensen gjørdist nummar trý. Teir eru allir frá Havnar Fim­leikafelag. Sum heild kann sigast um kapp­ingina leygardagin, at hon var sera spennandi. Eins og í undanfarnu kapp­ ing­unum í ár, vístu fimleik­ ar­arnir enn einaferð framúr góðan fimleik, og karmarnir um kappingina vóru sera góð­ir. Tað einasta, sum ein kann fílast á, er, at am­boðs­ kapp­ingarnar ofta gerast í so drúgvar, og hendan kapp­ ingin var einki undantak í so máta. Amboðsfinalurnar Sunnudagin vóru amboðs­ fin­alurnar á skránni. Tað sást á fimleikarunum, at tey enn høvdu kappingina frá degnum fyri sitandi í kropp­inum, tí hóast tey vístu góðan og flottan fimleik, var støðið ikki líka høgt sum leygar­dagin. Fimleikararnir vóru eitt sindur klombrutir, og tað sást eisini, at trýstið á teimum var ikki tað sama sum dagin fyri. Tíverri vóru tveir fim­leik­ arar hjá Havnar Fim­leika­ felag sera óheppin. Eyðna Danielsen og Olivur D. Eiriksfoss fingu bæði skaða í gólvíðkanini. Eyðna lendi skeivt í einum av fyrstu lop­un­ um í gólvíðkanini, og tí fekk hon ikki fullfíggjað íðkanina. Olivur lendi eisini skeivt í seinasta lopinum av sínari gólvíðkan, og tí fekk hann ikki verið við í kappingini í lopi um hest. Hann luttók tó bæði í ringunum og paralellu barrunum. Dupult salto Hóast hon ikki var heilt full­ fíggjað, gjørdi Kristian í Lon Olsen frá Støkk eina dupulta salto í sínari gólvíðkan. Hetta var fyrstu ferð, at nak­ ar fimleikari hevur gjørt eina dupulta salto til eina FM kapping og er enn eitt prógv um, at fimleikararnir áhaldandi trýsta seg sjálv­ar at blíva betri. Tað var bara synd, at Kristian lendi á aftur­ partinum og ikki megn­aði at lenda á bein­unum, sum óivað var ætlanin. Kappingarnar í viku­skift­ inum vóru sein­astu kapp­ ingarnar í amboðsfimleiki hetta fimleikaárið. Í juli fara nakrir fimleikarar úr Før­oyum til Isle of Man, har tey fara at vera við í fim­ leikaoyggjaleikunum. Fim­ leikasambandið kunn­gjørdi í gjár, at nýggju lands­liðs­ venjararnir hjá Føroyum eru Durita Knudsen og Eyvind Akraberg Hansen. Seinasta tiltakið hjá Fim­ leikasambandinum hetta kapp­ingarárið verður kom­ andi leygardag, tá ið før­oya­ meistararnir í estetiskum fim­leiki skulu finnast hjá pink­um, smágentum og kvinnum. Føroyameistararnir í amboðsfimleiki funnir Føroyameistararnir í amboðsfimleiki 2007. Frá vinstru: Gutti Harryson (Havnar Fimleikafelag), Elinborg T. Durhuus (Ljósið), Sonja Joensen (Støkk), Natasha Olsen (Ljósið) og Olivur D. Eiriksfoss (Havnar Fimleikafelag)