mánadagur 30. apríl 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 58 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 82 - 30. apríl 2007
M Ó T T Ø K A
Í samband við at Vága Floghavn verður
yvirtikin av føroysku myndugleikunum tann
1. mai 2007, verður móttøka í Terminalinum
týsdagin tann 1. mai kl. 12 - 16
Øll eru hjartaliga vælkomin.
vága Floghavn
Roknskaparskyldug
Innlatingarfreistin fyri sjálvuppgávuna
er 1. mai 2007
Toll- og Skattstova Føroya
Traðagøta 39 · Postsmoga 2139 · 165 Argir
tlf. 352600 · fax 352601
www.tollskatt.fo
Toll- og Skattstova Føroya
Hógv Handilsvirki
Oman á Sand 15 · FO-660 Søldarfjørður
Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo
Handverkari
og lærlingar
Søkt verður eftir einum røskum handverkara
og 2 lærlingum til Rørsmíð at byrja sum
skjótast.
Nærri fæst at vita við at ringja 235 400
Starvsfólk til
Statoil Argir
Statoil Argir sóknast eftir dugnaligum starvs
fólki til at arbeiða fyrrapartar. Uppgávurnar
eru: Kassin, breyð & køkur og vikubløð. Talan er
um eitt sjálvstøðugt starv við nógvum av
bjóðingum.
Statoil Argir leggur stóran dent á at veita góða
tænastu.
Tú fært fulla ábyrgd av tínum øki. Tú varðar av
søluni og innkeypinum.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag,
07.0012.00
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Róa Snorrason á tlf. 56 40 16.
Ljóðar hettar sum tú? Send so eina skrivliga
umsókn til:
Statoil Argir
Traðargøta 41
FO160 Argir
Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir vara
leiðara til virkisøkið MRCC Tórshavn.
Starvið
Varaleiðarin hevur ábyrgdina av tekniska útbún
aðinum á stovninum. Varaleiðarin og leiðarin á
stovninum skulu vera tøkir í neyðstøðu, og teir
skiftast at hava bakvakt. Varaleiðarin skal vera við
til at skipa bjargingararbeiði saman við teimum, ið
ganga á vakt.
Høvuðsuppágávurnar fevna m.a. um
• viðlíkahald og rakstur av tekniska útbúnaðinum
• at røkja góðskuskipanina ISO9001
• at vera við til at skipa fyri venjingum,
eftirmetingum, og førleikamenning av starvsfólki
• vanligar umsitingarligar uppgávur
Almenn førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava hægri tekniska útbúgving, t.d.
elektroniktøkningur, víðkað maskinmeistaraprógv
ella líknandi. Leiðsluuroyndir, royndir innan sam
skiftistøkni og kunnleiki um sjóferðslu eru at rokna
sum fyrimunir fyri at kunna røkja starvið.
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, evni
at fyriskipa og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Góð
evni at samskifta bæði munnliga og skrivliga á
føroyskum, donskum og enskum eru ein treyt. Hollur
telduførleiki er ein treyt fyri at kunna røkja starvið.
Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at eftirútbúgva
seg, eitt nú innan leiðslu av bjargingararbeiði á sjó
num.
Setanarviðurskifti
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 32. lønar
flokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag
Landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin er 29.273,94 kr
um mánaðin, við viðbót.
Starvsheitið er varaleiðari, og tann, ið settur verður,
hevur beinleiðis tilvísing til leiðaran á MRCC Tórs
havn. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og
stovnar undir tí umframt hini aðalráðini. Tænastu
staðurin er Tilbúgvingarstovnur Føroya, MRCC Tórs
havn.
Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu sendast til
MRCC Tórshavn, Tinghúsvegur 64, Postboks 1120,
110 Tórshavn ella til tpost: manager@mrcc.fo
Umsóknir skulu vera MRCC Tórshavn í hendi í
seinasta lagi týsdagin 22. mai. Fleiri upplýsingar um
starvið fáast hjá Jóhan J. Jakobsen, virkandi leiðara
fyri MRCC Tórshavn á tel. 351302.
Sí annars heimasíðuna www.mrcc.fo
VaRaleiðaRi
til MRCC Tórshavn
UmsjónarmaðUr
Søkt verður hervið eftir Umsjónarmanni til
kommunalar bygningar v.m. í Miðvágs kommunu
at byrja 01. juli 2007 ella eftir nærri avtalu.
Umsjónarmaðurin kemur at arbeiða undir leiðslu
av leiðandi umsjónarmanninum.
Lønin er sambært 3. lønarflokki í sáttmálanum
millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arb
eiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 332429,
umsjónarmannin á tlf. 219429 ella borgarstjóran
tlf. 221429.
Umsøknir vera, saman við upplýsingum um
útbúgving, royndum og møguligum viðmælum,
at senda til Miðvágs kommunu, 370 Miðvági í
seinasta lagi 16. mai 2007 kl. 1200.
Bygdaráðið skilar sær rætt til, um ikki nóktandi
umsóknir eru, at lýsa starvið av nýggjum.
miðvágs kommuna
lýsingar